Skriva út

Endurlýsing - tillagað krøv 

Rektari til Fróðskaparsetur Føroya

Megnar tú at leiða gransking og útbúgving á altjóða stigi? Standa á odda fyri 1000 lesandi, 24 útbúgvingum og 144 starvsfólkum? Og stendur tú á sterkum akademiskum grundvølli?


Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir rektara við drúgvum leiðsluroyndum og neyvum kunnleika til granskingar- og útbúgvingarøkið. Starvið er tíðaravmarkað til fimm ár.

Við tilvísing til stýrið fært tú dagligu leiðsluna á Fróðskaparsetrinum um hendi. Tú hevur ábyrgdina av at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum viðkomandi gransking og útbúgvingar á altjóða stigi. Harumframt verður tað tín uppgáva at ganga á odda í arbeiðinum at styrkja støðuna hjá Fróðskaparsetrinum sum leiðandi vitanardepli í Norðuratlantshavi.

FØRLEIKAR

Stýrið fer í eini heildarmeting av umsøkjarunum at leggja dent á hesi viðurskifti, tá starvið verður sett:

  • Tú hevur leiðsluroyndir og hollan kunnleika til granskingar- og útbúgvingarøkið.
  • Tú hevur visjónir, hugsar strategiskt, dugir at fremja ætlanir í verki og eftirmeta tær.
  • Tú dugir væl at samskifta og málbera teg.
  • Tú ert álitisvekjandi og hevur høgan integritet og loyalitet.
  • Tú hevur eina sterka akademiska bakgrund og undirvísingarroyndir á hægri lærustovni.
  • Tú verjir granskingarfrælsið og vísindaliga siðalæru.
  • Tú dugir at samstarva við granskingarstovnar og vinnulív, bæði í føroyskum og altjóða høpi, og í hesum sambandi styrkja fíggjarliga grundarlagið hjá Fróðskaparsetrinum.
  • Tú hjálpir til, um trupulleikar og avbjóðingar stinga seg upp og torir at taka avgerðir – eisini tær ófjálgu.
  • Tú sært ymiskleika sum eina styrki og dugir at netverka og fremja tvørgangandi samstarv.

SETANARTREYTIR

Starvið verður lønt samsvarandi 39. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønin er 15%. Harafturat er ein viðbót fyri áramálssett starv, sum tó ikki er eftirlønargevandi.

UMSÓKN OG FREIST

Umsóknarfreistin er 28. mai 2019. Rektarin skal byrja í starvinum 1. september 2019, og starvið er tíðaravmarkað í fimm ár til 31. august 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Ólav Ellefsen, stýrisformann, Fróðskaparsetur Føroya, tel. 556600.

Umsókn við útbúgvingarprógvum og øðrum viðkomandi skjølum skulu stílast Ólavi Ellefsen við telduposti á adressuni olavurellefsen@setur.fo. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

_____________________________________________________________________________________

Fróðskaparsetur Føroya er lærdur háskúli og granskingardepil. Fróðskaparsetrið fremur undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er ein sjónligur og virkin leikari, ið leggur eina vísindaliga grund undir mentanarligt, samfelagsligt og vinnuligt virksemi. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til eina mentan, ið skapar samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, har hetta er ásett í lógini.

Á Fróðskaparsetrinum eru 24 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi, og yvir 140 starvsfólk. Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanhýsis stuðuli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum.