Reglulig eftirmeting av útbúgvingum
Ein reglulig eftirmeting av hvørjari útbúgving verður gjørd fimta til sætta hvørt ár. Henda tilgongd tekur støði í árligu støðulýsingunum, sum eru gjørdar árini frammanundan. Harumframt verður støði tikið í lyklatølum fyri útbúgvingina og nýggjastu skeiðseftirmetingarúrslitunum og viðgerðini av teimum.
Ein innanhýsis metingarbólkur, sum er settur saman av útbúgvingarleiðara, undirvísarum á útbúgvingini, útbúgvingarsamskipara og umboði fyri lesandi, stendur á odda fyri regluligu eftirmetingini. Umframt innanhýsis metingarbólkin luttaka undirvísarar, lesandi, samstarvsráð og tveir uttanhýsis ráðgevar eisini í tilgongdini.
Endamálið við eftirmetingini er at meta um góðsku, endamál og samanhang í útbúgvingini, har áhaldandi útbúgvingarmenningin er kjarnin í eftirmetingini. Frágreiðingin, sum verður gjørd við støði í niðurstøðunum í eftirmetingini, lýsir bæði tað, sum riggar væl á útbúgvingini, og tey øki, sum skulu mennast. Við støði í hesum verður ein menningarætlan fyri útbúgvingina gjørd.
Sí vegleiðing og frymil niðanfyri:
Mannagongd fyri regluliga eftirmeting av útbúgvingum - REÚ