Skriva út

Á Náttúruvísindadeildini er eitt vísindastarv í verkfrøði leyst at søkja

Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði og verkfrøði og hjánám í støddfrøði. Deildin stuðlar eisini undirvísing í náttúruvísindum og tøkni á øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum. Á deildini eru í løtuni umleið 25 starvsfólk og umleið 70 lesandi.

Starvið

Náttúruvísindadeildin fyrireikar eina nýggja verkfrøðiútbúgving til at byrja á heysti 2021. Talan er um eina 3½ ára bachelorútbúgving, har lesandi í seinnu helvt av lestrinum kunnu velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella elverkfrøði. Søkt verður nú eftir vísindafólki í verkfrøði, ið skal vera við til at leggja útbúgvingina til rættis og at undirvísa í pørtum av henni.

Høvuðsuppgávan í starvinum verður, í samstarvi við toymi á Náttúruvísindadeildini, at menna og undirvísa skeið í byggiverkfrøði. Gransking í starvinum verður serliga tongd at byggiverkfrøði og at førleikum og royndum umsøkjarans.

Starvið verður sett fyribils í trý ár við møguleika fyri leinging, um umstøðurnar tala fyri tí.

Starvssetanin verður sum adjunktur ella lektari sambært førleika og royndum umsøkjarans.

Førleikar

Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi universitetsútbúgving (t.d. cand.polyt., cand.scient, Master of Engineering, Master of Science ella tilsvarandi) og hava viðkomandi starvsroyndir. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari eisini hevur viðkomandi ph.d.-útbúgving.

Umsøkjarar við góðum førleikum innan nøkur av hesum økjum hava fyrimun: tilfarslæra, konstruktiónir, statikkur, byggitøkni, jarðtøkni. Tað er stórur fyrimunur at hava royndir við hægri undirvísing og/ella gransking. Tað hevur stóran týdning, at umsøkjarar duga væl føroyskt og hava góðan málførleika í einum skandinaviskum máli og í enskum máli.

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður), CV, yvirlit yvir vísindaligar útgávur, lýsing av granskingaráhugamálum, og kunning um royndir við undirvísing. Í mesta lagi 5 tær bestu útgávurnar kunnu leggjast við umsóknini, umframt lýsing av týðandi leiklutum í verkfrøðiligum verkætlanum.

Umsóknin skal skrivast á enskum og sendast talgild til umsokn@setur.fo.

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist

Umsóknarfreistin er 14. mars 2021. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast til ber eftir nærri avtalu við tann, ið fær starvið.  

Nærri upplýsingar

Umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Hans Paula Joensen, hanspj@setur.fo, dekan á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru á www.setur.fo.  

 

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 60 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.