ECTS-vegleiðingin
ECTS-vegleiðingin lýsir aðaltættirnar í ECTS-skipanini (European Credit Transfer and Accumulation System), og hvussu ECTS verða nýtt í menningini av útbúgvingum og skeiðum.
Vegleiðing lýsir, hvussu ECTS verða ásett, og hvør samanhangur er millum ECTS, læruúrtøkur og arbeiðsmongd hjá lesandi. Harumframt ásetir vegleiðingin, hvussu ECTS verður nýtt sum gjøgnumskygnisamboð og at tryggja sambæri og góðsku tvørtur um hægri útbúgvingar.
Vegleiðingin er tøk á leinkjuni niðanfyri: