Skriva út

Adjunkt- ella lektarastarv í bókmentum á Føroyamálsdeildini

Eitt adjunkt- ella lektarastarv í bókmentum á Føroyamálsdeildini er leyst at søkja. Starvið verður sett 1. november ella eftir avtalu.

Starvsøki

Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum úr skiftandi sjónarhornum. Ætlanin við hesum starvinum er at fáa lýst og viðgjørt serliga eldri bókmentir, undir hesum munnbornan skaldskap, í norðurlendskum og víðari høpi. Í granskingini ger starvssetta/i av, hvat hon/hann leggur áherðslu á.

Tann, sum fær starvið, fer at undirvísa í bókmentum á bachelor­námi og saman við starvsfeløgum á deildini menna skeið á masternámi.

Føroyamálsdeildin bjóðar út BA- og MA-útbúgving umframt hjánám í Føroyskum, eina BA-útbúgving í Listaligum arbeiði og diplomútbúgving á MA-stigi í Føroyskum sum øðrummáli. Á deildini eru 16 starvsfólk í føstum starvi umframt verkætlanarsett og umleið 70 lesandi.

Førleikar

Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst vanliga ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvaðan granskingarførleika, og sum hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu søkja starvið sum ph.d.-vísindastarv. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella tvey ára (120 ECTS) masterútbúgving.

Lektarastarv er fast vísindastarv, ið umframt ph.d. krevur góðan vísindaligan og námsfrøðiligan førleika og fyrisitingarligar royndir innan gransking og hægri undirvísing.

Góður málkunnleiki krevst í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

Undirvísingarmálið er føroyskt, og umsøkjarar mugu duga eitt ella fleiri skandinavisk mál umframt enskt væl og virðiliga.

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðs­royndir. Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum. 

Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og í mesta lagi 5 tey bestu vísinda­avrikini skulu leggjast við umsóknini.

Undirvísingarroyndir verða skjalprógvaðar við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmælum og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Umsóknin og øll skjøl verða send talgilt.

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.


Fróðskaparsetrið tilskilar sær rætt til at seta adjunkt í starv heldur enn ein lektara, um førleikarnir hjá adjunktinum út frá eini heildarmeting hóska betur til innihaldið í og ætlanina við lýsta starvinum.

Freist

Umsóknar­freist er 05.10.2023

Umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum o.ø. skal sendast her.


Nærri upplýsingar fáast hjá Bergi Djurhuus Hansen, dekani á Føroyamálsdeildini, bergurdh@setur.fo. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo 

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá  okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.