University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið

Skeiðslýsingar 

Øll skeið, sum sum verða boðin út á Fróðskaparsetrinum, eru lýst í eini skeiðslýsing. Skeiðslýsingar skulu vera tøkar á bæði føroyskum og enskum og lýsa útbúgvingarstig, innihald, endamál, læruúrtøkur, undirvísingarhættir, próvtøkuhættir, ECTS og skeiðsábyrgdara. 

Læruúrtøkurnar skulu vera greitt orðaðar, og skulu tær samstundis vera realistiskar hjá lesandi at røkka. Læruúrtøkurnar áseta metingargrundarlagið á skeiðnum, og tí skal altíð vera møguligt at meta, um lesandi hevur rokkið orðaðu læruúrtøkunum. 

Skeiðsgongdin 

Umframt skeiðslýsingina verður skeiðsgongdin lýst, sum inniheldur upplýsingar um: 
• Byrjanar- og endadato 
• Undirvísingarbólkar 
• Próvtøkudag 
• Undirvísarar 
• Undirvísingarmál 
• Tilfarsmál 

 

Allar skeiðslýsingar og tilhoyrandi skeiðsgongdir eru tøkar á skeid.lfs.fo. 

Sí vegleiðingar og frymlar í teigunum niðanfyri:

Vegleiðing til skeiðslýsingar

Guide To Course Descriptions

Frymil til skeiðslýsingar/Course Description Template

Frymil at leggja skeið til rættis

Planning Form For An Educational Module