University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið

Skeiðseftirmetingar 

Øll lesandi, sum eru innskrivað á eitt skeið, fáa møguleika at svara einari skeiðseftirmeting á seinasta undirvísingardegi. Ein felags eftirmetingarfrymil er mentur til endamálið, har lesandi millum annað verða spurd, hvussu væl skeiðið stuðlaði teimum at røkka ásettu læruúrtøkunum. 

Við støði í eftirmetingarúrslitunum gera skeiðsábyrgdari og útbúgvingarleiðarin eina samanumtøku, og síðani verður ein ætlan gjørd fyri, hvørjar møguligar broytingar skulu gerast á skeiðnum. Tá talan er um grundleggjandi avbjóðingar ella tillagingar á einum skeiði, verða hesar viðgjørdar í árligu støðulýsingini ella í regluligu eftirmetingini av útbúgvingum, sum skulu tryggja støðuga menning av góðskuni í útbúgvingunum í samsvari við evropeiskar leiðreglur (í samsvari við European Higher Education Area). 

Sí vegleiðing og frymil niðanfyri: 

Dagførdar mannagongdir ísv skeiðseftirmetingar

Frymil til tilmæli og verksetanarætlan

Template For Teachers With Academic Responsibility Course Evaluations

Frymil at viðmerkja skeiðseftirmetingarúrslit og skeiðsgongd við

Frymil partur 3 dømi um kunning frá skeiðsábyrgdara til lesandi