Skriva út

Granskingarstarv

Eitt náttúruvísindaligt granskingarstarv er leyst at søkja við setan skjótast gjørligt. Starvið er í fyrstu syftu tíðaravmarkað til 3 ár, og verður sett á Náttúruvísindadeildini.

Starvsøkið

Starvið hevur til endamáls at granska í fortreytum fyri, at aling á sjónum kann fara fram á burðardyggan hátt við atliti til fiskaheilsu, lívfrøðiligt margfeldi og heilsugott umhvørvi.

Arbeiðið fevnir m.a. um at brúka og menna numerisk amboð/myndlar, sum lýsa sínámillum ávirkanina millum alivirksemi og náttúru við atliti til bæði fysisk/dynamisk og lívfrøðilig/evnafrøðilig viðurskifti.

Undirvísing kann í avmarkaðan mun koma upp á tal.

Førleikar

Umsøkjarar skulu hava lokið viðkomandi ph.d. útbúgving og hava hollar og viðkomandi royndir við gransking og granskingarleiðslu. Tað hevur týdning, at umsøkjarin kann vísa á møguleikar fyri at útinna starvið í samstarvi við onnur í Føroyum og uttanlands.

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast CV, próvskjøl (avrit) og kunning um útbúgvingargongd og starvssroyndir. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, eins og í mesta lagi 5 tey mest týðandi og viðkomandi vísindaavrikini.

Umsóknir skulu skrivast á enskum og sendast við telduposti til umsokn(at)setur.fo.

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist

Umsóknarfreist er 25. februar 2019.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula Joensen, hanspj(at)setur.fo, dekani á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.