Skriva út

Verkætlanarsamskipari       

Nýtt starv sum verkætlanarsamskipari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja.

 

Um starvið

Søkt verður eftir dugnaligum og vælútbúnum starvsfólki at standa á odda fyri menningini av nýggjari verkætlanareind á Setrinum, sum hevur til endamáls at samskipa og styrkja grundarlagið fyri inntøkufíggjaðum virksemi. Uppgávurnar snúgva seg m.a. um at:

  • Fáa til vega uttanhýsis fígging til granskingarverkætlanir
  • Menna samstarv við vinnulív, myndugleikar og granskingarstovnar
  • Skipa karmar fyri nýskapandi virksemi og menning
  • Samskipa eftirútbúgvingar- og skeiðsvirksemið hjá Setrinum

Um teg

Tað er ein treyt, at tú hevur 5 ára universitetsútbúgving og arbeiðsroyndir viðkomandi fyri starvið. Kunnleiki og royndir innan universitetsumsiting telur til fyrimuns. Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum innan bæði menning og fyrisiting
  • Dugir væl at orða teg í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum/skandinaviskum og enskum
  • Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
  • Hevur góð samstarvsevnir, men dugir somuleiðis væl at arbeiða sjálvstøðugt

Umsókn, freist og samband

Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært viðkomandi sáttmála.

Umsókn, ævilýsing og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. februar 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Sigurð í Jákupsstovu, rektara, á tel. 292503 ella á SigurdJ@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.