Skriva út

Vísindaligt hjálparfólk til Søgu- og samfelagsdeildina

Starvsøki

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt tíðaravmarkað starv í samfelagsfrøði leyst at søkja. Vit sóknast eftir einum vísindaligum hjálparfólki, sum kann styrkja tvørfakliga umhvørvið á deildini. Starvið kemur undirvísingarliga at verða knýtt at masterlæruni, men tann setta/i kann eisini rokna við at skula vera við til at menna og undirvísa á øðrum útbúgvingum.

Førleikakrøv

Fyri at verða sett/ur í starv er ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki ynskiligt, men umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi 2 ára master ella kandidatútbúgving innan samfelagsvísindaliga økið. Umsøkjarar við royndum innan samfelagsplanlegging hava fyrimun.

Góður málkunnleiki krevst í skandinaviskum máli og enskum, umframt at tað er ein fyrimunur at duga føroyskt og hava innlit í samfelagsviðurskifti í Føroyum og Útnorðri.

Dentur verður lagdur á, at tú hevur góðar undirvísingarførleikar, góð samstarvsevni og ert virkisfús/ur.

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst HER. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðsroyndir. Vísindaligar útgávur/greinar kunnu leggjast við umsóknini. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við ummæli og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Onnur viðurskifti

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt til umsokn@setur.fo.

Umsóknarfreistin er 15. juli 2019. Starvið verður sett sum skjótast. Setanin er tíðaravmarkað til tvey ár.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, virkandi dekan, tlf. 292503; sigurdj@setur.fo ella Eriku Anne Hayfield, útbúgvingarleiðara, tlf. 292597; erikah@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo