Skriva út

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt vísindastarv sum adjunktur ella sum námslektari í búskaparfrøði ella virkisfrøði leyst at søkja

Starvsøki

Starvið sum adjunktur fevnir um gransking og undirvísing í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði, meðan námslektarastarv í høvuðsheitum fevnir um undirvísing í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði.

Tann setti kann eisini koma at undirvísa á øðrum útbúgvingum enn búskaparfrøði.

Førleikar

Til starvið sum adjunktur er treyt, at umsøkjarar hava lokið ph.d. ella eru við at gera hetta liðugt.

Tey, sum søkja starvið sum námslektari, skulu hava hóskandi útbúgving á kandidatstøði. Umsøkjarar við góðum vísindaligum og fakligum førleika á sínum øki hava fyrimun.

Kunnleiki um viðurskiftini í føroyska búskapinum er ein fyritreyt, og royndir við undirvísing á universitetsstigi er ein fyrimunur. Góður málkunnleiki krevst í føroyskum og enskum máli.

Umsøkjarar við ph.d. hava ein fyrimun, men setanarnevndin tilskilar sær rætt til út frá eini heildarmeting at tilmæla tann umsøkjara, sum hóskar best til profilin og tørvin hjá deildini.

Umsókn

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, vísindalig avrik og arbeiðsroyndir.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við ummæli og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 5 vísindaligar greinir. Við atliti at metingarnevndini skal umsóknin skrivast á enskum.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt.

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Fyri adjunkt starvið verður sett metingarnevnd at meta um førleikar umsøkjaranna. Hvør umsøkjari fær sendandi metingina av sínum førleikum.

Freist

Umsóknarfreist er 14. mai 2021. Miðað verður eftir at seta starvið 1. august 2021.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til Hans Ellefsen, útbúgvingarleiðara, hanse@setur.fo ella til Hans Andrias Sølvará, dekan, hansas@setur.fo.

 

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.