Skriva út

Lestrarvegleiðari til Fróðskaparsetur Føroya

Spennandi starv sum lestrarvegleiðari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja.

Um starvið
Fremsta uppgávan hjá vegleiðaranum er, saman við vegleiðaratoyminum, at vegleiða og virka fyri trivnaði millum lesandi – bæði í bólki og sum einstaklingar og at virka fyri at lesandi fullføra útbúgvingina til ásett áramál.

Høvuðsuppgávur

  • Vegleiða í fakligum og persónligum viðurskiftum sum hava samband við lesturin
  • Taka lut í átøkum at fyribyrgja fráfalli
  • Luttaka í menningini av lestrarumstøðunum á Setrinum
  • Leggja til rættis og fremja læristuðlandi tiltøk til lesandi
  • Luttaka í arbeiðinum at upplýsa og kunna um útbúgvingar

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur hægri útbúgving í vegleiðing og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir á universitetsøkinum. Vit  vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri menniskjum og trivnaðarmálum
  • Góð samstarvsevni
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samskipa arbeiðsuppgávur
  • Opin og uppsøkjandi
  • Góð innlivingarevni
  • Tolin og fleksibul
  • Námsfrøðiligar førleikar
  • Vitan um og innlit í útbúgvingarskipanir í Føroyum og aðrastaðni
  • Vitan um og áhuga fyri føroyskum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum
  • Hevur góðan munnligan og skrivligan málkunnleika, serliga í føroyskum og enskum máli

Umsókn, freist og samband
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett í samsvari við reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. november 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo. Starvið verður sett skjótast til ber.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Johan Ísak Suna Hansen, fyrisitingarstjóra, á tel. 292504 ella JohanH@setur.fo fyri at fáa meiri at vita um starvið.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum. Les meira um Setrið á www.setur.fo.