University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið

Námsskipan 

 

Námsskipanin lýsir bygnaðin og fakliga innihaldið í einari útbúgving og ásetir yvirskipaðu karmarnar og treytirnar, sum eru galdandi karmarnir á útbúgvingini, lesandi eru innskrivað á.

Námsskipanin er eitt týðandi amboð hjá lesandi, undirvísarum, leiðslu, fyrisiting og øðrum innanhýsis og uttanhýsis áhugapørtum. Fakliga innihaldið á útbúgvingini verður lýst við læruúrtøkum og førleikum, sum áseta ta vitan, hegni og førleikar, ið lesandi væntast at ogna sær á útbúgvingini.

Tann fyrrverandi útbúgvingarprofilurin er nú partur av námsskipanini. 

Øll kunning um útbúgvingarstig, bygnað, endamál og møguleikar fyri víðari lestri ella starvsmøguleikar er savnað í námsskipanini. Partur 2 og 3.1 í námsskipanini eru serliga viðkomandi hjá uttanhýsis áhugapørtum.

Sí vegleiðing og frymil niðanfyri: 

Vegleiðing til námsskipan

Frymil til námsskipan