Ólavur Christiansen
Ph.d., lektari í búskaparfrøði, Cand.polit. et scient.soc.
Søgu- og samfelagsdeildin
Telefon +298 292584
  • Um
  • Undirvísing
  • Gransking
  • Útgávur
  • CV
  • Annað virksemi
Undirvísing
  • Skeiðið  búskapur og samfelag

  • Skeið í granskingarmetodum (m.a. “classic grounded theory”)

  • Skeið í hagfrøði

Granskingar áhugamál

Nýtsla og framhaldandi menning av ”classic grounded theory”  [Ctrl + click] sum granskingarmetodu, serliga innan búskaparøkini (bæði makro og mikro).
(http://www.groundedtheory.com/what-is-gt.aspx)

Nýtsla av hesum háttalagi til:

Seinastu útgávur
  • Christiansen,  Ó., Hansen, S., Albinus, H., Dam Th., & Markná, H. (2017). Búskaparfrágreiðing heystið 2017  (ISBN 978-99918-3-529-7).

  • Christiansen,  Ó., Hansen, S., Albinus, H., Dam Th., & Markná, H. (2017). Búskaparfrágreiðing várið 2017 (ISBN 978-99918-3-504-4).

  • Christiansen,  Ó., Hansen, S., Albinus, H., Dam Th., & Ellefsen, H. (2016). Búskaparfrágreiðing autumn 2016 (ISBN 978-99918-3-491-7).

  • Christiansen,  Ó., Hansen, S., Albinus, H., Dam Th., & Ellefsen, H. (2016). Búskaparfrágreiðing várið 2016  (ISBN 978-99918-3-479-5).

  • Christiansen,  Ó., Hansen, S., Albinus, H., Dam Th., & Ellefsen, H. (2015). Búskaparfrágreiðing heystið 2015 (ISBN 978-99918-3-458-0).

  • Christiansen,  Ó., Hansen, S., Albinus, H., Dam Th., & Ellefsen, H. (2015). Búskaparfrágreiðing várið 2015 (ISBN 978-99918-3-419-1).

  • Christiansen,  Ó., Hansen, S., Albinus, H., Dam Th., & Ellefsen, H. (2014). Búskaparfrágreiðing heystið 2014  (ISBN 978-99918-3-445-0).

  • Christiansen,  Ó., Hansen, S., Albinus, H., Dam Th., & Ellefsen, H. (2014). Búskaparfrágreiðing várið 2014 (ISBN 978-99918-3-403-0).

  • Christiansen,  Ó., Hansen, S., Albinus, H., Dam Th., & Ellefsen, H. (2013). Búskaparfrágreiðing heyst 2013 (ISBN 978-99918-3-384-2).

Seinastu altjóða útgávur

Tríggjar av niðanfyri listaði tíðarritagreinum eru endurútgivnar sum kapitlar í bókum útgivnum  í USA:

Endurprentaðu greinirnar hava hesar titlar:

  • Christiansen, Ólavur: The Literature Review in Classic Grounded Theory Studies: A methodological note.

  • Christiansen, Ólavur: The rationale for the use of classic GT.  

  • Christiansen, Ólavur:  A simpler understanding of classic GT and how it is a   fundamentally different methodology

Bøkurnar ið hava hesar greinir sum kapitlar eru fleiri og hesar:

  • Glaser, Barney G. PhD, Hon PhD (2014). Choosing Classic Grounded Theory – A Grounded Theory Reader of Expert Advice,  Mill Valley, California, USA: Sociology Press,

  • Holton, J.A. & Glaser, B.G., Eds. (2012). The Grounded Theory Review Methodology Reader: Selected Papers 2004-2011. Mill Valley, CA: Sociology Press.

  •  Glaser, Barney & Holton, Judith (eds).(2007). The Grounded Theory Seminar Reader. Mill. Valley, California: Sociology Press.

***

  • Christiansen, Ólavur (2014). A Simpler understanding of Classic GT: How it is a fundamentally different methodology. In Barney Glaser: Barney G. Glaser PhD, Hon PhD (2014): Choosing Classic Grounded Theory – A Grounded Theory Reader of Expert Advice,  Mill Valley, California, USA: Sociology Press,  pp. 73-108

  • Christiansen, Ólavur (2014). The Rationale for the Use of Classic GT. In Barney Glaser: Barney G. Glaser PhD, Hon PhD (2014): Choosing Classic Grounded Theory – A Grounded Theory Reader of Expert Advice,  Mill Valley, California, USA: Sociology Press, pp. 189-222

  • Christiansen, Ólavur; Scott, Helen; & Sørensen, Svend Erik (2013).

    “A Partial Application of Classic Grounded Theory in a Study of Poverty in Greenland”, The Grounded Theory Review: An International Journal (2013), Volume 12, Issue 2.

    http://groundedtheoryreview.com/wp-content/uploads/2013/12/FinalF-Poverty-in-G-12212013-1.pdf

  • Christiansen, Ólavur (2011). The Literature Review in Classic Grounded Theory Studies: A methodological note. The Grounded Theory Review – An International Journal, vol.10, no.3, .21-25 (reprinted as bookchapter)

    http://groundedtheoryreview.com/wp-content/uploads/2012/06/vol-10-no-3.pdf

  • Christiansen, Ólavur (2011). “Rethinking ‘quality’ by classic grounded theory”. International Journal of Quality and Service Sciences, Vol. 3, No 2, pp. 199-210

    http://www.emeraldinsight.com/journals.htm?articleid=1939448&ini=aob

  • Christiansen, Ólavur (2008). The rationale for the use of classic GT. Grounded Theory Review: An International Journal, Vol. 7, No. 2, pp. 19-38. (reprinted as bookchapter)

  • Ólavur Christiansen. (2007). A simpler understanding of classic GT and how it is a fundamentally different methodology. Grounded Theory Review: An International Journal, Vol. 6, No. 3, pp. 39-61. (reprinted as bookchapter)

    http://groundedtheoryreview.com/wp-content/uploads/2012/06/GT-Review-vol6-no3.pdf

  • Glaser, Barney; Christiansen, Ólavur (2007). Opportunizing. Pp. 219-223 í  Barney Glaser & Judith Holton (eds). The Grounded Theory Seminar Reader. Mill. Valley, California: Sociology Press.

  • Christiansen, Ólavur (2007). A simpler understanding of classic GT: How it is a fundamentally different methodology. Pp. 401-418 in  Barney Glaser & Judith Holton (eds). The Grounded Theory Seminar Reader. Mill. Valley, California: Sociology Press.

  • Christiansen, Ólavur (2006). Opportunizing: A classic grounded theory study on business and management. The Grounded Theory Review: An International Journal, Vol. 6, No. 1, pp. 109-133

    http://groundedtheoryreview.com/wp-content/uploads/2012/06/GT-Review-vol6-no1-PDF.pdf

  • Christiansen, Ólavur (2005).  The Theory of "opportunizing" and the sub-process of "conditional befriending". Journal of Business & Economics Research, Vol. 3, No. 4, pp. 73-88

Lýsing av undirvísing

Eg royni miðvíst at grunda mína undirvísing í búskaparfrøði á mína gransking í búskaparfrøði (har eg nýti ”classic grounded theory” háttalagið). Sí her uppritið ”produktivitetur, vøkstur, transformatión, materielt livistøði og arbeiðsvirkni” ið eg byrji undirvísingina í búskaparfrøði við.

Yvirlit

•    Havi undirvíst í marknaðarføring á Handilsháskúlanum í Keymannahavn (nú CBS) 1983-87.

•    Havi undirvíst í hagfrøði á Føroya Handilsskúla 1995-2000 (HD-nám skipað av Handilsháskúlanum í Aarhus).  
•    Havi undirvíst í altjóða búskapi á Føroya Handilsskúla 2009-11
•    Havi undirvíst í virkisbúskapi, herundir roknskaparlæru, á Føroya Handilsskúla 2010/11
•    Havi undirvíst í nógvum lærugreinum á Fróðskaparseti Føroya frá 2000 og til í dag: ástøðilig hagfrøði, praktisk hagfrøði, hagfrøði við nýtslu av KT, búskaparfrøði (mikro og makro), búskaparfrøði fyri søgulesandi, búskaparsøgu, granskingarmetodum, og vísindaástøði saman við granskingarmetodum
•    Eg havi hildið nógvar fyrilestrar, havi tíverri ikki talið. T.d. havi eg medvirkað í sjónvarpssendingum um føroyskan búskap og fíggjarviðurskifti, herundir granskað fyri Sjónvarp Føroya í búskaparligum og fíggjarligum spurningum, ið hava verið viðgjørdir í serligum sendingum har eg eisini havi medvirkað. Seinasti fyrilesturin hjá mær var um evnið “consciousness-based education”, ið eg í 2010 helt fyri lærarunum á Føroya Handilsskúla í Tórshavn.

Lýsing av gransking

á fyrstu síðu, 3-punkts plánin fyri gransking.

Eg arbeiði fulla tíð fyri Búskaparráðið. Hetta ger at lítið og onki av tíð verður til yvirs til gransking. Kortini gevur hetta starv høvi til nakað av makro-búskaparliga gransking.

Verkætlanir

Ph.D. verkætlanin var lokin 2007 tá Ph.D. ritgerð var vard og góðkend við lærda háskúlan í Aalborg. Aðrar publiseringar við grundstøði í hesi ritgerð vóru loknar nakað seinni. Úrslitið av hesi verkætlan var parvíst menning av eini granskingarmetodu [Sí www.groundedtheory.com/what-is-gt.aspx],
    og serstakliga skapanin av einum heilt nýggjum ástøði um vinnuvirkið og virkisleiðslu. 

Eftir standa avbjóðingarnar at gagnnýta úrslitini av hesi gransking í praksis. Sum svar upp á hesar avbjóðingar eru tvær granskingarverkætlanir í gongd samstundis: 

•    Menning av nýggjum hættum til ráðgeving og leiðslu av virkjum og stovnum.  

•    Menning av einum nýggjum ástøði um makrobúskaparligan politikk í Føroyum og aðrastaðni. 

Menning av nýggjum hættum til ráðgeving og leiðslu av virkjum og stovnum. Í hesi verkætlan verður roynt at skipa eitt altjóða netverk, m.a. gjøgnum mín leiklut sum ”fellow” í ”grounded theory Institute” og at fáa samvinnu við virki, herundir altjóða ráðgevingarvirki.
•    Menning av einum nýggjum ástøði um makrobúskaparligan politikk í Føroyum og aðrastaðni.  Í hesi verkætlan er ætlanin at arbeiða saman við føroyskum granskara.

Eg arbeiði fulla tíð fyri Búskaparráðið. Hetta ger at lítið og onki av tíð verður til yvirs til gransking. Kortini gevur hetta starv høvi til nakað av makro-búskaparliga gransking.

Persónsupplýsingar

Føddur í 1950 í Tórshavn og uppvaksin við Gjógv. Studentsprógv frá Føroya Studentaskúla í 1969. Búði í Danmark 1969-1987, hevur síðan búð í Føroyum. Skrivari Búskaparráðsins frá 1. mai 2013

Útbúgving
  • Ph.D. frá lærda Háskúlanum í Aalborg 2007

  • Cand.scient.soc. frá lærda Háskúlanum í Keypmannhavn 1983

  • Cand. polit. frá lærda Háskúlanum í Keypmannhavn 1977

Størv
  • 2013 -  Skrivari hjá Búskaparráðnum fulla tíð

  • 2008-  2013   Undirvísir á Føroya Handilsskúla og lektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum

  • 2000 - 2008       Lærari og granskari á Fróðskaparsetri Føroya, Søgu- og Samfelagsdeildin 

  • 1987 - 2000       Fulltrúi á Hagstovu Føroya

  • 1985 – 1987   Hagfrøðiligur ráðgevi og grannskoðari innanhýsis grannskoðanini hjá Kjøbenhavns Handelsbank

  • 1979 – 1985   Fulltrúi á Almannastýrinum í Danmark (stovnur undir danska Almanna-málaráðnum

  • 1977 – 1979   Marknaðargranskingarráðgevi á vinnugranskingarstovninum Observa í Keypmannahavn

  •           -  1977        Ymisk parttíðararbeið í styttri tíð, m.a. á verksmiðjum (skrivstovuarbeiði og manuelt arbeiði) og eisini í fiskiveiðu, m.a dekkari á sluppum á sildaveiðu í 1960-unum og á nýmótans trolarum á rækjuveiðu í 1970-unum

Fyrilestrar

Eg havi hildið nógvar almennar fyrilestrar og framløgur á altjóða ráðstevnum, sum eg tíverri ikki havi uppgjørt talið á. Eg haldi at seinasti fyrilesturin hjá mær var í apríl 2017 í Tórshavnar Rotary, og hann var um demografisku útlitini og fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum. Á ráðstevnu hjá føroysku eldrafeløgunum røddi eg um sama evnið einaferð í 2016. Eg havi havt fyrilestrar um  fjølbroytt evni. Einaferð í 2010 hevði eg til dømis fyrilestur  um evnið “consciousness-based education” fyri lærarunum á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. /

Fyrisitingarlig ábyrgdarøkir

Eg eri ein av 12 “fellows” á  “The Grounded Theory Institute” í Mill Valley, California.  Hetta “institutt” er stovnað av Barney Glaser, ið fann fram til “classic grounded theory” háttalagið, og sum í dag er ein hin mest citeraði granskari innan samfelagsvísindi. “Instituttið” umboðar eitt stórt altjóða netverk av  granskarum og eisini praktikarum.
www.groundedtheory.com/what-is-gt.aspx

  • Eg havi gjørt “peer review” fyri  "Journal of Business and Industrial Marketing"

  • Eg eri “peer review editor” fyri “Grounded Theory Review – An International Journal”

  • Eg havi gjørt “peer review” fyri “Production Planning & Control Journal”.

  • Eg var limur av tí ráðgevandi trýmannanevnd, ið Mentamálaraðið í 1999 setti til at meta um tørvin fyri stovnseting av einum granskingardepili fyri økismenning

  • Eg havi luttikið í øðrum “peer review” arbeiði. T.d. var eg í februar 2011 pre-opponentur í sambandi við verju av eini doktararitgerð við “Stockholm University School of Business”

  • Fyri Mentamálaráðið havi eg saman við øðrum gjørt uppskot til námskrøv og námsætlnanir fyri frálæruna í búskaparfrøði á føroysku handilsskúlunum

  • Eg var fyrsti nevndarformaðurin fyri Landsbanka Føroya aftaná stovnan í 1987, og eg eri nú varalimur í nevndini

  • Eg havi verið varalimur í Kappingarráðnum

Granskingarstuðul

BP Amoco stuðlaði míni PhD granskingarverkætlan ið var lokin í 2007


  • Eg havi t.d. medvirkað í sjónvarpssendingum um føroyskan búskap og fíggjarviðurskifti, herundir granskað fyri Sjónvarp Føroya í búskaparligum og fíggjarligum spurningum, ið hava verið viðgjørdir í serligum sendingum har eg eisini havi medvirkað.

  • Eg havi gjøgnum árini skrivað einar 50 greinar um føroyskan búskap.

 

Eg havi skrivað tvær lutvíst granskingargrundaðar bøkur á føroyskum máli

  • Ólavur Christiansen. 1990.  Búskapur og politikkur, áttatiárini og framtíðin Forlagið Føroyaklettur, Tórshavn, 1990. 200 síður. Seld í 2000 eintøkum.

  • Ólavur Christiansen. 1998. Villinistíggir upplýstir. Forlagið Føroyaklettur, Tórshavn, 1998. 220 síður. Seld í 3000 eintøkum.