Skriva út

Fjølbroytt starv sum skrivstovufólk á Fróðskaparsetri Føroya

Starv sum skrivstovufólk á Lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Lestrarskrivstovan umsitur lestrarviðurskifti og veitir tænastur til lesandi og starvsfólk á Setrinum. Skrivstovan er partur av miðfyrisitingini á Setrinum.

Um starvið

Arbeiðið sum skrivstovufólk fevnir um fyrisitingarligar uppgávur í sambandi við umsiting og menning av lestrarviðurskiftum á Setrinum umframt vanligar skrivstovuuppgávur.

Tú kemur at vera ein partur av einum toymi, ið dagliga samstarvar um arbeiðsuppgávurnar og arbeiðir miðvíst móti at menna lestrarfyrisitingina á Setrinum.

Tú fert at samskifta við starvsfólk tvørtur um allan stovnin umframt við universitet í útlondum.

Saman við toyminum kemur tú millum annað at:

• skráseta upplýsingar um lesandi í skipanum Setursins
• arbeiða við at orða mannagongdir og reglugerðir og at seta hesar í verk
• regluliga framleiða hagtøl um lestrarviðurskifti
• avgreiða upptøku av nýggjum lesandi
• leggja tiltøk til rættis, sum t.d. prógvhandan og innleiðslu
• fyrireika fundir og skjalfesta virksemi, sum hoyrir til Lestrarskrivstovuna – her undir skriva fundarfrágreiðingar, journalisera o.a.
• taka á teg aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir. Vit hava í væntu, at tú:

• hevur áhuga at arbeiða í lestrarfyrisiting
• hevur góðan munnligan og skrivligan málkunnleika, serliga í føroyskum og enskum
• hevur royndir við vanligum telduforritum, so sum Word, Excel og Outlook, og hevur áræði til at seta teg inn í nýggjar skipanir
• hevur jaligan hugburð og góð evni at samskifta og samstarva við onnur
• megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
• hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður

Umsókn, freist og samband
Starvið er ¾-starv og verður sett í samsvari við reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. apríl 2021 og skulu sendast til umsokn@setur.fo. Starvið verður sett skjótast til ber.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Rannvá Dávadóttur, lestrarskrivstovuleiðara, á tel. 292520 ella RannvaD@setur.fo fyri at fáa meiri at vita um starvið.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.
Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.