Skriva út

Ph.d.-lesandi til verkætlan um føroyska fiskivinnusøgu í nýggjari tíð

Fróðskaparsetrið søkir eftir einum ph.d.-lesandi til verkætlan um føroyska fiskivinnusøgu at byrja 1. september 2019 ella eftir nærri avtalu. Verkætlanin verður fíggjað av Mentamálaráðnum.

Um verkætlanina

Verkætlanin hevur heitið “Føroysk fiskivinnusøga eftir seinna heimsbardaga”, og endamálið er at lýsa og viðgera týðandi tættir í føroyskari fiskivinnusøgu eftir 1945. Ein týðandi partur av verkætlanini er at viðgera tey sonevndu Beta-skjølini, sum fevna um skjølini frá virkseminum hjá reiðarínum Beta innan fiskivinnu árini 1977-2006. Verkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Mentamálaráðið og tey avvarðandi av Beta-skjølunum. Av tí at upprunaligu skjølini verða varðveitt í Runavík, fer partur av granskingararbeiðinum fram har.

Starvið

Talan er um 3 ára ph.d.-lestur við innskriving á Fróðskaparsetri Føroya sambært Kunngerð nr. 63 frá 24. mai 2016 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-lesturin fer at umfata skeið á 30 ECTS, har meginparturin verður tikin aðrastaðni enn í Føroyum. Í hesum sambandi verður mælt til, at samstarv verður gjørt við annað universitet um dupulta innskriving og vegleiðara.
Vegleiðari verður viðkomandi granskari á Søgu- og samfelagsdeildini og ein frá granskingarstovni ella samstarvsuniversiteti uttanlands. Ph.d.vegleiðingin verður skipað eftir nærri avtalu.

Førleikar

Umsøkjarar skulu hava viðkomandi kandidatútbúgving í søgu ella øðrum faki, sum er viðkomandi fyri verkætlanina. Vit leggja dent á, at umsøkjarin:
- hevur hegni og royndir innan søgu- ella samfelagsvísindalig háttaløg og ástøði.
- hevur innlit í vinnuligar, búskaparligar og lívfrøðiligar spurningar, serliga í sambandi við nýggjari fiskivinnusøgu.
- dugir at leggja arbeiðið sjálvstøðugt til rættis.
- dugir væl at samstarva, samskifta, er nærløgd/lagdur og ágrýtin.
- hevur góðan málkunnleika í føroyskum og enskum.
- hevur teldukunnleika á brúkarastigi.
- er málrættaður og megnar at loysa arbeiðsuppgávur til ásetta tíð.

Umsókn

Umsóknin skal fevna um:
- Motiveraða umsókn.
- Verkætlanarlýsing (4-6 síður), sum lýsir, hvussu tú hugsar tær verkætlanina lagda til rættis.
- Tíðarætlan fyri tey trý árini.
Tað er ein fyrimunur, at tú eisini hevur gjørt tær nakrar hugsanir um, hvørjir útlendskir samstarvspartar og eksternur vegleiðari kundu verið áhugaverd at gjørt samstarvsavtalu við; men tað er ikki eitt krav, at ein liðug avtala er fyri hendi.
Við umsóknini skulu leggjast avrit av prógvum, CV, møgulig viðmæli, yvirlit yvir vísindaligar útgávur og talgild avrit av viðkomandi vísindaligum útgávum.
Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo.

Setanartreytir

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Setanin er treytað av, at neyðugi fíggingarleisturin til eina ph.d.-verkætlan fylgir teimum mannagongdum, landsins játtanarskipan ásetir.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreist er 15. august 2019.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Andrias Sølvará, hansas@setur.fo, og Andras Mortensen, andrasm@setur.fo, lektarum á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.