University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

UArctic

Uarcticc26

UArctic Congress 2026

UArctic Congress 2026 verður hildin í Havn frá 26. til 29. mai 2026. Evnini á ráðstevnuni eru í samsvari við raðfestingarnar hjá ríkisfelagsskapinum, sum nú hevur formansskapin í Arktiska Ráðnum. UArctic Congress 2026 er eitt samstarv millum Setrið, UArctic, Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Havstovuna.

Sum nakað heilt serligt er hetta tiltakið samansjóða við altjóða Havráðstevnuna, ið er ein liður í skránni hjá formannskapinum fyri Arktiska Ráðið frá 2025-2027.

Dentur verður lagdur á burðardygga menning, luttøku hjá upprunafólki og heildarviðurskifti viðvíkjandi umhvørvisrøkt.

Hesi eru høvuðsevnini:

🔹 Burðardygg vinnulig menning og altjóða samstarv
🔹 Hav og havrannsóknir
🔹 Veðurlagsbroytingar í Arktis
🔹 Lívfrøðiligt margfeldi
🔹 Upprunafólk og samfeløg í Norðri

Nærri kunning sæst á heimasíðuni uarcticcongress.fo, har ber eisini til at lesa skránna og tekna seg til ráðstevnuna.