Bergur D. Hansen
dekanur, ph.d., lektari í bókmentum
Føroyamálsdeildin
Telefon +298 292542
  • Um
  • Undirvísing
  • Gransking
  • Útgávur
  • CV
  • Annað virksemi
Undirvísing

Undirvísir í bókmentagreining, bókmentafrøði og bókmentasøgu.

Granskingar áhugamál
  • Ferðafrásagnir
  • Tekstsløg í broyting
  • Ritverk K.O. Viderøs
  • Nútíðar yrkingar í Føroyum og Norðurlondum - Norlyr
Aktuellar verkætlanir

Nýggjar yrkingar í Norðurlondum

Samstarv við aðrar granskarar í Norðurlondum í netverkinum Norlyr. Endamálið er at kanna rák í norðurlendskari yrking í nýggjari tíð og geva út eina røð av bókum, sum lýsa og greina nýggjar yrkingar úr øllum Norðurlondum undir ávísum savnandi heiti ella evni. Seinasta bókin í røðini er Økopoesi. Modernisme i nordisk lyrik nr. 9 (2017). Netverkið hevur egna heimasíðu:  https://www.cgs.aau.dk/forskning/faglige-netvaerk/norlyr/

Language and Culture Contact in the West Nordic Region

Samstarv millum granskarar, sum hevur til endamáls at kanna, hvussu mentanir og mál umskarast og renna saman í Útnorði. Kanningarnar eru bæði søguligar og nútíðarligar. Samstarvið er skipað undir Stovni Vígdis Finnbogadóttir og Háskóla Íslands. Ein neyv lýsing av samstarvinum sæst í hesum skjali: http://vigdis.hi.is/sites/vigdis.hi.is/files/general-outline-wnn.pdf

Politiska skaldsøgan

Ein viðgerð av sambandinum millum politikk og skaldsøguskriving í Føroyum. Umframt eina yvirskipaða greining av politisku skaldsøguni í føroyskum bókmentum hevur verkætlanin til endamáls at greina skaldsøgur, sum umboða ymisk sløg av politiskum skaldsøgum, t.d. skaldsøgur við persónum, sum hava politiskar ætlanir, og skaldsøgur við persónum, hvørs lív eru treytað av politiskum ætlanum hjá øðrum. Ástøðiliga byggir verkætlanin á hugsanir hjá t.d. Th. W. Adorno og Yves Michaud, og ítøkiliga verða m.a. skaldsøgurnar Leikum fagurt (1963) eftir Heðin Brú, Í havsins hjarta (2007) eftir Gunnar Hoydal og Zapatista (2014) eftir Duritu Holm viðgjørdar.

Lidnar verkætlanir

Er heima til? Ferðafrásagnir K.O. Viderøs

Við støði í teirri hevd, sum evropeiskar ferðafrásagnir byggja á, verða ferðafrásagnir K.O. Viderøs (1906-1991) bókmentasøguliga bólkaðar og greinaðar.

Uppi í hesum er m.a. ein viðgerð og áseting av tekstslagi. Spurningurin um tekstslag snýr  ikki einans um skilmarking, men um tulking og um týdningin tekstslagið hevur fyri, hvussu ein tekstur verður lisin, og hvussu frásagnarfólkið í tekstinum verður fatað. Ferðafrásagnir eru treytaðar av tí søguliga samanhangi, tær verða skrivaðar í, og frásagnarliga eru tær á markinum millum fleiri sløg av teksti.

Viderø ger í ferðafrásagnum sínum upp við tey krøv, sum galdandi eru fyri bæði skaldsøguna og fyri siðbundnu ferðafrásøgnina. Hann skapar eitt egið fleirtáttað tekstslag. Ein tesa í verkætlanini er, at tað í ferðafrásagnum hansara ber til at eygleiða eina - at síggja til - paradoksala gongd: hann heldur fast um sín føroyska uppruna, men leitar samstundis burtur úr Føroyum og føroyskari mentan, og hann skapar í hesi leitan síni eitt egið mál og í grundini sína egnu tíð og sítt egna stað – sín egna bachtinska kronotop.

Við tilvísing til amerikanska bókmentafrøðingin Dennis Porter kann hetta lýsast sum eitt slag av øvugtum “mapping” (Porter, 1999), har Viderø – í staðin fyri at leggja tað fremmanda og ókenda undir seg – villist og broytist, men uttan at siga grundleggjandi tilverutulkingar úr einari farnari tíð frá sær. Úr hesum spretta spurningarnir og tyngdin í ferðafrásagnum hansara. Lýsingarnar, sum Viderø ger av sær sjálvum í ferðafrásagnunum, hanga saman við hesum spurningum, og tær benda á, at hansara ferðafrásagnir kunnu lesast sjálvsævisøguliga.

Tá ræður um myndamál, brúkar Viderø serliga samanburðir, t.d. verður tað fremmanda og ófrættakenda støðugt borið saman við okkurt kent og heimligt. Á tann hátt umskapar Viderø tað ókenda til okkurt kent. Tilsipingarnar til aðrar tekstir eru mangar (Bíblian, Nietzsche, Spinoza, Schopenhauer, Spengler, griksk epos, kvæði, sagnir o.s.fr.), og tær verða endurtiknar aftur og aftur og virka sum leiðmotiv og sum eitt slag av rýmingar- og sambindingarleiðum. Men hvagar? Hvør var grundleggjandi drívmegin í leitan og skriving Viderøs, og í hvørjum bókmentasøguligum samanhangi skal skriving hansara greinast?

Bókaútgáva í mars 2015.

Yvirlit

Bøkur

2016. Långa dikter. Berättelse, experiment, politik. Modernisme i nordisk lyrik 8. Ritstjórn og inngangur:  Eva Lilja, Bergur Djurhuus Hansen og Rasmus Dahl Vest.  Alvheim & Eide, Akademisk forlag, Bergen

2015. Er heima til? Ein tekstslagsástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristians Osvald Viderø (“The long way home. The Travel Writings of Kristian Osvald Viderø within the Frameworks of Literary Theories of Genre and Literary History”).  Fróðskapur/Faroe University Press

Greinir

2015. "Kend din krop. En undersøgelse af krop og køn i digte af Magnus William-Olsson, Olga Ravn og Tóroddur Poulsen". Í Kjønnskrift/Kønskrift/Könskrift. Modernisme i nordisk lyrikk 7. Bergen, Alvheim & Eide Akademisk Forlag, 2015, 55-75.

2013. "Heimloysi sum tekstslag. Yrkis- ella fagurbókmentir  - ella hvat? Spurningurin um tekstslag í ritverkinum eftir K.O. Viderø við útgávuni Á Suðurlandið (1990) sum dømi"/"Non-fiction, fiction – or what. A discussion of genre in the writings of K.O. Viderø". Fróðskaparrit 60. bók

2012. "Orðdeyvur Goethetróndur", Malunarmót, Fróðskapur

2008. "Gamla Grikkaland", Platon:Drykkjuveitslan og aðrar samrøður, Fróðskapur

Persónsupplýsingar

Bergur Djurhuus Hansen; Føddur 25.12.1968

Útbúgving
  • 2015. Ph.d. í bókmentum, Fróðskaparsetur Føroya
  • 2002. Prógv í ástøðiligari og verkligari námsfrøði fyri studentaskúlalærarar, Mentamálaráðið og Risskov Amtsgymnasium
  • 1998. Cand.mag. í komparativari bókmentasøgu og søgu við ískoytisnámi í norðurlendskum máli, Århus Universitet
Størv
  • 2016. Lektari í bókmentum, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
  • 2012-2016. Adjunktur í bókmentum, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
  • 2011-2014. Phd-verkætlan: Ferðafrásagnir K.O. Viderøs. Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya. Játtan frá Granskingarráði Føroya og Fróðskaparsetri Føroya.
  • 2008-2011. Undirvíst á námsfrøðiligum innleiðsluskeiði og á námsfrøðiligari útbúgving fyri lærarar í føroysku miðnámsútbúgvinginum
  • 2007-2011. Leysalærari í bókmentagreining á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya
  • 1998-2011. Studentaskúlalærari í donskum, søgu og fornaldarfrøði. Føroya Studentaskúli & HF-Skeið í Hoydølum
  • 1994-1996. Knýttur at forlagnum Klim sum bókmentaligur ráðgevi
Fyrisitingarlig ábyrgdarøkir
  • 2017- Limur í Miðlastuðulsnevndini
  • 2015- Umboð í Nordliks, netverk fyri móðurmálsdeildir á universitetum í Norðurlondum
  • 2008-2012, 2018- Limur í dómsnevndini fyri Norðurlendsku Bókmentavirðislønina
  • 2002-2012, 2017- Limur í nevndini, sum ger uppskot til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina
  • 2011-2017. Limur í úrvalsnevnd í sambandi við føroysku luttøkuna á bókamessuni í Frankfurt í 2011, seinni ráðgevandi bókmentanevnd undir FarLit
  • 2015. Dómsnevndarlimur í skaldsøgukapping hjá Bókhandlarafelagnum
  • 2009-2013. Limur í uppgávunevnd til próvtøkur á HF og HH
  • 2007. Limur í arbeiðsbólkinum sum skrivaði "Álit um endurskoðan av skrivliga arbeiðinum í føroysku gymnasialu útbúgvingunum"
  • 2006-2008. Limur í uppgávunevnd í samband við námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar

Bókaummæli og bókmentagreinar - úrval

Bergur hevur havt mongd av bókmentaligum greinum, viðmerkingum og ummælum í føroyskum bløðum og ritum og í útvarpi og sjónvarpi. Hann hevur hildið fyrilestrar og luttikið í almennum kjaki.

Seinastu greinar í bløðum og ritum - úrval:

  • "At ferðast og skriva um tað". Í Frøði nr. 3, 2015, 19-23

  • "Tað góða og tað ónda eru í hvørjum øðrum", Dimmalætting 04.09.2015

  • "Spreingiknøttar móti maktini", Dimmalætting 14.08.2015

  • "Til Frankfurt í kassabili". Dimmalætting 06.02.2105

  • "Fagurbókmentaárið 2014". Dimmalætting 09.01.2015

  • "Kenslur heldur enn hugsanir". Dimmalætting 05.12.2014

  • "Fjaldur arvur". Mentanarblaðið í Miðlahúsinum 11.04.2014

  • "Trúgvin oysir niður", Dimmalætting 17.05.2013

  • "Ein rithøvundur má fyrst og fremst vera rithøvundur", Dimmalætting 13.02.2013

  • "Tí grøn eru grá hús", Varðin bd. 79, 2012

  • "Um skuggar og anti-politiskan politikk", Varðin bd. 79 , 2012

  • "Beiskur yrkjari gloymir at yrkja", Dimmalætting 01.11.2012 

  • "Hvør sá hvat?", Dimmalætting 29.12.2011

  • "Nýtt og gott gamalt" Dimmalætting 20.07.2011

Aðrar greinar

  • "Listar eru óendaligir", Dimmalætting 16.12.2009

  • "Jeg forbanner tidens elv", røða hildin í sambandi við handanina av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins til Per Petterson í Stokkhólmi 27.10.2009

  • "Lætt og leskiligt", Dimmalætting 15.08.2008

  • "Eldfim orð í dularbúna", Dimmalætting 25.10.2007

  • "Nýtt, slóðbrótandi føroyskt tíðarrit", Sosialurin 22.09.2006

  • "Uppgerð í útlegd", Varðin bd. 73, 2006

  • "Hvør var Nimrod?", ummæli lisið upp í sendingini “Kultura”, ÚF, 07.03.2005

  • "Gávur skulu rindast aftur", ummæli lisið upp í sendingini “Kultura”, ÚF, 05.12.2005

  • "Gráir týdningar", ummæli lisið upp í sendingini “Kultura”, ÚF, 16.12.2003

  • "Hugtøk í bókmentafrøði", Frøði nr. 1, 2000

  • "Tá orðini fara á flog", Dimmalætting 14.08.1997

 

limur í granskingarsamstarvinum \"NorLyr - Netværket Nordisk modernistisk Lyrik\"

 

Netværk:

  • Norlyr – Netværket Nordisk modernistisk lyrik
  • Sprog- og kulturkontakt i Norden