University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

Fróðskapur

Útgáva av vísindaligum bókum og ritum

Fróðskapur er bókaforlag, ið Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya eiga í felag. 

Forlagið gevur í meðal 5 bøkur út árliga í prentaðari útgávu.

Fróðskapur varð stovnað sum smápartafelag á heysti 2005 og tók tá yvir bókaútgávuvirksemið, sum áhugafelagið Føroya Fróðskaparfelag hevði rikið síðan 1952.

Fróðskapur heldur fram at geva út tær tríggjar bókarøðirnar, sum Fróðskaparfelagið byrjaði.

-Supplementum
-Fróðskaparrit
-Onnur Rit

Útgávuyvirlit er at finna á undirsíðunum á vinstra bredda,

Allar útgávur forlagsins eru eisini at finna á ojs.setur.fo. Her finnast allar greinar í Fróðskaparritum talgilt og gott 60 av bókunum eisini. Miðjað verður eftir at fáa allar bøkurnar, sum eru eldri enn 2 ár, út talgilt.Hesar verða lagdar afturat, so hvørt tær eru tøkar.  

Samband
Nevnd fyri Fróðskap sp/f
  • Andras M. Mortensen, nevndarformaður
  • Zakaris S. Hansen, næstformaður
  • Erling Isholm, nevndarlimur
  • Annika Sølvará, nevndarlimur og stjóri.

Viðkomandi tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Frodskapur 20 Ar

    Út við 100 útgávur uppá 20 ár

  2. Heimsins Nalvi

    Nýtt upplag av bókini Heimsins nalvi tøkt

  3. Sea Of Change Perma

    Bókaútgáva: Sea of Change