Parlamentariskt eftirlit
Mín nýggja verkætlan hevur heitið:"Parliamentary control: How to move beyond partisan behavior?" og er stuðlað av Carlsbergfonden:
Í stuttum so setur verkætlanin sjóneykuna á parlamentir í norðurlondum og leggur dent á møguligan ymiskleika í tøkum eftirlitsmøguleikum og mannagongdum, og við støði í tí at hyggja nærri eftir nær og hvussu tingfólk frá ávikavist andstøðu og samgongu nýta eftirlitsamboð.
Verkætlanin byggir á royndir frá míni Ph.d. verkætlan.
Yvirskipaða evnið fyri míni Ph.D. ritgerð frá november 2018: “MP Firefighting: When do MPs hold government accountable?” er eftirlit við útøvandi sjórnarvaldi, ið er ein týdningarmikil partur av at tryggja ”accountability” í nýmótans politiskum skipanum. Hóast veljarin og valinstitutiónin hevur ein týdningarmiklan ”accountability” leiklut, so hevur veljarin ongar formligar eftirlitsmøguleikar í millum val. Í hesum tíðarskeiði hava parlamentir ein leiklut, serliga í skipanum við tingræði, har tað er parlamentið og ikki veljarin, sum gevur vald til stjórnina. Stjórnin stendur til svars yvir fyri parlamentinum. Tó er tað soleiðis, at í parlamentinum so standa tingfólk við væntanum frá tveimum ymiskum leiklutum: ”partapolitiska” og ”parlamentariska” leiklutin. Við hesi ritgerð fáa vit nýggja vitan um, hvussu tingfólk viga hesar báðar leiklutirnar, tá ið talan er um eftirlitsvirksemi í tinginum. Ritgerðin leggur dent á sonevnt ”Fire Alarm” eftirlit frá eftirlitsstovnum og á tørvin á ”Firefighting” frá tingfólki í parlamentinum.
Politikkur í Arktisk
Eitt annað granskingarøki er politikkur í arktis og støðan hjá Føroyum. Meiri nágreiniligt so havi eg áhuga fyri bygnaðinum av Arktiska Ráðnum og hvussu leikluturin hjá ráðnum broytist. Stjórnir eru týdningarmiklastu leikarar, tá ið talan er um uttanríkispolitikk, men tað er eisini umráðandi, at demokratisk vald umboð fáa atgongd til informatión og hervið vera før fyri at fylgja gongdini. Í hesum sambandi hava eitt nú uttanlandsnevndir í tinginum ein týdningarmiklan leiklut.
Í 2019 fekk eg ferðastuðul til ráðstevnu luttøku í Arctic Circle frá Ministry of Higher Education and Science, DK.
Mín grein hesum viðvíkjandi hevði heitið:“Ways for MPs to oversee Arctic foreign policy - the case of the Faroe Islands”
Demokrati og meðborgaraskapur
Eg havi eisini arbeitt nógv við evninum um demokratiska mentan og meðborgarskap, serliga við atliti at Føroyum. Eg havi útgivið vísindaliga grein um evnið og oftani greitt frá í fjølmiðlum um hetta evnið, og hvussu demokrati kann mátast.
Granskingar framløgur
"Parliamentary control: How to move beyond partisan behavior?", DPSA online seminar oktober 2020, og Institut for Statskundskab, Aarhus, 2020
"The Faroe Islands and the Arctic", Gateway to the Arctic VII, Faroe Islands, February 2020
“How to control Arctic politics: political oversight in the case of the Faroe Islands”, Danish Political Science Association, Annual Meeting, October 24-25, 2019.
“How to control Arctic politics: political oversight in the case of the Faroe Islands”, Arctic Circle, October 12, 2019.
“Political Inheritance”, The Faroese Research Council, Annual research day, September 20, 2019.
“MP Firefighting - When do MPs Hold Government Accountable”, MPSA – Midwest Political Science Association, Conference, Chicago, USA, April 2018.
”Control in parliament – a question of partisan incentives”, The Faroese Academy of Sciences, Conference, Nordic House, Faroe Islands, November 2017.
“Democracy – also a question of accountability”, conference: Nordic Youth; Democracy and Participation, Nordic Council of Ministers, Faroe Islands, October 1, 2015.
2016 – Danish Political Science Association, Annual meeting, Vejle, October.
Parlamentariskt eftirlit:
Mín nýggja verkætlan hevur heitið:"Parliamentary control: How to move beyond partisan behavior?" og er stuðlað av Carlsbergfonden:
Sjálvstýrandi lond
Samanberandi kanning av Føroyum, Álandi og Grønlandi
Vertur fyri altjóða verkstovu, 25-27. februar, 2020
Host for the workshop „Gateway to the Arctic VII - Leaving the beaten path - how can sustainable development be reconciled with environmental protection and climate change? “ at the University of the Faroe Islands February 25-27, 2020. The event was jointly organised by the AWI Climate Office, the Research Initiative for Regional Climate Change REKLIM, the Université de Versailles Saint-Quentin-en-Yvelines (UVSQ) and the University of Faroe Islands. From REKLIM / AWI: Dr Klaus Grosfeld and Dr Renate Treffeisen and from UVSQ Prof Jan Borm.
https://www.gransking.fo/en/resources/news/workshop-on-arctic-issues-strengthened-cross-disciplinary-network/
Ph.D. verkætlan: “MP Firefighting: When do MPs hold government accountable?” frá 2018
Tekstabók tilfar:
Í samrøðu til grein:
Greining í miðlum(úrval):
Almennir fyrilestrar (úrval):