Skriva út

Hálvtíðarstarv sum námslektari í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum

Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir fólki við serøki í databasum, stýrisskipanum og KT-trygd

 

Starvið

Starvið er hálvtíðarstarv sum námslektari við starvsstaði á Náttúruvísindadeildini.

Starvið fevnir um at undirvísa og menna  KT-verkfrøði sum fakøki á Fróðskaparsetrinum, og samstarv verður við partar í Føroyum og uttanlands.

Í byrjanini verður innihaldið í starvinum at undirvísa í databasum, stýrisskipanum og KT-trygd. Væntað verður tó, at umsøkjarin hevur áhuga at eftirútbúgva og menna seg í starvinum, tí tað er alsamt neyðugt at fylgja væl við á KT-økinum, sum er í stórari menning, bæði tá tð snýr seg um KT-trygd, tilgjørt vit (artificial intelligence) og lutanet (internet of things).

Undirvísing verður einamest á bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði. Stórur áhugi er fyri útbúgvingini, sum síðani 2010 er veitt í samstarvi við Mittuniversitetet í Svøríki og KT-vinnuna í Føroyum. Í løtuni er umleið fjórðingurin av skeiðunum skipað sum fjarlestur frá Mittuniversitetet.

Tíðarskeiðið 2020-23 verður bachelorútbúgvingin dagførd soleiðis, at fjarlesturin úr Svøríki ætlandi minkar niður í helvt. Tá verður undirvíst í Python og Java, ístaðin fyri undanfarnan fjarlestur í C++, og eftir ætlan verða tvey nýggj skeið í Linux-servarum og maskinlæring við Python.

Ein fakliga góðkend (2019) ætlan fyri masterútbúgving í dátuvísindum við denti á tilgjørt vit, lutanet og KT-trygd bíðar eftir fíggjarligari játtan. Sum fyrireiking til hesa útbúgvingina kann menning av nýggjum stakskeiðum á masterstigi eisini gerast partur av arbeiðinum hjá námslektaranum.

Námslektarastarv er eitt undirvísingarstarv – í hesum føri eitt hálvtíðarstarv. Námslektari skal hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika, fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing, men fyrst og fremst hava góðan námsfrøðiligan førleika og vera góður undirvísari. Væntað verður, at umsøkjarin eisini kann stuðla í KT-spurningum, sum annars eru á Náttúruvísindadeildini.

Førleikar

Umsøkjarar skulu hava viðkomandi universitetsútbúgving (M.Sc. ella ph.d.) í eitt nú teldufrøði, KT-verkfrøði, el-verkfrøði, alisfrøði, støddfrøði/hagfrøði ella líknandi útbúgving. Umframt útbúgving, verður dentur lagdur á royndir umsøkjarans.

Fyrimun hava umsøkjarar við royndum innan eitt ella fleiri av hesum økjum:

  • databasur og databasuforritan (SQL/PLSQL), stýrisskipanir og KT-trygd,
  • forritan í Python, Java ella øðrum málum
  • maskinlæring við Python ella R á Linux-servarum
  • dátuvísindi (data science), tilgjørt vit (artificial intelligence), lutanet (internet of things)
  • undirvísing, gransking og/ella samskipan av útbúgving
  • vinnuligar royndir úr Føroyum og/ella uttanlands

Umsøkjarar skula helst hava góðan førleika í føroyskum, enskum og norðurlendskum (t.d. svenskum ella donskum) máli.

Umsókn

Við umsóknini, sum skal lýsa útbúgving og arbeiðsroyndir, skulu leggjast heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður) og  CV við yvirliti yvir undirvísingarroyndir, umframt møgulig vísindalig ella menningarlig avrik umsøkjarans.

Umsóknin skal skrivast á enskum og sendast teldutøk til umsokn(at)setur.fo.

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist

Umsóknarfreist er 23. februar 2020. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast hjá Hannes Gislason, hannesg(at)setur.fo, professara í kunningar- og samskiftistøkni, ella hjá Hans Paula Joensen, hanspj(at)setur.fo, dekani á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya og útbúgvingina í KT-verkfrøði eru at finna á www.setur.fo