Skriva út

KST-samskipari

Starv sum KST-samskipari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja.


Um starvið

Talan er um eitt spennandi starv sum samskipari innan kunningar- og samskiftistøkni (ICT). Á Fróðskaparsetri Føroya verður arbeitt miðvíst við at økja vitanina um, hvussu talgild tøkni og miðlar kunnu gerast sjálvsagdir partar av tíðarhóskandi undirvísing/læring og gransking.

Høvuðsuppgávurnar hjá nýggja KST-samskiparanum verða:    

  • Ábyrgd av talgildum læru- og próvtøkupallum, t.d. Moodle, CD-Orð og WISEflow
  • Skipa fyri internum skeiðum
  • Ráðgeva starvsfólkum og leiðslu um nýtslu av talgildum amboðum, t.d. innan fjarlestur
  • Ganga undan og vísa og nýggjar/innovativar hættir at taka talgilda tøkni í nýtslu

Um teg

Vit ímynda okkum, at tann rætti/a til starvið hevur eina viðkomandi universitetsútbúgving og hevur hollar arbeiðsroyndir innan KST. Vit hava í væntu, at tú:

  • Hevur áhuga og áræði alsamt at halda teg væl kunnaða/n um nýggjastu tøknina innan undirvísing og læring
  • Dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum/skandinaviskum og enskum
  • Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
  • Hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt

Umsókn, freist og samband

Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært viðkomandi sáttmála.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. januar 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Sigurð í Jákupsstovu, rektara, á tel. 292503 ella SigurdJ@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.