Skriva út

Søkt verður eftir námslektara til námsfrøðingaútbúgvingina í grundfakinum “serøkið”. Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 15. oktober 2021 til 30. juni 2022.

Um deildina

Deildin hevur sum høvuðssetning at veita læraraútbúgving og útbúgving til námsfrøðingar (til dagstovnaøkið, forskúla og til børn og vaksin við serligum tørvi), og somuleiðis at geva íkast til aðrar liðir í undirvísingarøkinum.

Deildin, sum hevur nøkur og 30 starvsfólk og 350 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar (sum eisini eru útbúgvingarleiðarar) og ein deildargranskingarleiðari.

Starvsøkið

Starvið er undirvísingarstarv við atknýttum uppgávum og samstørvum.  

 Førleikar

Starvið verður sett sum námslektarastarv sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya.

Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava hóskandi kandidat- ella masterútbúgving í viðkomandi fakøki.

Dentur verður lagdur á, at umsøkjari hevur góðan førleika at undirvísa og miðla, hevur góð samstarvsevni, er virkisfús/ur og hugaður at arbeiða í toymi.

Undirvísingarroyndir á hægri stigi telja til fyrimuns. Somuleiðis hava umsøkjarar, ið hava førleika at  undirvísa í atknýttum og/ella líknandi fakøkjum, ein fyrimun. Eisini er ein fyrimunur at kenna til námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga yrkið.

 Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðs­royndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks.

Eisini kann yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og í mesta lagi 5 tey bestu vísinda­avrik umsøkjarans kunnu leggjast við umsóknini.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt til umsokn@setur.fo

Løn- og setanartreytir

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya

Freist

Umsóknar­freist er 5. juli 2021.

Nærri kunning
Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Anniku Antoniussen, annikaa@setur.fo , útbúgvingarleiðara, ella Erlu Olsen, erlao@setur.fo , dekani á Námsvísindadeildini.

 

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.