Skriva út

Starv í Granskingar- og framtakseindini á Fróðskaparsetri Føroya

Søkt verður eftir fólki at arbeiða við gransking og menning á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. august 2022 til 31. juli 2023, ella eftir nærri avtalu.

Starvsøkið

Granskingar- og framtakseindin er ein nýliga stovnað fyrisitingarlig eind á Fróðskaparsetrinum, ið arbeiðir við at fremja og menna granskingarøkið á Setrinum.

Tann, sum verður sett/ur í starvið, skal saman við øðrum í Granskingar- og framtakseindini og Setrinum í síni heild, millum annað arbeiða strategiskt, umsita og menna felags mannagongdir fyri gransking, stuðla granskarum í teirra granskingartilgongd og menning og samstarva við uttanhýsis stovnar og feløg.

Ítøkiligu arbeiðsuppgávurnar kunnu fevna um at eftirmeta og fyrireika vegleiðingar, leggja strategiskar ætlanir til rættis, svara fyrispurningum í sambandi við umsóknir um fígging, standa fyri dagføring av kunning umframt at samskifta við granskingarleiðarar, fyrisiting og leiðslu og við uttanhýsis samstarvspartnarar.

Førleikar

Umsøkjarin skal hava akademiska útbúgving á kandidat ella masterstigi og gott innlit í fyrisitingarligar mannagongdir og samskifti. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • Royndir við líknandi fyrisitingarligum arbeiðsuppgávum, t.d. verkætlanum ella íverksetan av innanhýsis mannagongdum og skipanum á stovnum ella í fyritøkum
  • Góða løgfrøðiliga fatan, serliga viðvíkjandi fyrisiting og sáttmálastýring
  • Royndir við gransking og umsiting av hesum antin í Føroyum ella uttanlands
  • Sera góðan málførleika og dugir væl føroyskt og enskt munnligt og skrivligt
  • Sera góð samskiftis- og samstarvsevni, serliga í toymi
  • Áræði at fara undir nýggjar uppgávur og sjálvstøðugt leggja tær til rættis á ein skipaðan hátt
  • Innlit í gransking og framtaksvirksemi

Umsøkjarin kann vænta, at arbeiðsuppgávurnar broytast yvir tíð, og umsøkjarin má vera jaligur í sambandi við broytingar og umlegging av eindini og uppgávunum.

Umsókn

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir.

Umsóknir skulu sendast til umsokn@setur.fo

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 3. juli 2022.

Nærri upplýsingar
Neyvari fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr, prorektara fyri gransking, tlf. 292270, magnim@setur.fo.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá  okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.