Skriva út

Námslektari í bókmentafrøði á Fróðskaparsetrinum

Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir bókmentafrøðingi til tíðaravmarkað avloysarastarv.

Starvið fevnir um undirvísing í føroyskum og norðurlendskum bókmentum, serliga úr nýggjari tíð, umframt ritgerðavegleiðing og luttøku í øðrum virksemi, sum er knýtt at undirvísingini í bókmentum á Føroyamálsdeildini. Starvið er tíðaravmarkað avloysarastarv í eitt ár, frá 1. august 2021 til 31. juli 2022.

Føroyamálsdeildin bjóðar út BA- og MA-útbúgving umframt hjánám í Føroyskum og BA-útbúgving í Listaligum arbeiði. Á deildini eru 14 starvsfólk í føstum starvi og 54 lesandi.

Førleikar
Námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektari skal hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika, fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing, men fyrst og fremst góðan pedagogiskan førleika og vera góður undirvísari. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð.

Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava universitetsútbúgving í bókmentum á kandidatstigi og hava góðan førleika í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.

Fyrimun hava umsøkjarar við:

• góðum undirvísingarførleika og undirvísingarroyndum
• royndum frá undirvísing á universitetsstigi
• Ph.d. ella rímiligum vísindaligum førleika og innliti í granskingarvirksemi á universitetsstigi

Harumframt er umráðandi, at tann, sum sett/ur verður, hevur góð samstarvsevni og megnar at gerast partur av dagligu arbeiðsgongdini á einari universitetsdeild.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir.

Umsóknin skal sendast teldutøk til umsokn@setur.fo.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreist er mánadagin 17. mai 2021.

Neyvari upplýsingar
Neyvari upplýsingar fáast við at venda sær til Berg Djurhuus Hansen, dekan á Føroyamálsdeildini, bergurdh@setur.fo. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya og útbúgvingina í Føroyskum á Føroyamálsdeildini síggjast á www.setur.fo


Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.