Skriva út

Undirvísingarstarv í smábarnafrøði á Fróðskapar­setri Føroya

Starvið er eitt tíðaravmarkað námslektarastarv á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, við setan frá 1. januar til 30. juni 2019.

Starvsøkið
Starvið fevnir um undirvísing í linjugreinini smábarnafrøði í útbúgvingini til námsfrøðing.

Førleikar
Starvið verður sett sum námslektarastarv sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya.

Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava hóskandi kandidat- ella masterútbúgving innan námsfrøðiliga økið.

Fyrimun hava umsøkjarar við námsfrøðiligari grundútbúgving og/ella royndum í námsfrøðiligum arbeiði, eins og undirvísingarroyndir á universitetsstigi eisini telja til fyrimuns.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðs­royndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks.

Eisini kann yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og í mesta lagi 5 tey bestu vísinda­avrik umsøkjarans kunnu leggjast við umsóknini.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt til umsokn@setur.fo

Setanargongd
Umsóknin verður viðgjørd í eini setanarnevnd. Sum partur av heildarmetingini av førleikum umsøkjarans kann talan verða um at koma til eina samrøðu.

Freist
Umsóknar­freist er 11.11.2018. Miðað verður eftir at seta starvið frá 01.01.2019.

Nærri kunning
Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Anniku Antoniussen, annikaa@setur.fo, útbúgvingarleiðara, og Erlu Olsen, erlao@setur.fo, dekani á Námsvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.