Skriva út

Spennandi starv sum Lestrarskrivstovuleiðari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja.

Um starvið

Lestrarskrivstovan tekur sær av nógvum ymiskum fyrisitingarligum uppgávum í sambandi við lestur á Setrinum. Skrivstovan er partur av Setursskrivstovuni, og starvsfólkini samskifta og samstarva dagliga við lesandi og starvsfólk á øllum deildum á Setrinum.

Umframt at hava ábyrgd av at skipa dagliga virksemið á Lestrarskrivstovuni, verða fremstu uppgávur tínar m.a. at:
• hava ábyrgd av upptøku og innleiðslu av nýggjum lesandi
• samskipa prógvhandan
• samskipa arbeiðið við at menna fyrisitingarliga partin av útbúgvingarvirkseminum á Setrinum
• stuðla undir góðum lestrarlívi
• vera við til at góðskutryggja skrásetingar og hagtøl yvir lesandi og útbúgvingar á Setrinum

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú hevur universitetsútbúgving á kandidatstigi og viðkomandi royndir. Vit hava í væntu, at tú: 
• hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum innan fyrisiting
• hevur góðar fyrisitingarligar førleikar
• hevur góðan munnligan og skrivligan málkunnleika, serliga í føroyskum, donskum/norðurlendskum og enskum
• hevur góð samstarvsevni, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt
• nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
• hevur jaligan hugburð og góð evni at samskifta við onnur
• ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
• hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður

Umsókn, freist og samband

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett í samsvari við reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. apríl 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo. Starvið verður sett skjótast til ber.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Johan Ísak Suna Hansen, fyrisitingarstjóra, á tel. 292504 ella JohanH@setur.fo fyri at fáa meiri at vita um starvið.