Skriva út

Fyrisitingarligur samskipari til Søgu- og samfelagsdeildina

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt fulltíðarstarv sum fyrisitingarligur samskipari leyst at søkja.

Á Søgu- og samfelagsdeildini verður granskað og undirvíst í ymiskum søguligum og samfelagsligum viðurskiftum. Deildin miðar eftir at fremja granskingargrundaða undirvísing á altjóða stigi.

Deildin, sum hevur 35 starvsfólk og 295 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar og ein deildargranskingarleiðari.

Starvsøki
Tann, ið sett/ur verður, skal virka fyri at menna og røkja fyrisitingarliga partin í sambandi við útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini. Starvið fevnir m.a. um hesi viðurskifti:

• at samskipa og menna fyrisitingarliga partin av útbúgvingunum, m.a. eftirmetingar, praktikkskipan, gjaldsskeið, uttanlands lestrarvist hjá lesandi, skiftislesandi, gestaundirvísarar og próvdómaraskipan

• at samskipa og leggja til rættis undirvísing og próvtøkur í tøttum samstarvi við deildarskrivstovu og útbúgvingarleiðarar

• at skipa fyri innleiðsluni fyri nýggj lesandi á deildini

• at hava ábyrgd av, at kunningin á heimasíðuni um útbúgvingar, undirvísing og próvtøkur er nøktandi og dagførd

• at luttaka og vera skrivari á regluligum fundum á deildini.

Dagliga arbeiðið verður í tøttum samstarvi við skrivstovu og fyrisiting (akademiska skrivaran), útbúgvingarleiðarar, lestrarráð og starvsfólk annars á deildini. Vit vænta, at tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, ert væl skipað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Starvið er skipað undir deildarskrivstovuni, sum vísir til dekanin.

Í løtuni arbeiða vit við at endurskoða fyrisitingarliga bygnaðin á deildini. Tann setta/i kann tí rokna við, at ávísar broytingar verða gjørdar í fyrisitingarliga bygnaðinum, sum kunnu koma at ávirka starvsinnihaldið.

Førleikakrøv
Umsøkjarar til starvið skulu hava viðkomandi kandidatútbúgving ella samsvarandi. Førleiki, vitan og royndir innan fyrisiting og menning av hægri útbúgvingum og gransking eru ein fyrimunur. Eisini skulu umsøkjarar duga væl at skriva og tosa føroyskt, men góðir førleikar á skandinaviskum og enskum máli eru eisini týðandi fyri starvið.

Starvið krevur eisini førleikar at samskifta og samstarva við nógv ymisk fólk á og uttanfyri deildina – eisini uttanfyri Føroyar. Eisini er neyðugt at hava góðar førleikar at hava nógvar bóltar í luftini í senn.

Setanargongd
Starvið verður sett sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

Sett verður setanarnevnd at skipa fyri setanarsamrøðum.

Onnur viðurskifti
Umsóknarfreistin er mánadagin 17. mai 2021. Miðað verður eftir at seta starvið 1. juni 2021, ella eftir nærri avtalu.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt til umsokn@setur.fo.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Andrias Sølvará, dekan, tlf. 292583; hansas@setur.fo.

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni, www.setur.fo

 

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.