Skriva út

Leiðsluskrivari

Nýstovnað starv sum leiðsluskrivari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja.


Um starvið

Sum leiðsluskrivari fært tú møguleika fyri at arbeiða við sera fjølbrøyttum uppgávum á Setrinum í tøttum samarbeiði við leiðslu og starvsfólkum sum heild. Høvuðsuppgávurnar hjá nýggja leiðsluskrivaranum verða:

  • at virka sum skrivari hjá fyrisitingarstjóra og rektara
  • luttaka á fundum sum skrivari, har Setrið hevur skrivaraábyrgd
  • at samskipa fundarvirksemi og samskifti hjá leiðsluni
  • uppfylging í samband við málsviðgerð innanhýsis
  • at virka sum journalábyrgdari
  • arbeiða saman við øðrum at orða/endurskoða mannagongdir fyri ymiskt virksemi á Setrinum
  • at røkja aðrar vanligar skrivarauppgávur, so sum at taka ímóti gestum, svara telefon og í ávísan mun standa fyri rættlestri

Um teg

Vit ímynda okkum, at tann rætti persónurin til starvið hevur eina viðkomandi útbúgving og hevur hollar arbeiðsroyndir sum skrivari, einahelst leiðsluskrivari. Vit hava í væntu, at tú:

  • Hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum innan fyrisiting
  • Hevur góðan kunnleika innan journalarbeiði
  • Hevur góðar telduførleikar (serliga í mun til Microsoft Office-forrit)
  • Dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum/skandinaviskum og enskum
  • Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
  • Hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt

Umsókn, freist og samband

Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært viðkomandi sáttmála.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. januar 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Johan Ísak Suna Hansen, fyrisitingarstjóra, á tel. 292504 ella JohanH@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.