Skriva út

Adjunktstørv í ítrótti, heilsu og rørslu á Fróðskaparsetri Føroya

Eitt fulltíðar- og eitt hálvtíðarstarv sum adjunktur ella námslektari í ítrótti, heilsu og rørslu á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verða hervið lýst leys at søkja. Størvini eru tíðaravmarkað fram til 30. juni 2025.

Størvini verða sett frá 1. august 2021, ella eftir avtalu.

Námsvísindadeildin, sum hevur nøkur og 30 starvsfólk og 350 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar (sum eisini eru útbúgvingarleiðarar) og ein deildargranskingarleiðari.

Á deildini eru tvær meginútbúgvingar, lærara- og námsfrøðingaútbúgving, umframt ymisk onnur útbúgvingartilboð, serliga innan eftirútbúgving.

Starvsøki
Tey, sum fáa størvini, fara í høvuðsheitum at undirvísa í ítrótti, heilsu og rørslu á lærara- og námsfrøðingaútbúgvingunum. Granskingarøkini verða innan skúlaítrótt og heilsu og rørslu á námsfrøðiliga økinum, umframt luttøka í viðkomandi verkætlanum og toymum á Fróðskaparsetri Føroya. Roknast kann við toymisarbeiði tvørtur um útbúgvingar og deildir, serliga deildina fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Førleikar
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og/ella hava ítøkiligt orðaða ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.

Lektarastarv krevur sera góðan vísindaligan og fakligan førleika, umframt góðar pedagogiskar og fyrisitingarligar førleikar í sambandi við hægri undirvísing og gransking.

Námslektarastarv krevur góðan fakligan førleika og góðan pedagogiskan førleika. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu.

Dentur verður lagdur á, at umsøkjari hevur góðan førleika at undirvísa og miðla, hevur góð samstarvsevni, er virkisfús/ur og hugaður at arbeiða í toymi.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.

Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og upp til 5 vísindaavrik kunnu leggjast við umsóknini.

Løn og setanartreytir
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Tað hálva starvið kann við fyrimuni setast saman við einari uttanhýsisfíggjaðari verkætlan.

Freist
Umsóknarfreistin er mánadagin 17. mai 2021. Umsókn og skjøl skulu sendast talgild til umsokn@setur.fo.

Nærri kunning
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Antoniussen, útbúgvingarleiðara fyri námsfrøðingaútbúgvingina, annikaa@setur.fo, Hans Harryson, útbúgvingarleiðara fyri læraraútbúgvingina, hansh@setur.fo, Magna Mohr, dekani fyri Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, magnim@setur.fo, ella Erlu Olsen, dekani fyri Námsvísindadeildini, erlao@setur.fo.

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum
Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.