Skriva út

Útbúgvingarsamskipari

Starv sum útbúgvingarsamskipari á Fróðskaparsetrinum leyst at søkja

Søkt verður eftir dugnaligum samskipara til nýggju útbúgvingina í listaligum arbeiði og til at luttaka í menningini og altjóðagerðini av masterútbúgvingum á Fróðskaparsetrinum.

Uppgávurnar í starvinum eru m.a.:

  • Vera við til at røkja og menna samstørv við útbúgvingarstovnar uttanlands
  • Samskipa og vera við til at menna tiltøk, t.d. ráðstevnur og seminar, sum eru knýtt at útbúgvingini í listaligum arbeiði og altjóða masterútbúgvingum
  • Samskipa avtalur við leysalærarar í samstarvi við avvarðandi skrivstovur og útbúgvingarleiðarar
  • Taka lut í fyrifallandi umsitingarligum uppgávum í sambandi við kunning um útbúgvingarnar, upptøku og tilrættislegging av undirvísing

 

Um teg

Tað er ein treyt, at tú hevur 5 ára universitetsútbúgving og arbeiðsroyndir, sum eru viðkomandi fyri starvið.

  • Hevur áhuga og hegni til at arbeiða við uppgávum innan bæði menning og umsiting
  • Dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum/skandinaviskum og enskum
  • Nært ásettum málum og trívist við ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini hevur góð samstarvsevni

 

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Starvsstað

Føroyamálsdeildin, men arbeiðið kann eisini fevna um viðkomandi uppgávur á øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum.

Umsókn

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir viðkomandi avrik og arbeiðsroyndir.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt til umsokn@setur.fo.

Umsóknarfreistin er 26. august 2019. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast til ber.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Berg Djurhuus Hansen, dekan á Føroyamálsdeildini, tlf. 292542; bergurdh@setur.fo.