University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Quality Loop Færøsk

Støðug eftirmeting 

Á Fróðskaparsetri Føroya arbeiða vit miðvíst við støðugari menning og betran av okkara útbúgvingum. 

Støðug eftirmeting er ein av aðaltættunum í okkara góðskuskipan og tryggjar, at útbúgvingarnar framhaldandi eru viðkomandi, samanhangandi og í tráð við avvarðandi evropeiskar ásetingar (samsvarandi European Higher Education Area). 

Innanhýsis útbúgvingarmenning er skipað í trimum stigum, skeiðseftirmetingar, árligar støðulýsingar og regluligar eftirmetingar av útbúgvingum, har hvørt stig byggir á hvørt annað.