Skriva út

Starv sum húsavørður á Fróðskaparsetri Føroya

Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir húsavørði. 

Um starvið

Talan er um eitt spennandi starv sum húsavørður á Fróðskaparsetri Føroya og fyri stovnarnar á Debesartrøð. Sum húsavørður á Fróðskaparsetrinum kemur tú at arbeiða í einum toymi saman við trimum øðrum húsavørðum. Starvsbyrjan er tann 1. september ella skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur

Uppgávurnar hjá húsavørðinum eru m.a. at:

Bygningar

  • Hava fakligu ábyrgdina av røkt og viðlíkahaldi av bygningum
  • Vera við at áseta tær uppgávur, ið byggi- og el-fyritøkur gera fyri stovnarnar, og hava eftirlit við, at uppgávurnar verða gjørdar sum avtalað
  • Verða millumlið ímillum stovnar og veitarar
  • Umsita og loypandi dagføra tekningar og aðrar skrásetingar av installatiónum

Uttanduraøki

  • Røkja og viðlíkahalda uttanduraøkini
  • Rudda kava

Serligar uppgávur

  • Ábyrgd av rakstri og viðlíkahaldi av ventilatiónsskipan á kanningarstovunum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og aðrar tekniskar uppgávur í hesum sambandi, t.d. spillvatnsskipan og analysutólum

Aðrar uppgávur

  • Hjálpa til, tá tiltøk eru á stovnunum
  • Gera annað fyrifallandi húsavarðaarbeiði
  • Verða millumliður millum stovnarnar og náttarvaktarskipanir

Um teg

  • Útbúgving sum handverkari, helst innan fínmekanikk-, el-, ella maskinøkið
  • Hollar starvsroyndir og góðan røkiskap
  • Hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð evni at samskifta við onnur
  • Hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður
  • Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar

 

Fyrimunir

  • Royndir frá líknandi arbeiði
  • Gott tekniskt innlit í handverkaraarbeiði, VVS og el-skipanir sum heild
  • Teldukunnleiki

Umsókn

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir.

Umsóknir skulu sendast til umsokn@setur.fo

Løn og setanartreytir

Arbeiðsstaðurin er í løtuni útfrá verkstaði á Heilsufrøðiligu starvsstovuni á Debesartrøð. Starvið verður sett í samsvari við sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 15. august 2022.

Nærri upplýsingar
Neyvari fæst at vita um starvið við at venda sær til Hugin Skaalum, fíggjarleiðara, tlf 292507, hugins@setur.fo ella Bárð Enni, stjóra á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, tlf 556400, hfs@hfs.fo

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá  okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Stutt um stovnarnir á Debesartrøð og húsavarðaskipanina: Stovnarnir á Debesartrøð sum húsavørðurin er knýttur at eru: Heilsufrøðiliga starvsstovan, Havstovan, Landsbókasavnið, Tjóðsavnið, Tjóðskjalasavnið og Fróðskaparsetur Føroya. Fysiskt eru stovnarnir rundanum Debesartrøð, men bygningar og leigumál eru eisini aðrastaðni í Tórshavn.