University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

Kampus

Her kanst tú kunna teg, nú ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýlingur á Frælsinum og Debesartrøð í Havn tekur skap
Mynd Úr Erva (2)

Universitetsbýurin í umbúna

Skal Havnin av álvara vera universitetsbýur, so krevst, at býurin fær eitt kampus ella ein universitetsbýling.

Í 2018 gjørdi Henning Larsen eina yvirskipaða heildarætlan fyri eitt savnað Fróðskaparsetur Føroya millum J. C. Svabos gøtu og Frælsið í Havn.

Ætlanin eitur Færøernes Universitet – Strategisk Campusplan, og við útgangsstøði í henni eru tvinnar byggiverkætlanir nú aktuellar: Umvæling og útbygging av gamla skúlabygninginum á Frælsinum og ein nýggjur felagsbygningur í Nóatúni

Nýggi felagsbygningurin, sum Henning Larsen North Atlantic hevur teknað, er miðdepilin í heildarætlanini um at savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetri Føroya í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling, sum fevnir um økið á Frælsinum og á Debesartrøð.  

Felagsbygningurin í Nóatúni fer at standa skamt frá universitetsbygninginum á Frælsinum, sum nú verður um- og útbygdur til at hýsa Námsvísindadeildini, Náttúruvísindadeildini og Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. 

Nýggi felagsbygningurin skal fyrst av øllum vera eitt livandi lestrarumhvørvi við lesisali, bólkarúmum og krókum, har lesandi, granskarar og starvsfólk annars arbeiða, hugsavna seg og hittast. Aftrat tí skal almenningurin kunna koma her til tiltøk, fyrilestrar ella bara at fáa sær ein kaffimunn og eitt gott prát. Felagsbygningurin kemur eisini at rúma øllum praktisku stuðulsfunktiónunum, sum Setrinum tørvar.