Samstarvsráð
Samstarvsráðini, sum verða sett fyri allar útbúgvingar ella útbúgvingarøki á Fróðskaparsetri Føroya, eru sett saman av viðkomandi uttanhýsis áhugapørtum umboðandi almenna og privata geiran. Ráðini verða sett av rektaranum fyri eitt trý ára skeið og eru bindilið millum Fróðskaparsetrið, arbeiðsmarknaðin og samfelagið.
Leikluturin hjá samstarvsráðnum er at nýta fakligu vitanina og royndir í strembanini eftir at tryggja, at útbúgvingarnar áhaldandi eru viðkomandi og eru í støðugari menning. Ráðini ráðgeva fakliga, meta um útbúgvingar við atliti at gransking, samfelagsligum týdningi og tørvi á arbeiðsmegi, og eyðmerkja rák og menningarmøguleikar, sum hava týdning fyri bæði samfelagið og arbeiðsmarknaðin.
Les meira um leiklutir og skipan av samstarvsráðunum her.