Skriva út

Námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði

Eitt námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði er leyst at søkja á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett frá 1. januar 2021.

Starvsøki
Arbeiðið hjá námslektaranum fevnir um undirvísing í sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir. Námslektarin er harafturat við til at skipa og menna undirvísingina til sjúkrarøktarfrøðing. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðararnar, undirvísararnar á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði, starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar sum t.d. á tí kliniska økinum.

Førleikar
Umsøkjarin skal vera sjúkrarøktarfrøðingur við kliniskum royndum í sjúkrarøkt í minsta lagi trý ár og hava hægri útbúgving á master-stigi (120 ECTS). Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • kunnleika til útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing á DHS
  • royndir við at undirvísa
  • granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum
  • góð samskiftis- og samstarvsevni

Starvið sum námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektarin skal hava góðan fakligan førleika, vísindaligan førleika, umframt góðan námsfrøðiligan førleika. Við tað, at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin umframt ástøðiliga fakøkið eisini hevur klinisk fakøki, eru kliniskar royndir og innlit í føroyska Heilsu- og almannaverkið, heilsu- og fyribyrgingarstovnar undir landinum og Kommunufelagnum ein fyrimunur. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð. Tó eru granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum av týdningi.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, arbeiðsroyndir, royndir á kliniska økinum í sjúkrarøktarfrøði við undirvísing og gransking, umframt samskipan í heilsuverkinum.
Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn(at)setur.fo.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 14/11-2020

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til varadekanin May-Britt Skoradal, maybritts(at)setur.fo , tlf. 292253, ella til Magna Mohr, dekan, magnim(at)setur.fo, tlf. 292270.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.