Skriva út

Avloysarastarv sum undirvísari á Fróðskaparsetri Føroya

 

Á Søgu- og Samfelagsdeildini er tíðaravmarkað undirvísingarstarv leyst at søkja.

Starvsøki
Starvið er týdningarmikil partur av undirvísing á samfelagsvísindaliga økinum á Søgu- og samfelagsdeildini. Vit sóknast serliga eftir førleikum í samfelagsvísindaligari metodologi og vísindaástøði. Gransking og útbúgving á Søgu- og samfelagsdeildini eru skipað tvørtur um ymisku samfelagsvísindaligu fakøkini.

Starvið verður knýtt at teimum trimum masterútbúgvingunum í søgu, samfelagsvísindum og politikki og umsiting á masterlæruni, men undirvísarin kann eisini rokna við at vera við til undirvísing á øðrum útbúgvingum á deildini. Masterlæruútbúgvingin fevnir um politikk, samfelagsvísindi og søgu, og tí skal nýggi undirvísarin fakliga megna at samvirka millum hesar ymisku námsgreinar.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidatútbúgving á samfelagsvísindaliga økinum og royndir í undirvísing á hægri stigi.

Góður málkunnleiki krevst í føroyskum. Eisini er tað ein fyrimunur at duga skandinaviskt og enskt og hava innlit í samfelagsviðurskifti í útnorðri. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur áræði og góð samstarvsevni.

Starvið er tíðaravmarkað – frá 1. november 2020 til 1. desember 2021. Fyri at verða sett/ur í starvið kann ph.d.-útbúgving vera ein fyrimunur. Fróðskaparsetrið setur umsøkjaran við fakliga profilinum, sum samsvarar best við tørvin á deildini.


Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og Akademikarafelag Føroya.

Ein innanseturs setanarnevnd verður sett at skipa fyri setanarsamrøðum og at orða tilmæli um setan til rektaran.


Umsókn
Umsóknin skal innihalda lívrensl (CV) og avrit av próvskjølum. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing og ummæli og eftirmetingum, um tær eru tøkar. Møguligar vísindaligar útgávur/greinar – tó í mesta lagi fimm – kunnu leggjast við umsóknini.

Onnur viðurskifti
Umsóknin og skjøl skulu sendast talgilt til umsokn@setur.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25. september 2020. Miðað verður eftir at seta starvið 1. november 2020, tó í seinasta lagi 1. desember.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Andrias Sølvará, dekan, á tlf. 292583 ella á hansas@setur.fo.

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna her á okkara heimasíðu.