Nýggjar útbúgvingar
Tá nýggjar útbúgvingar verða mentar, er tað avgerandi at tryggja, at tær eru í tráð við tørvin í samfelagnum og í samsvari við strategiina hjá Fróðskaparsetrinum.
Allar nýggjar útbúgvingar skulu fylgja einari skipaðari góðkenningartilgongd. Tilgongdin fevnir um, at útbúgvingarætlanin skal góðkennast, útbúgvingin fer í hoyring hjá uttanhýsis serfrøðingum og áhugapørtum umframt innanhýsis góðkennast á Fróðskaparsetrinum, áðrenn útbúgvingin endaliga verður latin avvarðandi aðalráði at góðkenna.
Les meira um tilgongdina og finn frymlar til hvørt góðkenningarstig niðanfyri:
Vegleiding til útbúgvingarmenning
Programme Development And Approval Guide