Skriva út
Bergur Djurhuus Hansen
dekanur, ph.d., lektari í bókmentum
Føroyamálsdeildin
Telefon +298 292542
Vís ensku útgávu
  • Um
  • Undirvísing
  • Gransking
  • Útgávur
  • CV
  • Annað virksemi
Undirvísing

BA: Bókmentagreining, bókmentafrøði og bókmentasøga

MA: Vistgreining, politikkur og skaldskapur, ferðafrásagnir, samtíðaryrkingar, lýrisk modernisma

Granskingar áhugamál
  • Vistgreining
  • Politikkur og skaldskapur
  • Ferðafrásagnir
  • Tekstsløg í broyting
  • Nútíðar yrkingar í Føroyum og Norðurlondum
  • Ritverk K.O. Viderø
Aktuellar verkætlanir

Nýggjar yrkingar í Norðurlondum

Samstarv við aðrar granskarar í Norðurlondum í netverkinum Norlyr. Endamálið er at kanna rák í norðurlendskari yrking í nýggjari tíð og geva út eina røð av bókum, sum lýsa og greina nýggjar yrkingar úr øllum Norðurlondum undir ávísum savnandi heiti ella evni. Seinasta bókin í røðini er Økopoesi. Modernisme i nordisk lyrik nr. 9 (2017). Netverkið hevur egna heimasíðu:  https://www.cgs.aau.dk/forskning/faglige-netvaerk/norlyr/

Language and Culture Contact in the West Nordic Region

Samstarv millum granskarar, sum hevur til endamáls at kanna, hvussu mentanir og mál umskarast og renna saman í Útnorði. Kanningarnar eru bæði søguligar og nútíðarligar. Samstarvið er skipað undir Stovni Vígdis Finnbogadóttir og Háskóla Íslands. Ein neyv lýsing av samstarvinum sæst í hesum skjali: http://vigdis.hi.is/sites/vigdis.hi.is/files/general-outline-wnn.pdf

Politiska skaldsøgan

Ein viðgerð av sambandinum millum politikk og skaldsøguskriving í Føroyum. Umframt eina yvirskipaða greining av politisku skaldsøguni í føroyskum bókmentum hevur verkætlanin til endamáls at greina skaldsøgur, sum umboða ymisk sløg av politiskum skaldsøgum, t.d. skaldsøgur við persónum, sum hava politiskar ætlanir, og skaldsøgur við persónum, hvørs lív eru treytað av politiskum ætlanum hjá øðrum. Ástøðiliga byggir verkætlanin á hugsanir hjá t.d. Th. W. Adorno og Yves Michaud, og ítøkiliga verða m.a. skaldsøgurnar Leikum fagurt (1963) eftir Heðin Brú, Í havsins hjarta (2007) eftir Gunnar Hoydal og Zapatista (2014) eftir Duritu Holm viðgjørdar.

Lidnar verkætlanir

Er heima til? Ferðafrásagnir K.O. Viderøs

Við støði í teirri hevd, sum evropeiskar ferðafrásagnir byggja á, verða ferðafrásagnir K.O. Viderøs (1906-1991) bókmentasøguliga bólkaðar og greinaðar.

Uppi í hesum er m.a. ein viðgerð og áseting av tekstslagi. Spurningurin um tekstslag snýr  ikki einans um skilmarking, men um tulking og um týdningin tekstslagið hevur fyri, hvussu ein tekstur verður lisin, og hvussu frásagnarfólkið í tekstinum verður fatað. Ferðafrásagnir eru treytaðar av tí søguliga samanhangi, tær verða skrivaðar í, og frásagnarliga eru tær á markinum millum fleiri sløg av teksti.

Viderø ger í ferðafrásagnum sínum upp við tey krøv, sum galdandi eru fyri bæði skaldsøguna og fyri siðbundnu ferðafrásøgnina. Hann skapar eitt egið fleirtáttað tekstslag. Ein tesa í verkætlanini er, at tað í ferðafrásagnum hansara ber til at eygleiða eina - at síggja til - paradoksala gongd: hann heldur fast um sín føroyska uppruna, men leitar samstundis burtur úr Føroyum og føroyskari mentan, og hann skapar í hesi leitan síni eitt egið mál og í grundini sína egnu tíð og sítt egna stað – sín egna bachtinska kronotop.

Við tilvísing til amerikanska bókmentafrøðingin Dennis Porter kann hetta lýsast sum eitt slag av øvugtum “mapping” (Porter, 1999), har Viderø – í staðin fyri at leggja tað fremmanda og ókenda undir seg – villist og broytist, men uttan at siga grundleggjandi tilverutulkingar úr einari farnari tíð frá sær. Úr hesum spretta spurningarnir og tyngdin í ferðafrásagnum hansara. Lýsingarnar, sum Viderø ger av sær sjálvum í ferðafrásagnunum, hanga saman við hesum spurningum, og tær benda á, at hansara ferðafrásagnir kunnu lesast sjálvsævisøguliga.

Tá ræður um myndamál, brúkar Viderø serliga samanburðir, t.d. verður tað fremmanda og ófrættakenda støðugt borið saman við okkurt kent og heimligt. Á tann hátt umskapar Viderø tað ókenda til okkurt kent. Tilsipingarnar til aðrar tekstir eru mangar (Bíblian, Nietzsche, Spinoza, Schopenhauer, Spengler, griksk epos, kvæði, sagnir o.s.fr.), og tær verða endurtiknar aftur og aftur og virka sum leiðmotiv og sum eitt slag av rýmingar- og sambindingarleiðum. Men hvagar? Hvør var grundleggjandi drívmegin í leitan og skriving Viderøs, og í hvørjum bókmentasøguligum samanhangi skal skriving hansara greinast?

Bókaútgáva í mars 2015.

Yvirlit

Vísindaligar, javnlíkamettar útgávur

  • 2019. Never going back. Categories and Confusion on an Ornithological Trip to the Faroe Islands in 1828. Í Writing the North of the North/L’Ecriture du Nord du Nord/Den Norden des Nordens (be-)schreiben. Ed. Annie Bourguignon/Konrad Harrer. Frank&Timme. Verlag für wissenschaftliche Literatur, Berlin, pp. 103-115

  • 2019. Poplyrik second-hand. Í Nye posisjoner i poplyrikken/Nye posisjoner i samtidslyrikken. Modernisme i nordisk lyrikk 10/11. Red. Claus K. Madsen, Hadle Oftedal Andersen. Alvheim & Eide, Akademisk forlag, Bergen, pp. 111-129

  • 2017. Rester af natur findes. Í Økopoesi. Modernisme i nordisk lyrikk 9. Red. Peter Stein Larsen, Louise Mønster, Hans K. Rustad. Alvheim & Eide, Akademisk forlag, Bergen, pp. 91-108

  • 2017. Pallsetti yrkjarin. Í Bók Jógvan. Fróðskapur/Faroe University Press, Tórshavn, pp. 83-97

  • 2016. Långa dikter. Berättelse, experiment, politik. Modernisme i nordisk lyrik 8. Ritstjórn og inngangur:  Eva Lilja, Bergur Djurhuus Hansen og Rasmus Dahl Vest.  Alvheim & Eide, Akademisk forlag, Bergen

  • 2015. Kend din krop. En undersøgelse af krop og køn i digte af Magnus William-Olsson, Olga Ravn og Tóroddur Poulsen. Í Kjønnskrift/Kønskrift/Könskrift. Modernisme i nordisk lyrikk 7. Alvheim & Eide Akademisk Forlag, Bergen, pp. 55-75

  • 2015. Er heima til? Ein tekstslagsástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristians Osvald Viderø (“The long way home. The Travel Writings of Kristian Osvald Viderø within the Frameworks of Literary Theories of Genre and Literary History”). Fróðskapur/Faroe University Press, Tórshavn

  • 2013. Heimloysi sum tekstslag. Yrkis- ella fagurbókmentir  - ella hvat? Spurningurin um tekstslag í ritverkinum eftir K.O. Viderø við útgávuni Á Suðurlandið (1990) sum dømi/Non-fiction, fiction – or what. A discussion of genre in the writings of K.O. Viderø. Fróðskaparrit 60. Bók, Tórshavn, pp. 52-72

  • 2012. "Orðdeyvur Goethetróndur". Í Malunarmót. Heiðursrit til Maluna Marnersdóttir. Fróðskapur, Tórshavn, pp. 77-85.

Fakligar útgávur í ritum og bókum (úrval)

  • 2019. Tað politiska er ikki bara politiskt. Tvær politiskar modernismur og Jóanes Nielsen – ella tíðin áðrenn “ugly feelings”. Í Varðin, Tórshavn, bd. 86, pp. 89-100

  • 2018. Í bókmentagrønanum. Tríggjar greinir um nýggjan føroyskan skaldskap. Ritstjórn og formæli. Fróðskapur

  • 2017. Um kritikk, ummæli og Kinnu Poulsen. Í Poulsen, Kinna: Listamál. Tekstir úr tíggjunum um list og mentan. Sprotin, Tórshavn, pp. 8-10

  • 2015. At ferðast og skriva um tað. Í Frøði nr. 3, Fróðskapur, Tórshavn, pp. 19-23

  • 2012. Tí grøn eru grá hús. Í Varðin bd. 79, Tórshavn, pp. 154-157

  • 2012. Um skuggar og anti-politiskan politikk. Í Varðin bd. 79 , Tórshavn, pp. 120-126

  • 2008. Gamla Grikkaland. Í Platon. Drykkjuveitslan og aðrar samrøður, Tórshavn, Fróðskapur, pp. 183-196

  • 2006. Uppgerð í útlegd. Í Varðin bd. 73, pp. 169-172

Ummæli og fakligar blað- og tíðargreinir (úrval)

  • Útbúgving 4.0. Handverkarar ella akademikarar? Spurningurin avdúkar okkum. Dimmalætting 01.06

  • Av orðinum verður alt, ið er til. Samleikin er ein søga, sum má sigast aftur og aftur. Nýggj hugtakandi skaldsøga eftir Carl Jóhan Jensen. Dimmalætting 15.12

  • Tað góða og tað ónda eru í hvørjum øðrum. Nýggja skaldsøgan eftir Carl Jóhan Jensen er um okkara longsil eftir tí góða. Dimmalætting 04.09.

  • Spreingiknøttar móti maktini. Dimmalætting 14.08.

  • Til Frankfurt í kassabili. Okkara heimliga bókmentaliga útgávuvirksemi hóskar ikki til okkara ætlanir um at fara uttanlands við føroyskum bókum. Dimmalætting 06.02.

  • 2015. Fagurbókmentaárið 2014. Dimmalætting 09.01.

  • 2014. Kenslur heldur enn hugsanir. Alt árið lesa vit um stríð í fiskivinnuni, og við hvørt enntá um ógvusligar ósemjur og syrgiligar hendingar, men í bókunum um skip og fiskivinnu, sum koma út á jólum, er friður og takklæti og eingin greining. Hví? Dimmalætting 05.12

  • 2014. Fjaldur arvur. Mentanarblaðið í Miðlahúsinum/Sosialurin 11.04.

  • 2013. So leingi eygu síggja. Daphnis og Chloe. Hanus Kamban hevur týtt eina av elstu og sterkastu søgunum um kærleika. Sosialurin 22.11

  • 2013. Trúgvin oysir niður. Í nýggja savninum “Fjalir” letur Tóroddur Poulsen yrkingar gera viðmerkingar til myndir og myndir gera viðmerkingar til yrkingar. Tað eydnast sjáldsama væl. Dimmalætting 17.05.

  • 2013. Ein rithøvundur má fyrst og fremst vera rithøvundur. Dimmalætting 13.02.

  • 2012. Beiskur yrkjari gloymir at yrkja. Dimmalætting 01.11. 

  • 2011. Hvør sá hvat? Dimmalætting 29.12.

  • 2011. Nýtt og gott gamalt. Dimmalætting 20.07.

  • 2009. Listar eru óendaligir. Dimmalætting 16.12.

  • 2008. Lætt og leskiligt. Dimmalætting 15.08.

  • 2007. Eldfim orð í dularbúna. Dimmalætting 25.10.

  • 2006. Nýtt, slóðbrótandi føroyskt tíðarrit. Sosialurin 22.09.

  • 1997. Tá orðini fara á flog. Dimmalætting 14.08.

Persónsupplýsingar

Bergur Djurhuus Hansen; Føddur 25.12.1968

Útbúgving
  • 2015. Ph.d. í bókmentum, Fróðskaparsetur Føroya
  • 2002. Prógv í ástøðiligari og verkligari námsfrøði fyri studentaskúlalærarar, Mentamálaráðið og Risskov Amtsgymnasium
  • 1998. Cand.mag. í komparativari bókmentasøgu og søgu við ískoytisnámi í norðurlendskum máli, Århus Universitet
Størv
  • 2017- Dekanur á Føroyamálsdeildini
  • 2016. Lektari í bókmentum, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
  • 2012-2016. Adjunktur í bókmentum, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
  • 2011-2014. Ph.d.-verkætlan: Ferðafrásagnir K.O. Viderøs. Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya. Játtan frá Granskingarráði Føroya og Fróðskaparsetri Føroya.
  • 2008-2011. Undirvíst á námsfrøðiligum innleiðsluskeiði og á námsfrøðiligari útbúgving fyri lærarar í føroysku miðnámsútbúgvinginum
  • 2007-2011. Leysalærari í bókmentagreining á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya
  • 1998-2011. Studentaskúlalærari í donskum, søgu og fornaldarfrøði. Føroya Studentaskúli & HF-Skeið í Hoydølum
  • 1994-1996. Knýttur at forlagnum Klim sum bókmentaligur ráðgevi
Fyrisitingarlig ábyrgdarøkir
  • 2017- Limur í Miðlastuðulsnevndini
  • 2015-2019 Umboð í Nordliks, netverk fyri móðurmálsdeildir á universitetum í Norðurlondum
  • 2008-2012, 2018- Limur í dómsnevndini fyri Norðurlendsku Bókmentavirðislønina
  • 2002-2012, 2017- Limur í nevndini, sum ger uppskot til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina
  • 2011-2017. Limur í úrvalsnevnd í sambandi við føroysku luttøkuna á bókamessuni í Frankfurt í 2011, seinni ráðgevandi bókmentanevnd undir FarLit
  • 2015. Dómsnevndarlimur í skaldsøgukapping hjá Bókhandlarafelagnum
  • 2009-2013. Limur í uppgávunevnd til próvtøkur á HF og HH
  • 2007. Limur í arbeiðsbólkinum sum skrivaði "Álit um endurskoðan av skrivliga arbeiðinum í føroysku gymnasialu útbúgvingunum"
  • 2006-2008. Limur í uppgávunevnd í samband við námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar

Annað virksemi

Bergur hevur havt mongd av viðmerkingum og ummælum í føroyskum bløðum og ritum og í útvarpi og sjónvarpi. Hann hevur hildið almennar fyrilestrar og luttikið í almennum kjaki.

Niðanfyri eru fyrilestrar hildnir á ráðstevnum eftir at úrtak hevur verið mett og góðkent (cfp-ráðstevnur/seminar og netverk)

  • 2020. Engelsk som æstetisk strategi i færøsk skønlitteratur. Sprog- og kulturkontakt i Vestnorden. Vigdís Finnbogadóttir Institute of Foreign Languages, Reykjavik 31.01.-01.02.

  • 2019. Birdwatching in the Borderland. Two German Travel Writings on the Faroe Islands. International Symposion. Eutiner Landesbibliothek, Eutin 20.-21.09.

  • 2018. Never Going Back. Categories and Confusion on an Ornithological Trip to the Faroe Islands in 1828. L´Écriture du “Nord du Nord”. Université de Lorraine. Nancy 15.-17.11.

  • 2018. Kulturradikalisme over Atlanten – Otto Gelsted, Arnulf Øverland, William Heinesen. Norlyr-seminar. Det politiske digt. Oslo, 04.-05.10.

  • 2017. Poplyrik Second-Hand. Norlyr-seminar. Poplyrik, Den nordiske poesis nærvær i hverdagen. Åbo, 28-29.09.

  • 2016. Náttúran hevnir seg. Frændafundur. Háskóli Íslands, Reykjavík, 26.-28.08

  • 2016. Codeswitching i ny færøsk lyrik. International Association for Scandinavian Studies (IASS) Rijksuniversiteit, Groningen 09.-14.08

  • 2016. Performativitet og flydende kontekst. Norlyr-seminar. Forfatterroller/stemmer. Fróðskaparsetur Føroya 03.-04.10

  • 2016. The influence of German/Danish Vitalism in Faroese Literature in the First Half of the 20th Century. Sprog og kultur i Vestnorden – Vígdis Finnbogadóttir Institute of Foreign Languages. Ráðstevna, Reykholt 23.-24.05

  • 2015. Rester af natur findes. Forskningsseminar. Høgskolen i Hedmark. Natur, klima og økokritikk i nordisk poesi. Hamar 28.-29.09

  • 2013. Krop, køn og skrift. Norlyr seminar – Køn og lyrik. Göteborgs universitet, Göteborg 02.-03.10

Netverk: