Skriva út

Eitt vísindastarv í lívfrøði er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini við setan frá 1. januar 2019 ella skjótast gjørligt. Talan er um lektarastarv ella adjunktstarv sambært førleika umsøkjarans.

Starvsøkið
Starvið fevnir um gransking, undirvísing og fyrisiting.

Undirvísingin verður í evnum í bachelorútbúgvingini í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Talan er serliga um undirvísing, vegleiðing, planlegging og samskipan av evnum í almennari lívfrøði við serligum denti á vistfrøði á landi og í havinum. Fróðskapar­setrið arbeiðir við at menna nýggj útbúgvingartilboð, og umsøkjarin kann tí sum frálíður eisini verða knýttur at øðrum útbúgvingum.

Granskingarparturin í starvinum verður í stóran mun tengdur at serøki umsøkjarans. Fyrimun hava umsøkjarar við góðum granskingarførleika við atliti at havumhvørvinum. Tað er viðkomandi, at tað í umsóknini verður víst á møguleikar fyri samstarvi við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og uttanlands.

Førleikar
Fyri at verða settur í starv skal umsøkjarin hava lokið útbúgving sum lívfrøðingur, hava viðkomandi  ph.d. útbúgving og hava viðkomandi starvsroyndir. Umsøkjarar skulu hava førleika at undirvísa innan helst fleiri av hesum økjum: vistfrøði, djórafrøði, havlívfrøði, fiskalívfrøði, mýlalívfrøði, biostatistikk, ella líknandi øki.

Starvið verður sett á lektara- ella adjunktstigi, treytað av førleika umsøkjarans.

Lektarastarv er fast starv. Lektari skal hava sera góðan vísindaligan og fakligan førleika á sínum øki. Lektari skal hava góðan pedagogiskan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.

Adjunktstarv er tíðaravmarkað starv, har tann setti skal virka fyri at menna sínar førleikar til at verða ájavnt við lektaraførleika. Adjunkttíðin er vanliga 4 ár, men kann, um umstøðurnar tala fyri tí, avtalast til 6 ár. Í góðari tíð, áðrenn adjunkttíðin gongur út, skal adjunkturin lata seg lektarameta, og kann adjunkturin setast í starv sum lektari, um metingin er jalig og um umstøðurnar loyva hesum.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast CV, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvssroyndir, avrit av próvskjølum, umframt lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og í mesta lagi 5 tey mest týðandi vísindaavrikini hjá umsøkjaranum skulu leggjast við umsóknini.

Umsóknir skulu skrivast á enskum og sendast við telduposti til umsokn@setur.fo.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreist er 20. oktober 2018.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula Joensen, hanspj(at)setur.fo, dekani á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.