Skriva út

Fróðskaparrit

Árligt tíðarrit við vísindagreinum

Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan øll vísindalig økir og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum. Í røðini eru higartil komnar 66 bøkur. Framyvir verður ritið ikki prentað, men heldur fram talgilt her

Fróðskapur hevur givið út Fróðskaparrrit síðani 2005. Tá tók forlagið yvir útgávuna av Fróðskaparritum frá Føroya Fróðskaparfelag, sum við dyggum stuðli frá Mentannargrunni Landsins gav út Fróðskaparrit frá 1952 til 2004.

Í ritstjórnini fyri Fróðskaparritum eru
Kalpana Vijayavarathan
Eyðfinn Magnussen
Hans Andrias Sølvará
Malan Marnersdóttir
Marin Strøm

Fróðskaparrit talgilt

Fróðskaparrit er í dag tøkt talgilt á ojs.setur.fo
Nýggjar greinar verða lagdar út, so hvørt tær eru góðkendar.

Vísindagreinir til Fróðskaparrit

Hevur tú eina grein til Fróðskaparrit, kanst tú seta teg í samband við ritstjórnina á fsj@setur.fo

Høvundaleiðbeining

Heinta vinaliga høvundaleiðbeining til Fróðskaparrit HER

Hevur tú eina grein til Fróðskaparrit?

Set teg í samband við ritstjórnina við at skriva til fsj@setur.fo