Skriva út

Lívfrøðingur til Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya

Eitt vísindastarv í mýlalívsvísindum er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini við setan frá 1. januar 2024.

Starvsøkið

Starvið fevnir um gransking, undirvísing og fyrisiting.

Undirvísingin verður í evnum á bachelorútbúgvingunum í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Talan er serliga um undirvísing, vegleiðing, ráðlegging og samskipan av evnum í mýlskari lívfrøði og bioinformatikki. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við starvsfólk, sum frammanundan eru knýtt at útbúgvingunum.

Granskingarparturin í starvinum verður í stóran mun tongdur at serøki umsøkjarans. Tað er viðkomandi, at tað í umsóknini verður víst á møguleikar fyri samstarvi við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og uttanlands.

Førleikar

Fyri at verða settur í starv skal umsøkjarin hava lokið viðkomandi kandidatútbúgving og hava ph.d. útbúgving í mýlalívsvísindum. Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava arbeitt á havlívfrøðiliga økinum. Umsøkjarin skal serliga hava royndir á hesum økjum: bioinformatikki, biostatistikki, kyknulívfrøði, arvalæru, starvsstovuarbeiði í mýlalívsvísindum o.l.

Starvið verður sett á lektara- ella adjunktstigi, treytað av førleika umsøkjarans.

Lektarastarv er fast starv. Lektari skal hava sera góðan vísindaligan og fakligan førleika á sínum øki. Lektari skal hava góðan pedagogiskan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.

Adjunktstarv er tíðaravmarkað starv, har tann setti skal virka fyri at menna sínar førleikar til at verða ájavnt við lektaraførleika. Adjunkttíðin er vanliga 4 ár, men kann, um umstøðurnar tala fyri tí, avtalast til 6 ár. Í góðari tíð, áðrenn adjunkttíðin gongur út, skal adjunkturin lata seg lektarameta, og adjunkturin kann setast í starv sum lektari, um metingin er jalig, og um umstøðurnar loyva hesum.

Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast CV, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvsroyndir, avrit av próvskjølum umframt stutt lýsing av granskingaráhugamálum. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og í mesta lagi 5 tey mest týðandi vísindaavrikini hjá umsøkjaranum skulu leggjast við umsóknini.

Umsóknir skulu skrivast á enskum og sendast her.

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist

Umsóknarfreist er 30.09.2023.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jónrit Halling, jonrith@setur.fo, lektara á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá  okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.