Skriva út

Adjunkt- ella lektarastarv í móðurmálsnámsfrøði og undirvísingarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Eitt adjunkt- ella lektarastarv í móðurmálsnámsfrøði og undirvísingarfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið skal setast frá 1. august 2021 ella skjótast gjørligt.

Námsvísindadeildin, sum hevur nøkur og 30 starvsfólk og 350 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar (sum eisini eru útbúgvingarleiðarar) og ein deildargranskingarleiðari.

Á deildini eru tvær meginútbúgvingar, lærara- og námsfrøðingaútbúgving, umframt ymisk onnur útbúgvingartilboð, serliga innan eftirútbúgving.

Starvsøki
Starvið fevnir um at undirvísa og granska í móðurmálsnámsfrøði og undirvísingarfrøði, og verður starvs- og granskingarøki innan alt virksemið á deildini. Granskingarøkið verður innan móðurmálsnámsfrøði og undirvísingarfrøði, umframt luttøka í viðkomandi verkætlanum og toymum á Fróðskaparsetri Føroya.

Førleikar
Starvið verður sett sum adjunkt- ella lektarastarv sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya.

Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og sum hava ítøkiligt orðaða ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.

Lektarastarv er fast vísindastarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum lektari krevst sera góður vísindaligur og fakligur førleiki, umframt góður pedagogiskur førleiki og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.

Dentur verður lagdur á, at umsøkjari hevur góðan førleika at undirvísa og miðla, hevur góð samstarvsevni, er virkisfús/ur og hugaður at arbeiða í toymi.

Góður málkunnleiki krevst, bæði í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.

Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og upp til 5 vísindaavrik kunnu leggjast við umsóknini.

Løn og setanartreytir
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreistin er mánadagin 17. mai 2021. Umsókn og skjøl skulu sendast talgild til umsokn@setur.fo.

Nærri kunning
Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Erlu Olsen, erlao@setur.fo, dekani á Námsvísindadeildini.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum
Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.