Skriva út

Vísindastarvsfólk í búskaparfrøði


Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er eitt vísindastarv sum adjunktur í búskaparfrøði leyst at søkja.

Um starvið
Søkt verður eftir einum búskaparfrøðingi (nationaløkonomi) til vísindastarv á Fróðskaparsetri Føroya. Yvirskipaða uppgávan hjá starvsfólkinum verður at vera partur av toyminum, ið arbeiðir við at menna bachelornámið í búskaparfrøði og virkisfrøði á Setrinum – haruppií eisini at átaka sær ávísar uppgávur fyri Búskaparráðið.

Ítøkiligu uppgávurnar hjá vísindastarvsfólkinum verða at standa fyri skeiðum í búskaparfrøði og at menna gransking í evninum.

Um teg
Umsøkjarar skulu antin hava eina ph.d. ella vera um at vera liðug við eina ph.d. í búskaparfrøði. Umsøkjarar skulu hava góðan vísindaligan og fakligan førleika á teirra øki. Umsøkjarar við skjalfestari gransking í búskaparfrøði hava fyrimun.
Umsøkjarar skulu hava góðan pedagogiskan førleika og hollar fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking. Royndir við undirvísing á universitetsstigi er ein avgjørdur fyrimunur. Harumframt verður dentur lagdur á áræði, samstarvsevni og fakligan áhuga í føroyskum búskaparviðurskiftum.
Kunnleiki um viðurskiftini í føroyska búskapinum er ein fyrimunur. Góður málkunnleiki krevst í skandinaviskum máli og enskum, umframt at tað er ein fyrimunur at duga føroyskt.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðsroyndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum viðvíkjandi undirvísing og gransking.
Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við ummæli og eftirmetingum, um tær eru til taks.
Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 5 vísindaligar greinir. Umsóknin skal skrivast á enskum.
Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgild, tó verða bøkur o.tíl. at senda inn í fýra eintøkum.

Setanargongd, freist og samband
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála við Akademikarafelag Føroya.
Umsóknarfreistin er 01.11.2020. Miðað verður eftir at seta starvið 01.01.2021.
Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo.
Tú kanst fáa nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Jóannes Jacobsen, lektara, joannesj@setur.fo, ella til Hans Andrias Sølvará, dekan á Søgu- og Samfelagsdeildini, hansas@setur.fo.
Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetri Føroya eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Nærum 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.