Útbúgvingarskjøl
Útbúgvingarskjølini eru grundleggjandi karmurin, tá okkara útbúgvingar verða lýstar og miðlaðar. Útbúgvingarskjølini tryggja gjøgnumskygni, góðsku og áseta eina felags kós, so hvør útbúgving verður lýst samanhangandi og gjøgnumskygt.
Á Fróðskaparsetri Føroya verður hvør útbúgving lýst við tveimum høvuðsskjølum — námsskipanini, sum er ein yvirskipað lýsing av bygnaðinum og fakliga innihaldinum á útbúgvingini, og skeiðslýsingunum, sum lýsa einstøku skeiðini, ið mynda útbúgvingina.
Hesi skjøl eru tætt knýtt at hvørjum øðrum og verða nýtt at lýsa útbúgvingina í síni heild, og hvussu hon er samansett. Harumframt gera skeiðsábyrgdarar lestrarætlanir og møguligar vegleiðingar, hóast mannagongdir hesum viðvíkjandi kunnu vera ymiskar frá deild til deild og frá undirvísara til undirvísara.