Skriva út

Eitt adjunkt- ella námslektarastarv í móðurmálsnámsfrøði og undirvísingarfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja.

Starvið skal setast frá 1. september 2022, ella skjótast gjørligt.

Námsvísindadeildin, sum hevur nøkur og 30 starvsfólk og 350 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar (sum eisini eru útbúgvingarleiðarar) og ein deildargranskingarleiðari.

Á deildini eru tvær meginútbúgvingar, lærara- og námsfrøðingaútbúgving, umframt ymisk onnur útbúgvingartilboð, serliga innan eftirútbúgving.

Starvsøki
Starvið fevnir um at undirvísa í føroyskum sum samskiftismál, bókmentafrøði og málfrøði umframt at granska í móðurmálsnámsfrøði og undirvísingarfrøði, og verður starvs- og granskingarøkið innan alt virksemið á Námsvísindadeildini, bæði á læraraútbúgvingini, námsfrøðingaútbúgvingini og eftirútbúgvingarøkinum. Harumframt verður roknað við luttøku í viðkomandi verkætlanum og toymum á Fróðskaparsetri Føroya, umframt norðurlendskum netverkum og verkætlanum.

Førleikar
Starvið verður sett sum adjunkt- ella námslektarastarv sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya.

Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og sum hava ítøkiligt orðaða ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.

Námslektarastarv krevur góðan fakligan førleika og góðan pedagogiskan førleika. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu.

Dentur verður lagdur á, at umsøkjari hevur góðan førleika at undirvísa og miðla, hevur góð samstarvsevni, er virkisfús/ur og hugaður at arbeiða í toymi.

Góður málkunnleiki krevst, bæði í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks.

Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.

Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og upp til 5 vísindaavrik kunnu leggjast við umsóknini.

Løn og setanartreytir

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Fróðskaparsetið skilar sær rætt til at seta ein námslektara, við møguleika fyri flyting til adjunkt, ella sum tíðaravmarkað námslektarastarv, um tað vísir seg at vera besta heildarloysnin.

Freist
Umsóknarfreistin er 18. juli 2022 kl. 13. Umsókn og skjøl skulu sendast talgild til umsokn@setur.fo.

Nærri kunning

Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Erlu Olsen, erlao@setur.fo, dekani á Námsvísindadeildini.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo 

 

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.