Turið Sigurðardóttir
adjungerað, professari í bókmentum
Føroyamálsdeildin
Telefon +298 292525
  • Um
  • Undirvísing
  • Gransking
  • Útgávur
  • CV
  • Annað virksemi
Undirvísing

Undirvísir í norðurlendskari bókmentasøgu frá miðøld til okkara tíð og føroyskum bókmentum, serliga frá 19. øld til nútíðina. Staðið fyri altjóða summarskeiði 2004-2012

Granskingar áhugamál

Føroyskar bókmentir og bókmentasøga

Seinastu útgávur
  • 2013: "Nøvn í føroyskum barnabókum, upprunaligum og týddum". Frá Sturlungu til West Venture. Heiðursrit til Anfinn Johansen á 60 ára degnum. Hansen, Zakaris S., Jacobsen, Jógvan í Lon, Jakobsen, Tina K., Magnussen, Kristin og Sigurðardóttir, Turið (ritstj.). Fróðskapur.

  • 2012: "Løtan loftað. Yrkjarin Hjørdis Djurhuus" Malunarmót. Heiðursrit til Maluna Marnersdóttir. Fróðskapur.

  • 2011: "Sonderinger i færøsk-norske, norsk-færøske og færøsk-islandske oversættelser." Vestnordisk språkkontakt gjennom 1200 år. Akselberg, Gunnstein og Bugge, Edith (Ritstj.) Fróðskapur, Faroe University Press, Tórshavn 2011.

Lýsing av undirvísing

Undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya

Støðisnám:
1987-1994: \"Norðurlendsk og føroysk bókmentasøga\".
Vár 1989: \"Bókmentagreining\".
1989-1990: \"Ritverk Hans Andriasar Djurhuus\".
1994-1995: \"Bókmentagreining\".
Vár 1995: “Bókmentaligt tíðarskeið: 1975-1995”.
Heyst 1995: “Bókmentaligt tíðarskeið: 1975-1995”.
1998-2006: \"Norðurlendsk og føroysk bókmentasøga\".
2004-2005: \"Bókmentagreining\".
2006-2007: \"Bókmentagreining\".
Heyst 2003: \"Bókmentafrøðiligt vísindaástøði\", 15x2 tímar.
Vár 2007: \"Vísindaástøði\" 7x2 tímar.
Vár 2007: \"Vísindaástøði\" 7x2 tímar.
Vár 2012: \"Tekstgreining\", saman við Tótu Árnudóttur. 10 ECTS.
Heyst 2012: \"Bókmentagreining 1\", saman við Tótu Árnudóttur. 5 ECTS. Cand.phil.-nám:
1987-88: “Bókmentasøga”.
1992 -93: “Tá ið nútíðin kom til Føroya” (saman við Søgudeildini).
Vár 1994: Onga undirvísing.
Heyst 1996 - vár 97: “Íslendskar fornsøgur”.
Heyst 1996: Granskingarsøga: “Føroysk bókmentasøguskriving” (6 tím.)
Heyst 1996 - vár 97: Realisma í norðurlendskum bókmentum, teoretiskt og
          bókmentasøguliga.
Heyst 2000 - vár 01: “Modernisma og postmodernisma”.
Heyst 2000: “Bókmentafrøðilig granskingarsøga og ástøði” (5x3 t.).
Heyst 2002: “Modernisma og postmodernisma.” BA & MA-nám:
Heyst 2002- vár 03: “Modernisma í norðurlendskum bókmentum” (20 ects)
Heyst 2003: “Barnabókmentir” (10 ects)
Vár 2005: “Barnabókmentir” (5 ects)
Vár 2006: “Barnabókmentir” (5 ects)
Vár 2006: “Týðingarfrøði” (5 ects)
Heyst 2006: “Verklig týðingarfrøði” (10 ects)
Heyst 2007: “Ritverk Símunar av Skarði” (5 ects)
Vár 2009: “Barnabókmentir” (10 ects)
Vár 2010: “Samtíð og bókmentir í  1940-árunum” (10 ects)
Heyst 2010: “Týðingarfrøði” (10 ects)
Heyst 2012: \"Íslendskar miðaldarbókmentir, hugmyndir og formur\" (10 ECTS).

Undirvísing á summarskeiðum

2009. Nordspråk-skeið fyri norðurlendskar lærarar v/ Anne-Kari Skarðhamar:
          “Føroyskar barnabókmentir”. 14.09.
2009. Altjóðaskeið: “Føroyskar bókmentir”. 16.08.
2008. Nordkurs: Barnabókmentir. 11.06.
2007. Nordliks vikuskeið um kvæði fyri norðurlendskar framhaldsstudentar,
          Fróðskaparsetur: skipað saman við M. Marnersd. og Sólfinni Hansen.
          Fyrilestur: “Folkevisen i færøsk litteratur” 07.08.
2007. Finskir studentar á námsferð: “Føroyskar barnabókmentir”.
2004, 05 og 07. Altjóða skeið á Føroyamálsdeild: Undirvíst í bókmentum á 3 vikur
          longu skeiðunum .
1996. Nordliks-skeið um norðurlendskar bókmentir: skipað og undirvíst saman við
          Maluni Marnersdóttur 01.-13.07.
1989-.Norðurlendsk summarskeið á Føroyamálsdeild: Undirvíst í bókmentum á  4
          vikur longu skeiðunum.

Undirvísing á øðrum universitetum

2004. Syddansk universitet Kolding, Nordliks-skeið: Fyrilestur og bólkaarbeiði um
          modernistiskan skaldskap. 14.-19.08.
2002. Háskóli Íslands: Føroyskar bókmentir 28.10.-08.11.
2001. Riga universitet: Føroysk nútíðaryrking 20.10.
1996. Mälardalens Högskola: skeið í føroyskum máli 13.-19.04.
1994. Åbo Akademi, Svenska institutionen: Føroyskt mál og bókmentir. 08.-29.
1991. Háskóli Íslands, Reykjavík: Føroyskt mál. September.        
1990. Nordisk institutt, Universitetet i Bergen: Føroyskar bókmentir. Oktober.

Onnur undirvísing

2008. Á Læraraskúlanum: Barnabókmentir. 05.12.
2001. Skeið hjá Móðurmálslærarafelagnum fyri miðnámslærarar: Yrkingagreining.
          09.- 10.11.
1998. Skeið fyri miðnámslærarar: “Lítli Páll í Nólsoy og Skip í eygsjón.” 11.11.
1998. Føroya Fólkaháskúli/Rirhøvundaskúlin í Keypmannahavn: “Linjer i færøsk
          lyrik.” 04.11.
1997. Norðurlendskt týðaraskeiði fyri Rithøvundafelag Føroya saman við Maluni
          Marnersdóttur. Tórshavn. 8.-12.09.
1996. Nordspråk-skeið um W. Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen fyri føroyskar,
          íslendskar og danskar studetnaskúlalærara/ jonhard Mikkelsen: “Eilliams håb
          og Kiljans klokke. Parallellæsning af to hovedværker med beslægtet tema.”
          Tórshavn. 04.07.
1996. Norrøna felagið: Skeið um \"nýbrotið í norðurlendskum bókmentum\". 27.01.
1995. Rithøvundasamband Íslands, skeið fyri norðurlendskar týðarar úr íslendskum:
         Fyrilestur um foøroyskar bókmentir. Hvalfirði. 29.11.-03.12.
1994. Læraraeftirútbúgvingin hjá Landsskúlafyrisitingini: Nútíðaryrking. Mai.
1993. Alment skeið í íslendskum á Fróðskaparsetrinum. Mars-apríl .
1991. Ársskeið fyri lærarar: Føroyskar kvinnubókmentir og ungdómsbøkur.
1990. Ársskeið fyri lærarar: Føroyskar ritroyndir og stuttsøgur.
1989. Ársskeið fyri lærarar: Føroyskar og íslendskar nútíðarbókmentir.
1988. Ársskeið fyri lærarar: Eldri føroyskar bókmentir.
1984. Skeið í føroyskum fyri íslendskar lærarar fyri Norrøna felagið. Juni.

Verkætlanir

Føroysk Bókmentasøga

Verkætlanin er mannað og stýrd av Maluni Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur, bókmentafrøðingum á Føroyamálsdeildini. Umframt tær báðar taka aðrir granskarar á og uttan fyri deildina lut í verkætlanini og skriva um ávís vald evni; t.d. skrivar Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur á Føroyamálsdeildini, um lærdóms- og upplýsingarmentanina í 17. og 18. øld.

Ætlanin við hesi bókmentasøguni, er at hon skal byggja á gransking og skoða bókmentamenningina í heild, listfrøðiliga og søguliga.

Verkætlanin
Í løtuni er arbeiðið miðsavnað um tíðarskeiðið frá 17. øld, tá ið týdningarmikil rit um Føroyar komu út, til umleið 1900, tá ið føroyskar nútíðarbókmentir vóru vorðnar veruleiki.

Miðað verður eftir at byrja útgávuna við hesum tíðarskeiðinum. Harnæst er tjúgunda øld á skránni.

Hvør verður høvuðsmunurin millum ta komandi bókmentasøguna og tær verandi, eitt nú Føroyska bókmentasøgu eftir Chr. Matras frá 1935, Føroyskar bókmentir I-III eftir Árna Dahl 1980-83 og Færøsk litteratur eftir Jógvan Isaksen? Tann nýggja byggir bæði á eldri skriving og nýggja gransking. Hon er grundað á tekstgreining og fer av tí sama at vera størri og fara gjølligari um.

Verkætlanin strembar eftir at greiða frá søguni hjá føroyskum bókmentum við at seta menningina av tekstsløgum og listfrøðiligum eyðkennum annars inn í bókmentasøguligt og bókmentafrøðiligt høpi. Hugt verður at sambandinum millum ta føroysku, ta norðurlendsku og ta evropeisku menningina. Viðgerðin av teimum ymsu rákunum, tíðarskeiðunum og høvundunum byggir á teir ítøkiligu tekstirnar og hevur fyrilit fyri eldri viðgerðum, støða verður tikin til tær og bygt verður á tær.

Nýggj gransking ger, at áherðslur broytast: høvundar, sum áður ikki hava verið tiknir við ella bara nevndir, verða umrøddir, viðgjørdir og mett verður um týdning teirra í bókmentasøguni. Tað kunnu t.d. vera menn og kvinnur, sum hava skrivað í tekstsløgum ella stíli ella á máli, sum tað ikki hevur verið pláss fyri í teimum fyrstu føroysku bókmentasøgunum, tá ið støði varð lagt undir hugtakið.

Tá ið talan er um 20. øld, sum verður evnið í fylgjandi bindi ella bindum, so eru bókmentirnar nógv størri í vavi enn hinar undanfarnu øldirnar, nógv fleiri tekst-ir og fleiri tekstsløg eru at viðgera. Seinasta 30-ára skeiðið í føroyskum bókmentum hevur ikki verið viðgjørt áður í heild bókmentasøguliga. Har verður at bróta upp úr nýggjum í úrvali, samanfatan, flokking og viðgerð.

Úrslitið fer at tala fyri seg. Væntandi verður tann nýggja bókmentasøgan partvíst nýbrot, partvíst sýntesa og framhald av eldri bókmentasøguskriving.

Fyrsta bind av bókmentasøguni varð útgivið í juni 2011.

 

Ritverk Símunar av Skarði

Eitt granskingarevni Turiðar er ritverk Símunar av Skarði (1870-1942), háskúlastjóra. Sangir og sálmar hansara, upprunaligir og týddir, hava verið fólkaogn, síðan teir komu fram og hava verið atkomuligir í sang- og sálmabókum. Men ritsavn hansara ella partar av tí vóru ikki útgivnir. Tí varð farið undir at savna og skipa tað, sum Símun av Skarði hevur yrkt, skrivað og týtt, til útgávu. Í tí arbeiðinum vóru yvirlit, sum Jóhannes av Skarði (1911-1999) hevði gjørt, og samrøður við hann til stórt gagn, og tað gleðiliga var, at 1. bind kom út, meðan Jóhannes var á lívi. Millum 1998 og 2004 kom ritverkið út í 7 bindum – ein bók um árið - hjá forlagnum Fannum:
1. bind: bundið mál; 2. og 3. bind: greinir, lestrar, kvøður og ummæli; 4.
bind: søgur og ævintýr; 5. bind: týdd íslendingasøga; 6. bind: eitt upprunaligt og eitt týtt leikrit; 7. bind: týdd samtíðarskaldsøga. Eitt ískoytis- og yvirlitsbind er enn ókomið. Millum tað, sum verður í tí kunnu nevnast: tekstir, sum ikki vóru komnir undan kavi, tá ið bindini, teir áttu at staðið í, vórðu prentað; yvirlit yvir, hvar teir einstøku tekstirnir hava verið prentaðir áður, og hvar teir standa í ritsavninum; viðmerkingar og frágreiðingar um og viðgerðir av einstøkum tekstum; skrá yvir bókmentir um Símun av Skarði.

Barnabókmentir

Barnabókmentir hava síðan 1970-árini verið ein týdningarmikil partur av undirvísing og gransking av bókmentum á lærdum háskúlum í Vesturheiminum, og í dag verða hildnar ikki bara norðurlendskar men altjóðaráðstevnur um barnabókmentir millum granskarar í øllum heimspørtum.  Á Fróðskaparsetri Føroya hava verið hildin skeið í barnabókmentum, har ávis tíðarskeið í føroyskari barnabókmentasøgu hava verið kannað eins og ávísar útgávur og høvundar.

Yvirlit

Vísindaligar greinir og ritgerðir

Greinir 2011-

2013: "Nøvn í føroyskum barnabókum, upprunaligum og týddum". Frá Sturlungu til West Venture. Heiðursrit til Anfinn Johansen á 60 ára degnum. Hansen, Zakaris S., Jacobsen, Jógvan í Lon, Jakobsen, Tina K., Magnussen, Kristin og Sigurðardóttir, Turið (ritstj.). Fróðskapur.

2012: "Løtan loftað. Yrkjarin Hjørdis Djurhuus" Malunarmót. Heiðursrit til Maluna Marnersdóttir. Fróðskapur.

2011: "Sonderinger i færøsk-norske, norsk-færøske og færøsk-islandske oversættelser." Vestnordisk språkkontakt gjennom 1200 år. Akselberg, Gunnstein og Bugge, Edith (ritstj.) Fróðskapur, Faroe University Press, Tórshavn.

2011:"Paradise lost og "Slaget ved Slesvig"". Transformationer, Ljung, Per Erik (Red.) CSS Actra Series 1, Lund.

Greinir 2000-2010

2010. Saman við Magnussen, Kristin: "Dr. Jakobsen: Bibliography". Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes s. 254-278. Ritstj. Turið Sigurðardóttir og Brian Smith. Shetland Amenity Trust & Fróðskaparsetur Føroya. Lerwick, Shetland.

2009. Leikum fagurt á foldum. Færeyskir sagnadansar í nútímabókmenntum". Greppaminni. Heiðursrit til Véstein Ólason. Reykjavik, s. 316-327.

2009. "Translation in Faroese Children's Literature." Northern Lights: Translation in the Nordic Countries, s. 183-191. Peter Lang. Oxford.

2008. "Leikum fagurt á foldum. Dansur og kvæði í nútíðarbókmentum okkara".Varðin 75: 44-57.

2008. "Føroyskar barnabókmentir - 1907 og 2007". Frændafundur 6: 155-164. Ritstj. Turið Sigurðardóttir og Magnús Snædal. Fróðskapur. Tórshavn.

2007. "Modernism in Faroese Literature". Modernism: 873-77. Ritstj. Astradur Eysteinsson & Vivian Liska. John Benjamins Publishing Company.

2007. "København som færøsk åndshovedstad - belyst ved træk af færøsk bog- og litteraturhistorie." København som Vestnordens hovedstad. Udvalg af foredrag holdt på VNH-temakonference i København

2006: 48-62. Ritstj. Andras Mortensen, Jón Th. Thór og Daniel Thorleifsen. Atuagkat. Nuuk.

2005. "Leiklutur Føroya í íslendskum bókmentum". Frændafundur 5: 49-59. Háskólaútafan. Reykjavík.

2005. "Vitan og vald: mentanarkritikkurin í Orientalism hjá Edward Said." Modernaðir teoretikarar, Setursrit 2: 9-20. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.

2003. "Ein norrønur leikur hjá Ibsen". Símun av Skarði: Streingir, ið tóna VI: 67-77. Fannir.

2003. "Vár - ein leikur um andaliga og handaliga váring". Símun av Skarði: Streingir, ið tóna VI: 9-14. Fannir.

2003. "Rundatorn, Trøllkonufingur og Parnass - dømi um føroyskar býarmyndir fram til 1870." Føroya Fróðskaparsetur - Ársfrágreiðing 2002: 5-7.

2002. "Av bygd í bý til tykisrúm. Støð í Mjørka í heilum". Frændafundur 4. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.

2002. "Gjøgnum málið, gjøgnum teg sjálvan". Húðsemi eftir Tórodd Poulsen". Eivindarmál: 359-363. Ritstj.: Anfinnur Johansen, Zakaris Svabo Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen og Malan Marnersdóttir. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.

2000. "Goethe, Schiller and Heine in Faroese - The Faroese Tongue expands its territory beyond the Nordic Boundaries". Salonkultur und Reiselust. Nordische und Deutsche Literatur im Zeitalter der Romantik: 115-138. Ritstj. Hubert Seelow. Erlanger Forschungen, Reihe A, Geisteswissenschaften, Band 93. Universitätsbund Erlangen-Nürnberg

Greinir 1990-1998

1998. "Noget som ingen endnu har sagt." Tímar og rek eftir Carl Jóhan Jensen. Nordisk litteratur: 67. Nordisk litteratur- og bibliotekskommité.

1996. "Kvindelig(t) i færøsk nutidslyrik udfra Carl Jóhan Jensens digt "deyð genta í baðikarsdreymi"". Litteratur og kjønn i Norden. IASS-rit 20: 481-485. Ritstj. Helga Kress. Háskólaútgáfan. Reykjavík.

1993. "Islandsklukkan som poetisk modstand". Literature as Resistance and Counter-Culture. IASS: 170-174. Ritstj. András Masát. Hungarian Association for Scandinavian Studies. Budapest.

1993. "Íslandsklukkan og Vonin blíð" , s. 197-208 í: Halldórsstefna, Rit Stofnunar Sigurðar Nordals 2. Ritstj. Elín Bára Magnúsdóttir og Úlfar Bragason. Reykjavík.

1993. "Hugburður føroyinga til Ísland og íslendingar". Frændafundur, Fyrilestrar frá íslendsk-føroyskari ráðstevnu s. 236-244. Háskólaútgáfan. Reykjavík. 

1993. "Nøkur dømi um kappyrking og mótyrking". Sýnisstubbar, Greinasavn til  Anfinn Johansen á 40 ára degnum 16. desember 1993: 64-66. Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya.

1993. "Vón Williams og klokka Kiljans".  Brá 20: 19-31.1992. "Die Faeröische Literatur". Kindlers neue Literaturlexikon 20. bd. Týtt til týskt: Hubert Seelow.

1992. "Magnus Dam Jacobsen: Í Grønlandi við Kongshavn. En litterær fiskerdagbog." Leve og skrive. Artikler om livshistorier: 79-90. Ritstj. Lisbeth Mikaelsson & Idar Stegane. Senter for humanistisk kvinneforskning. Skriftserien nr. 4. Universitetet i Bergen.

1992. "Skaldsøga úr 18. øld um ein føroying."(Der Faeröische Robinson). Brá 18: 12-14.

1992. "Kommentarer til Randi Bårtvedt: "Revitalisering og salet av den nasjonale kultur"". Nordatlantiske foredrag : 143-145. Norðurlandahúsið í Føroyum.

1991. "Det postmoderne projekt i færøsk perspektiv". Modernismen i skandinavisk litteratur, IASS-rit 18: 369-375. Universitetet i Trondheim.

1991. "Vakurleikin, veruleikin, skaldskapurin". Setursrit 1: 46-66. Ritstj. Malan Simonsen [nú: Marnersdóttir]. Fróðskaparsetur Føroya. Tórshavn.

1991. "Romantiske træk i den ældste nyfærøske sangdigtning fra slutningen af det 19. århundrede". Nordische Romantik, IASS-rit 19: 381-387. Basel & Frankfurt a.M.

1990. "Robinson Kruso á føroyskum. Mentan og politikkur", s. 180-230 í: Daniel Defoe:  Robinson Kruso.Føroya Lærarafelag og Føroys Skúlabókagrunnur.

Greinir 1977-1989

1989. "Nýggjar tíðir - nýggjur songur". Føroyskur sangskaldskapur í 1870- og 1880- árunum. Brá 13-14: 30-45.

1980 "Virðingin fyri veruleikanum. Samfelagslýsing og samfelagsavdúkan í skaldsøgunum hjá Martini Joensen". Varðin 1-2: 45-104.

1977 "Lýst er eftir Pétri Péturssyni, verkamanni". Jakóbína Sigurðardóttir: Lifandi vatnið . Tímarit Máls og menningar, II,77: 154-181.

Óprentað ritgerð

1989. "At rejse ud for at komme hjem. Den færøske sangdigtning 1876-1892 som del af og udtryk for færøsk nationalidentitet i støbeskeen". Magistararitgerð. Institut for litteraturvidenskab. København.

Bøkur

  • 2013. Nýggj leiti. 6 greinar um føroyskar barnabókmentir 2003-2009. Ritstj.: T. Sigurðardóttir. Sprotin

  • 2011. Føroysk bókmentasøga 1. Saman við M. Marnersdóttur. Nám. Tórshavn

  • 2009. Hugtøk í bókmentafrøði. 2. útg. Ungu Føroyar. Tórshavn

  • 2004. Bókmentasøgur. Greinasavn. [382 s.; 15 greinir, av teimum 3 áður óprentaðar: ”Ein barokkyrking av Oyri” s. 72-89, ”Millum upplýsing og romantikk: Førjaríman eftir Alexandur Weihe” s. 90-105, og ”Hammershaimb sum tjóðarsmiður” s. 106-123]. Føroya Fróðskaparfelag

  • 1998. Hugtøk í bókmentafrøði. Sprotin

  • 1987. Lærið íslendskt 1-2 (Mállæra og tekstasavn v/ljóðbandi). Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn

  • 1994. Sigert. Um ævi og ritverk Sigerts Paturssonar. Ungu Føroyar. Tórshavn

  • 1991. Märta Tikkanen, arbeiðshefti. Saman við Bergljót av Skarði. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn

Ritstjórn

2013. Frá Sturlungu til West Venture. Heiðursrit til Anfinn Johansen á 60 ára degnum. Ritstjórn: Zakaris S. Hansen, Jógvan í L. Jacobsen, Tina K. Jakobsen, Kristin Magnussen og Turið Sigurðardóttir. Fróðskapur.

2012. Malunarmót. Heiðursrit til Maluna Marnersdóttir. Ritstjórn: Eyðun Andreassen, Malan Johannesen, Anfinnur Johansen og Turið Sigurðardóttir. Fróðskapur.

2012. Eivindaródn. Greinar 1979-2011. Sjeytiárarit til Eivind Weyhe. Ritstjórnað saman við Anfinni Johansen og Tótu Árnadóttir. Fróðskapur.

2012. Frændafundur 7. Fyrilestrar frá íslendsk-føroyskari ráðstevnu í Reykjavík 21.-22. August 2010. 2012.Hugvísindastofnun. Reykjavík. Saman við Magnúsi Snædal.

2010. Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes. Ritstjórn: Turið Sigurðardóttir og Brian Smith. Shetland Amenity Trust & Fróðskaparsetur Føroya. Lerwick.

2008. Streingir, ið tóna VIII. Ritsavn Símunar av Skarði. Fannir. ÁVEGIS.

2008. Frændafundur 6. Ristj, saman við Magnúsi Snædal. Fróðskapur. Tórshavn.

2008. Setursrit 5. Platon: Drykkjuveitslan og aðrar samrøður. Janus Djurhuus týddi. Bergur D. Hansen:” Gamla Grikkaland”. Jógvan Hansen: "Platon”. Fróðskapur.  

2007. Halldór Laxness: Veitsla hjá nornafaðir. 9 søgur; úr íslendskum: Chr. Matras, Oskar Hermannsson, Turið Sigurðardóttir, Ulf Zachariasen, Per Mohr og Hjalmar P. Petersen. Ungu Føroyar. Tórshavn.

2007. Setursrit 4. Elsa Funding: Føroyskar bíbliutýðingar. Fróðskapur. Tórshavn. 

2006. Setursrit 3. Tveir yrkjarar úr Kvívík. T. Lenvig: Kvívíks-Jógvan og skaldskapur hansara; K. Næs: Føroyingur fyrst og kristin so. Tann føroyska brúðarvísan. Føroya Fróðskaparfelag.

2005. Setursrit 2. Modernaðir teoretikarar. Átta greinir. Føroya Fróðskaparfelag.

2002. Chr. Matras – aldarminning. Fyrilestrar frá ráðstevnuni 7.-8. 12. 2000 Chr. Matras til heiðurs, 100 frá frá føðing hansara. Fróðskaparfelagið. Tórshavn.

2002. Frændafundur 4. Ritstj. saman við Magnúsi Snædal. Føroya Fróðskaparfelag. 

2000. Frændafundur 3. Ritstj. saman við Magnúsi Snædal. Háskólaútgáfan. Reykjavík. 

2000. Úthavsdagar. Fyrilestrar um William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen frá ráðstevnuni í Tórshavn 25.-27.05.2000.  Ritstj. saman við M. Marnersdóttur. Føroya Fróðskaparfelag og Norðurlandahúsið í Føroyum.

2000. Jørgen-Frantz Jacobsen: ”Vit skulu sjálvir” Greinir úr Tingakrossi. Fannir.

1998-2004. Streingir, ið tóna. Ritsavn Símunar av Skarði I-VII. Fannir.

1998. Sigurð Joensen: Tekstir 1940-1992. Ungu Føroyar. Tórshavn.

1997. Frændafundur 2. Ritstj. saman við Magnúsi Snædal. Føroya Fróðskaparfelag Tórshavn.

1996. Salman Rushdie: Eystur-vestur. Søgur. Lív Joensen týddi. Ungu Føroyar. Tórshavn.

1996. Halldór Laxness: Íslandsklokkan Sigurð Joensen týddi. Ungu Føroyar. Tórshavn.

1994. Sigert Patursson: Á ferð í Sibiriu. Sigrið av Skarði Joensen týddi. Ungu Føroyar. Tórshavn.

1993. Frændafundur. Ritstj. Saman við Magnúsi Snædal. Háskólaútgáfan. Reykjavík.

1987. Sigurð Joensen: Eg stoyti heitt 1-2. Savnrit. Mentunargrunnur Studentafelagsins.

1982-93. Brá. Bókmenta- og mentanartíðarrit nr. 1 – 20. Ritstj. saman við øðrum.

Týðingar, yrkisbókmentir

1994. "Uppruni og aldur á íslendskum miðaldarhandritum”, Stefán Karlsson. Heiðursfyrilestur Christiani Matras til áminnis 18. september 1994"; úr íslendskum.

1993. „Gátuføra samanhang lívs og deyða. Greining av stuttsøgum Williams Heinesens „Jomfrufødselen“ og „Historien om Lin Pe og hans tamme trane“. Anne-Kari Skarðhamar; úr norskum. Brá 20: 43-51.

1992. "Sorg og samfelag. Eitt etiskt tema í nýggjum norðurlendskum bókmentum". Erik Skyum-Nielsen; úr donskum. Brá 18: 21-29.

1984. "Aran, Írland - verðin". Grein um J. M. Synge: úr donskum. Brá 6: 18-25.                     

1982. "At leita eftir sær sjálvari. Nøkur orð um kvinnuligar lívsroyndir og kvinnuliga traditión í íslendskum bókmentum”, úr íslendskum. Helga Kress. Brá 1:22-32.

Týðingar, fagrar bókmentir.

2007. ”Góðagenta og Húsið”. Veitsla hjá nornafaðir Stuttsøgur. Halldór Laxness; úr íslendskum. Ungu Føroyar. Tórshavn.

2007. ”Corda Atlantica”. Veitsla hjá nornafaðir. Halldór Laxness; úr íslendskum. Ungu Føroyar. Tórshavn.

2000. Eydnufelagið. Amy Tan; úr enskum.  Skaldsøga. Sprotin.

1996. Hugo og Josefina. Maria Gripe; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.

1996. Hugo. Maria Gripe; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.       

1996. Kennir tú Pippi Langsokk? Astrid Lindgren; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.

1995 Josefina. Maria Gripe; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.

1995. Pippi fer umborð. Astrid Lindgren; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.

1994. ”Hatturin”, Jón Thoroddsen; : "Úr trúilovanartíðini”, Gestur Pálsson; ”Leidd í kirkju”, Þorgils Gjallandi; 2 síður úr Halldór Laxness: "Vevarin mikli úr Kasmir"; ”Hjúnaband”, Jón Thoroddsen: "Hjúnaband"; úr íslendskum. Nýbrotið í  norðurlendskum bókmentum. Sprotin. 

1993. Pippi Langsokkur Astrid Lindgren; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.

1992. "Høvundurin og verk hansara" Halldór Laxness: Vettvangur dagsins 1942; úr íslendskum. 14. September 24.04.

1992. ”Ljósið” (yrk.) B. Brecht; úr týskum. Brá 19: 4.

1991. "Av mannaávum" Álfrún Gunnlaugsdóttir; úr íslendskum. 14. September 26.01.

1991. "Sýnið tveir kilometrar" (yrk.) Gyrðir Elíasson; úr íslendskum. 14. September 26.01.

1991. "Flyting" (yrk.)  Gyrðir Elíasson; úr íslendskum. 14. September 26.01.

1987. "Tøkk so fái lívið", Violeta Parra (yrk.); úr svenskum. Brá 11: 20-21.

1987. "Á ferð", Karin Boye (yrk.); úr svenskum. Brá 11: 57.

1986 "32 síður" Alexandra Kollontaj; úr donskum. Brá 8: 33-37.

1986. "Lov til ivan", B. Brecht (yrk. ); úr týskum. Brá 9-10: 30-31.

1985. "Bøssernes hanekamp". Guðbergur Bergsson; úr íslendskum. Information 07.12.

1983. "Skilið". Kristján J. Jónsson; úr íslendskum. Brá 4: 36-38.

1982. "Veitsla undir grótveggi". Svava Jakobsdóttir; úr íslendskum. Brá 1:15-17.

1982 "Illveðursnátt". Líney Jóhannesdóttir; úr íslendskum. Brá 1: 19-21.

1982. "Eggjan" (yrk.). Wolf Biermann; úr týskum. Brá 1: 43.

1981. "Referat", Bente Clod (yrk.); úr donskum. Skeggin. Februar. 

1981. "Jógvan í Breyðhúsi". Halldór Laxness; úr íslendskum. Brá nr. 12:24-25.        

1979. "Søga fyri børn", Svava Jakobsdóttir; úr íslendskum. Varðin I-II : 100-108.

1979. "Ungi sonur mín spyr meg", Brecht (yrk.); úr týskum.  14. September. 18.07.

1979. Märta Tikkanen: Inngangur og týddar yrkingar; úr svenaskum. Súrsokkur 2.

1978. Salka Valka II, Halldór Laxness; úr íslendskum. Bókagarður. Tórshavn.

1978. "Stjörnurnar í Konstantinopel", Ól. Jóh. Sigurðsson; úú íslendskum. Varðin I-II: 

1972. Salka Valka I, Halldór Laxness; úr íslendskum. Bókagarður. Tórshavn.

Týðingar fagrar, óprentaðar

1998. Seiggj og tár. Ólafur Haukur Símonarson. Meginfelag áhugaleikara Føroya.

1997. Fiskar á turrum landi. Árni Ibsen. Meginfelag áhugaleikara Føroya.

1995. Afturgongur. H. Ibsen. Meginfelag áhugaleikara Føroya.

1991. Øll í verkfall. Duncan Green: Strike jhappy. Úr íslendskum. Meginfelag áhugaleikara Føroya.

1990. Børn eru skilafólk. Stefán Jónsson; úr íslendskum. Útvarp Føroya.

1982. Mangt stuttligt kann henda. Stefán Jónsson; úr íslendskum.Útvarp Føroya.

Persónsupplýsingar

Turið Sigurðardóttir; fødd í 1946

Útbúgving

Útbúgving sum magistari í almennari bókmentafrøði við Keypmannahavnar universitet og BA í íslendskum máli og bókmentum við Háskóla Íslands.

Størv

2008. Professari á Føroyamálsdeild, 1. august.
1990. Lektari, 1. januar.
1988. Adjunktur á Føroyamálsdeild, 1. august.
1987-88. Leysalærari í føroyskum bókmentum við høvuðsgreinarnámið á
Føroyamálsdeild.
1986. Fyrilestur á Center for nordatlantiske studier, Aarhus universitet: “Identitet og
litteratur i forbindelse med den færøske nationale vækkelsesbevægelse omkring
århundredeskiftet”, november.
1985. Skeið í íslendskum bókmentum við exam.art.-námið á Føroyamálsdeild, jan.
1984. Hildið summarskeið fyri íslendskum lærarum vegna Norrøna felagið, juni.
1982. Mánaðarskeið í bókmentum við exam.art.-námið á Føroyamálssdeild, okt.
1981-85. Føroyskt við Studieskolen í Keypmannahavn.
1977-78. Alment kvøldskeið í íslendskum á Fróðskaparsetri Føroya.
1978. Bókmentir á summarskeiði fyri norðurlendskar studentar á Fróðskaparsetri
Føroya (sí skjal 8).
1976-78. Leysalærari í bókmentasøgu og greining á ársnámi og exam.art.-námi á
Føroyamálsdeildini.
1975-76. Føroyskt í Menntaskólanum við Hamrahlíð, Reykjavík.
1970. Vikarur í føroyskum og donskum á Føroya maskinmeistarskúla, juni.
1968-70. Telefonkvinna á Telegrafstøðini í Tórshavn.
1966. Vikarur í skúlunum á Kirkju og í Hattarvík, mai-juni.

 

Fyrisiting

Deildarleiðari á Føroyamálsdeild, 1. august 1991 – 31. juli 1993 og 1. november 2001- 1. november 2004.
Dekanur á Føroyamálsdeild 1. januar 2008-  
Varadeildarformaður á Føroyamálsdeild: 1.11. 2004- .
Limur í megindeildarráðnum 1.1.2004 -.
Vararektari 01. 12 2002-31.11.2003.
Limur í lestrarráðnum á Føroyamálsdeild 1998, 1999, 2001, 2002
Formaður í lestrarráðnum á Føroyamálsdeild 2003, 2004
Limur í valnevnd Fróðskaparsetursins 1991-
Limur í Granskingarráðnum 2000-2001.

Fyrilestrar

Fyrilestrar á vísindaráðstevnum og -fundum

2012. University of the Highlands and Islands, Centre for Nordic Studies (staðsett í Hetlandi og Orknoyum). Fyrilestur um føroyskar bókmentir. Videoráðstevna. Í samstarvi við Silke Reeploeg, Scalloway. 16.04.2012.
2012. Háskóli Íslands. Stofnun Vigdísar Finnbogadóttur: \"Art in translation\": When the paint brush finally puts me down - The visuality of Tóroddur Poulsen\'s poetry.\" 24.-26.05.2012.
2010. Universitetet i Bergen: “Sonderinger i færøsk-norske, norsk-færøske og
          færøsk-islandske oversættelser”. 27. november. 
2010. Lunds Universitet: “Paradise Lost og “Slaget ved Slesvig”. Oversættelse ved
          etableringen af færøsk litteratur.” 4.august
2010. Háskóla Íslands: “The Role of Translation in a Minor Literature.”. 25. juni.
2009. ´Fróðskaparfelagið: “Hugleiðingar um Hammershaimb”. 27.03.
2008. Professarainnsetanarfyrilestur: “Leikum fagurt á foldum. Kvæði og dansur í
          nútíðarbókmentum okkara”. 03.10.
2008. London University & London University College, “Nordic translation
          conference”: “Faroese translated children’s literature”. 05.03.
2007. Frændafundur/HÍ&Fróðskaparsetur, Tórshavn: “Føroyskar barnabókmentir
         1907 og 2007”. 27.06.
2007. Fyrilestrarøð á Fróðskaparsetrinum: “Føroyskt sum hægri lærugrein og
          granskingarevni”. 22.01.
2007. Fyrilestrarøð á Fróðskaparsetrinum: “Føroyskt sum hægri lærugrein og
          granskingarevni”. 22.01.
2006. Útnorðursgranskingarsamstarvið (VNH), Keypmannahavn: “København som
          færøsk åndshovedstad – belyst ved træk af færøsk bog- og litteraturhistorie”
          27.09.
2004. IASS-ráðstevna í Wien: “”Tað er so vánt í tínum landi” – færingers tanker om
          sig selv og andre”. 04.08.
2002.Frændafundur/HÍ&Fróðskaparsetur, Reykjavík: “Postkolonialisma. Staðseting
          og nøvn í søgusavninum Mjørki í heilum” 18.08.
2000. Úthavsdagar v/Fróðskaparsetrið og Norðurlandahúsið: “Jørgen-Frantz
          Jacobsen: Færøerne, natur og folk. – Rejselitteratur som nation-building”
          28.05.
1999. Microstates v/ Fróðskaparsetrið og Landsstýrið: Høvusðsfyrilestur “Identity
          and Nationbuilding” . Tórshavn 26.04.
1998. SASS (Society for the Advancement of Scandinavian Studies), Tempe,
         Arizona: “Faroese national romantic poetry”.  01.05.
1997. Føroya Fróðskaparfelag: \"Hugleiðingar um bókmentafrøði. Hvat er arbeiðsøki
         hennara? Hvørjar stevnur eyðkenna hana í hesum árum?\" 20. mars.
1997. International Research Society for Children’s Literature: \"A National
         Rebel\'s Entrance into Faroese Children\'s Literature\" á ráðstevnuni \"The Past in
         the Present. Re-interpreting History in Childre¬n\'s Literature\". University of
         York. 22.26. 09.

Almennir fyrilestrar

2012. Jóhannes av Skarði og bókmentatýðingar hansara. Á Háskúlanum 30.01.2012.
2012. Fyrilestur á fyrilestrakvøldi hjá LGBT Føroyum, í Østrøm: \"Frá Ánaniasi til Brahmadellarnar. Tøgn og tala um samkynd í føroyskum bókmentum\". 01.08.2012.
2010. Ólavsøkufundur á Háskúlanum; “Námsfrøði og skaldskapur fyri børn hjá
          Símuni av Skarði”. 28. juli.
2009. Fróðskaparfelagið: “Darwin og tær føgru bókmentirnar”. 11.11.1995. Føroya landsbókssavn: \"Stundum havi eg við grunnin vaðið - um Sigert í  Kirkjubø. 2. februar.2009. Føroya Landsbókasavn, Norðurlendsk bókasavnsvika: “Runeberg”. 14.09.
2009. Røða  fyri Jóhan H. W. Poulsen á 75 ára degi í Læraraskúlahøllini. 20.06.
2009. Fólkafundur í Føgrulíð: Háskúlin 110 ár. 01.06.1999. Granskingardagar á Fróðskaparsetrinum: “Bókmentasøguskriving” 29.09.
2006. Rithøvundafelag Føroya: “Tjóðskapur og bókmentir – fortreyt og/ella
         forðing?” 03.12.
2005. Fyrilestrarøð Fróðskaparseturs Setrið á ferð: ““Lítla petti í hjarta mínum”.
          Yrkingar frá teimum seinastu fimm árunum”. 05.10.
2003. Norrøna felagið: “”Dikter måste brännas föratt kunna användas” – skaldið Eva
          Ström” 19.11.
2003. Norðurlandaráðið, Oslo: “Eva Ström. Nordisk Råds litteraturpris for 2002”
          28.10.
2003. Føroya landsbókasavn: “Býarlýsingar í føroyskum skaldskapi” 12.06.
2002. Rithøvundafelag Føroya/Norðurlandahúsið: “Hugleiðing um føroyskar
          bókmentir í dag” 29.02.
2000. Det danske kulturinstitut i Riga: “Jørgen-Frantz’ Jacobsens Barbara” 31.102000. Norðurlandahúsið/Norðurlendsk blaðfólk: “William Heinesen” 01.09..
1988. Føroya Fólkaháskúli. “Studentaskaldskapurin í Keypmannahavn í 1870-
          árunum”. Oktober.
1988. Norrøna felagið. “Svava Jakobsdóttir”. Oktober.

Útvarpsfyrilestrar (Útvarp Føroya)

2007. “Barnablaðið Ungu Føroyar 100 ár” 08.11.
2006.“Yrkingar í nýggjari øld – úr føroyskari bókmentasøgu” – Yrkingr frá teimum
            seinastu fimm árunum – yrkingar í samtíðini – eru evnið her. Hyggja vit út yvir
            yrkingaheimin, so síggja vit eldri eins væl og nýggjar yrkjarar. Juli.
2006. ““Hetta her van Goghs verk” – úr føroyskari bókmenta- og týðingarsøgu í 20.
          øld. – Tann stutta føroyska bókmentasøgan gongur ígjøgnum fleiri menningarstig í senn:
            Samstundis sum tjóðskaparromantiskur skaldskapur blómar, tekur ein naturalistiskur
            strongur seg upp, bæði í týðing og upprunayrking. Í fyrilestrinum verður skimast eftir
            fótafarinum á modernistiskari føroyskari yrking fram til 1960.árini. 21.06.
2006. “Hvussu eitur ‘hvítklæddur’ á donskum? – úr føroyskari bókmenta- og
          týðingarsøgu í 19. øld og frameftir” 08.06.2006. – At týða í tvímæltum samfelagi er
            annað enn at týða í samfelagi, har skriftmentanin hjá máli nr. 2 ikki hevur so sterka støðu
            sum donsk skriftmentan í Føroyum. Eitt dømi um, hvussu støðan ávirkar korini hjá
            føroyskum týðingum: sama dag sum Palli Pumm kom út á føroyskum, lá ein nýggj útgáva
            av donsku týðingini Peter Plys á heiðursplássi í bókahandli. 08.06.
2006. “”Eg meinti míni børn skyldu vera klók” – úr føroyskari týðingar- og
          bókmentasøgu í 18. øld og frameftir” – Føroyskar bókmentir byrja eins og aðrar ungar
            bókmentir við týðingum, og týðingar eru ein avgerandi men óansaður partur av okkara
            gerandisdegi, mentan, fjølmiðlum og politikki. Bókmentatýðingar hava m.a. tann leiklut at
            fylla hol í heimabókmentunum, lata upp nýggjar mentanarheimar, leiða nýggj rák inn og
            skapa gróðrarbotn fyri meiri fjølbroytni. 29.05.
2006. “Tú alfagra land mítt. Ein yrking verður 100 ár”. 01.02.
1999.“Gull og grøðisteinur: Hammershaimb 190 ár”. 25. mars.
1999. “Hvat er bókmentafrøði?” (Á Vetrarbreytini). 08.03.
1999.“Hjørdis Djurhuus sum táttayrkjari”(Á Vetrarbreytini). 25.01.
1998. ”Halldór Laxness. Hugleiðing” (Á Vetrarbreytini). 16.02.
1994. \"Sigert í Kirkjubø og Sibiriubók hansara\" - 4 útvarps¬fyrilestrar apríl-mai.
1992. “Íslandsklokkan og Det gode Håb”. 25.05.
1992. ”Íslandsklokkan”  18.05

Fyrilestur í Sjónvarpi Føroya

Fyrilestur í speki-røðini hjá Fróðskaparsetrinum:
2007. “Føroyskar barnabókmentir 1907 og 2007 við einum steðgi í 1940-árunum” 14.05.

Fyrisitingarlig ábyrgdarøkir

Deildarleiðari á Føroyamálsdeild, 1. august 1991 – 31. juli 1993 og 1. november 2001- 1. november 2004.
Dekanur á Føroyamálsdeild 1. januar 2008-  
Varadeildarformaður á Føroyamálsdeild: 1.11. 2004- .
Limur í megindeildarráðnum 1.1.2004 -.
Vararektari 01. 12 2002-31.11.2003.
Limur í lestrarráðnum á Føroyamálsdeild 1998, 1999, 2001, 2002
Formaður í lestrarráðnum á Føroyamálsdeild 2003, 2004
Limur í valnevnd Fróðskaparsetursins 1991-
Limur í Granskingarráðnum 2000-2001.


Fakligar uppgávur

Formaður í føroysku nevndini frá 1990 um granskingarsamstarv millum 
Fróðskaparsetur Føroya og Heimspekideild Háskóla Íslands 1990- 2004 og aftur  
frá 2007.
Aðalskrivari í Nordkurs-samstarvinum 1997-99.
Fyriskipari av norðurlendsku summarskeiðunum (Nordkurs) í Føroyum 1989-2003.
         “          “ altjóða summarskeiðum í føroyskum 2004- .
Umboð fyri Føroyamálsdeildina í Nordliks-samstarvinum 1989-91 og 1999-2006.
Limur í fyrireikingarnevndini til “14. víkingafund” 19.-26.07.2001.
Formaður í Føroysku málnevndini  2007-
Limur í verknevndini Føroysk-donsk orðabók
Limur í nevndini fyri Grunni Jóhannesar og Funnhildar Dalsgarð 2003
Formaður í metingarnevnd um ph.d.-ritgerðir.
Innanhýsis próvdómari á Fróðskaparsetri Føroya 1991-
Próvdómari á Keypmannahavnar universiteti 1. apríl 2006 - 31. mars 2010.

Skipað fyri vísindaráðstevnum saman við øðrum

2007. Frændafundur, íslensk-føroysk ráðstevna, Tórshavn 26.-28. juni. Saman við A.
          Johansen, M. Marnersd., J.H.W. Poulsen og L. Reinert.
2006. Føroysk-hetlendsk ráðstevna um Jákup Jakobsen. Scalloway, Hetlandi 12.-13.
          juni. Saman við Brian Smith.
2001. Frændafundur, føroysk-íslendsk ráðstevna. Tórshavn 18.-19. august. Saman við
         A. Johansen, M. Marnersdóttur og J.H.W. Poulsen.
2000. Aldarminning. Ráðstevna um Chr. Matras. Tórshavn 7.-9. desember. Saman
         við E. Andreassen, M. Næs, J.H.W. Poulsen og Maud Heinesen.
2000. Úthavsdagar. Ráðstevna um William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.
          Tórshavn. Saman við M. Marnersd.
1995. Frændafundur, íslendsk-føroysk ráðstevna. Tórshavn 28.-29. juni. Saman við
          E. Andreassen, H.J. Debes og J.H.W. Poulsen.

Onnur álitsstørv

Formaður í Rithøvundafelagi Føroya 1988-90.
Limur í dómsnevnd fyri stuttsøgukapping hjá Listastevnu Føroya 2001.
Umboð í nevnd Føroya rithøvundafelags fyri bókmentavirðisløn Norðurlandsráðs 1996-2007.
Umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya í M.A. Jacobsens nevndini  -2009.
Formaður í nevnd Fjølrits 1994.
Nevndarlimur í Magistarafelag Føroya 1995.
Limur í stjórn Føroya Fólkaháskúla 2008- .
Limur í ASAC (The AICIS Scientific Advisory Committee) 2009- .

 

Náms- og starvsævi/curriculum vitae

 

Nám

1988. Magister artium í bókmentafrøði: Institut for litteraturvidenskab, Humanistisk
         hovedområde, Københavns universitet.
1976. BA í íslendskum máli og bókmentum og almennari bókmentasøgu:
         Heimspekideild Háskóla Íslands.                                                   
1971. Examen baccalaureatus philologiae islandicae: Heimspekideild Háskóla 
          Íslands.                                                                              
1965. Filosofikum: Heimspekideild Háskóla Íslands.                                   
1964. Nýmálsligt studentsprógv: Føroya Studentaskúla . 

 

Útgávustarv

Ungu Føroyar

Turið hevur síðan 1991 á forlagnum Ungu Føroyar givið út føroyskar og týddar, fagrar og upplýsandi bókmentir fyri børn og vaksin. Sí eisini yvirlit undir "útgávur".

Ummæli

Bókaummæli

2010. ”Eystan fyri sól og vestan fyri mána – hugleiðingar um Gullgentuna eftir
           Hanus Kamban”. Ummæli um stuttsøgusavnið Gullgentuna. Mentanargrunnur
           Studentafelagsins 2010, í Varðanum 77:233-241.
2008. ”Tær harðleiknu happisystrarnar”. Marc de Bel: Systrarnar undir Steinum,
          Frida Sofía Johannessen týddi úr hollendskum (De zusjes Kriegel 2004).
          Dimmalætting 28. mars : 16-17.
2007. ”Hvess míni eygu og tungu”. Tóroddur Poulsen: Rot (yrkingar) 2007.
          Sosialurin, Vikuskifti 23.november: 9.
2006. ”Søguflutningur suðureftir. Stórt føroyskt søgusavn á týskum” Von Inseln
          weiss ich...” Geschichten von den Färöern. Ritstj. Verena Stössinger og Anna
          Kathrina Dömling. Unionsverlag, Zürich. Varðin 73: 173-178.
2005. ”Týska týðingin av Lucas Debes frá 1757 útafturgivin”. Lucas Jacobson Debes:
          Natürliche und Politische Historie der Inseln Färöe aus dem Dünischen
          übersetzt von C.G. Mengel. Kopenhagen & Leipzig 1757. Ritstj. Norbert B.
          Vogt. Mülheim a.d. Ruhr. Varðin 72: 218-220.
2002. ”Kjakbók í brennidepli”. Oddvør Johansen: Tá ið eg havi málað summarhúsið.
          Fregnir 27.09.
2002. ”Íslendskar søgur av bygd og úr bý”. Gyrðir Elíasson: Gula húsið 2000; 
          Mikael Torfason: Heimsins heimskasti pabbi 2000. Fregnir nr. 4: 14.
2002. ”Postkolonial skaldsøga í Grønlandi”. Ole Korneliussen: Saltstøtten 2000.
          Fregnir nr. 3: 12.
2002. ”Tey sleppa at nema við hjartað”. Tóroddur Poulsen: Blóðroyndir 2000.
          Fregnir nr. 1.
2001. ”Land í havi”. Gunnar Hoydal: Lnd í sjónum, Tíðartekstir 2001. Fregnir 14.-
          20.07.
1997. "Sjeresada um aldamótið 2000". Rakel Helmsdal: Søgur úr Port Janua.
          Viðskeri Dimmalættingar 16. mai.
1995. "Aktuell bók um mentamál". Martin Næs: Hvør eigur flagg¬knappin? 
          Sosialurin 14.09.
1993. "Skaldskapur í støðum". Jóanes Nielsen: Kirkjurnar á havsins botni. Brá 20:
          78-79.                           
1992. "Yrkingar ið gera ónáðir". Tóroddur Poulsen: Navn nam við navn og Villur.                              
          Brá 19: 55-60.
1992. "Ein fossandi tíð hevur rullað sum ein jøkul". Gunnar Hoydal: Undir
          Suðurstjørnum. Brá 18: 55-57.
1992. "Har veksur fagurt viðartræ". Sonja Sørensen: Í øðrum heimi. Brá 18: 51-52.
1991. ”Trupulleikar og útvegir”. Skuggar. Lydia Didriksen. Brá 17: 83-84.  
1991. Í súgi um Froðbiar boða. Hanus D. Joensen. Fríu Føroyar 29-11.
1990. "Ung, álvarsom, á vegamóti". Sonja Sørensen: Suphaya. Brá 15: 67-71.                                       
1990. "Látið er mítt". Malan Poulsen: Lát. Brá 15: 77-79.
1990. "Risadrongur og mamma hansara í ódn og logn". J.P.Heinesen: Brúsajøkil.                           
          Brá 15: 65-67.
1989. "Fleirlembd orð". Carl Jóhan Jensen: Lygnir. Brá 13-14:  113-115.
1987. "Tær æviga ungu norrønu gudasøgurnar í nýggjum hami". Peter Madsen:
          Valhøll. Árni Dahl týddi. Fannir. 14. September 02.09.
1986. Magnus Dam Jacobsen: Seinasti útróðrardagurin og onnur brot. Skeggin Nr. 2.
1986. "Úr Álakeri til Alaska og aftur". Magnus Dam Jacobsen: Seinasti
          útróðrardagurin og onnur brot. Brá 9-10:  97-98.
1985. "Kundi tú sæð...". Snorri Hjartarson:  Heystmyrkrið yvir mær.  Martin Næs     
          týddi. Brá 7: 80-82.
1984. "Hvør eigur teg?" Ebba Hentze: Mamman eigur meg. Brá 6: 80-82.
1984. "Fronsk hugvæti á føroyskum". Anatole France:  Steikarahúsið. Chr. Matras  
          týddi. Brá 5: 72-73.
1983. "Fongur av fjarleiðum". Týddar yrkingar. Karsten Hoydal: Sólarkringur. Brá 4:
          83-84.                        
1982. "Burtur úr tøgnini". Oddvør Johansen: Lívsins sumar. Brá 2: 82-84.
1980. ”At ogna sær lívið". Hanus Andreassen: Dóttir av Proteus. Framin. Desember.
1977. “Ein má duga at síggja seg sjálvan burturfrá í mun til menniskju og umstøður”.
          Magnus Dam Jacobsen: Býurin og stórbýurin. Sosialurin 03.09.

Útvarpsummæli (Útvarp Føroya)

2012. Saman við Vár í Ólavsstovu: Tóroddur Poulsen "Bræddir firvaldar" og Katrin Reinert "Kringvindar". 06.02.
2012. Umrøtt barnabókmentir. 23.11.
2009 Saman við øðrum: Tóroddur Poulsen "Útsýni" og Sólrún Michelsen "Í opnu hurðini."06.11.
2008 Saman við Bergi D. Hansen ummælt yrkingasavnið "Café Europa" eftir Hanus Kamban. 23.10.
2006 Christian Andreasen: "Heart broke believe" 2006. 01.05.
2006 Guðrið Helmsdal: "Stjørnuakrar – Sternenfelder" 2005. Annette Nielsen týddi. Útg. Paul Alfred Kleinert. Projekte Verlag. Halle/Saale. 15.05.
2003. “Grunt orðaspæl”. Ummæli um Alexandur Kristiansen: "Gud er danskari enn Guð" 2003. Desember.
1997: Hanus Andreassen: "Janus Djurhuus III". 18. desember.
1995. Hanus Andreassen: "J.H.O. Djurhuus - Ein bókmentalig ævisøga 2". 7.12.
1994. Tóroddur Poulsen: "Reglur". Desember.

Leik-, fyrilestra- og sýningaummæli

2001. ”Var Sverri kongur heimildarmaður til Føroyingasøgu?” Almenni fyrilestur
           Andrasar Mortensens í Fróðskaparfelagnum 23.05. Fregnir 01.-06.06:15.
2001. ”Undarlig er íslendsk tjóð”. Íslendsk skriftmentan, framsýning í
          Norðurlandahúsinum. Fregnir 18.-24.05:14.
2001. ”Klassikari við klassa”. Sýning Klaksvíkar sjónleikarfelags av Afturgongum
          Ibsens. Fregnir 4.-8.05:14.
1988. ”Hugleiðing aftan á frumsýning av tónleikamyndini ”Tornið á heimsins enda”.
          Gríma. 14. September 12.06.

Greinir í almennum ritum

Ymsar greinir 1979 - 2008

2008. ”Tær harðleiknu happisystrarnar”, Dimmalætting 28.03, s. 16-17.
         Grein um Systrarnar undir Steinum eftir Marc de Bel, Frida Sofía 
         týddi úr hollendskum. Ungu Føroyar 2007.
2007. ”Stuttsøgan hjá Halldóri Laxness”. Veitsla hjá nornafaðir: 7-12. Ungu Føroyar.
          Tórshavn.
2005. ”Rivjabýirnir hjá Evu Ström”. Varðin 72: 191-202.
2005. ”200 ára minni um Runeberg, tjóðarskald Finnlands”. Varðin 72: 175-190.
2004. ”Saltet i dampende middagsgryter. Om diktaren Jóanes Nielsen”. Jóanes
          Nielsen: Bruer av svoltne ord: 7-17. Gjendikting frå færøysk av Lars Moa. Det
          Norske Samlaget. Oslo.
2004. ”George Johnston, týðari og skald, deyður (1913-2004)”. Dimmalætting 15.09.
2003. ”Þorgeir Þorgeirsson deyður”. Fregnir 11.03.
2003. ”Vitbjartur mentamaður, sum tók politiska støðu – Edward Said 1935-2003”
          Fregnir 9.10: 14.
2001. ”Bókmentasøguskriving”. Frøði 1-35-45.
2001. ”Við Braga inn í 21. øld”. Bragi 1:3.
2000. Grein um Róa Patursson og Tórodd Poulsen í bókmentaliga vikublaðnum     
          Literature maksla un Latvija, Riga. 26.10.
1998. "Tey røttu orðini bara", stubbi um Halldór Laxness og rættlestur. Føringurin
          12. mai.
1998. "Meira um orðasamanseting", Mál&mið, Føringurin 12. mars.
1998. ”Malan Marnersdóttir”. Dansk kvindebiografisk leksikon.
1998. "Halldór Laxness 1902 - 1998". Sosialurin 11.02.
1998. "Okkurt sum eingin enn hevur sagt”. Tímar og rek eftir Carl Jóhan Jensen.
          Sosialurin 30.01.
1997. "Tríggjar týskar týðingar Janusar" - Um týðingarnar "Hektor og Andromaka",
          "Gekk í mánalýsi" og "Yvir hvørjum tindi". Varðin: 55-83.
1997. Halldór Laxness: Íslandsklokkan, skúlaútg. av 1. bindi v. inngangi,
          undirgreinum og spurningum: 7-20. Ungu Føroyar og Føroya
          Skúlabókagrunnur.
1995. "Orð og verk". Orðabókaarbeiðið á Føroyamálsdeildini. Sosialurin 26.09.
1993. ”Hanus Andreassen”. Danmarks nationalleksikon. Gyldendal.
1993. Rói Patursson (b. 1947”, ”Carl Jóhan Jensen (b. 1957) Faroe Islands”. Nordic
          Poetry Festical New York, Anthology: 52, 72. Ritstj. Kajsa Leander & Ernst
          Malmsten. New York.
1993. "Utviklinga i færøysk prosa". Fyrste ferda bort: 129-151. Færøy¬ske
          noveller omsett og redigert av Gudlaug Nedrelid, Turið Sigurðardóttir og Idar
          Stegane. Det norske samlaget. Oslo.
1993. "Färöisk litteratur". Hasse Schröder: Färöarna - mer än fåglar: 90-102.  
          Nordisk forlag.
1993. Fyrilestur 23/4 1992 á FLB um Íslandsklokku í samb. við 90 ára dag
          H.Laxness. Føroya landsbókasavn. Ársfrágreiðing 1992: 61-74. Tórshavn.
1992.Navnið spillir ongan. Nøvn í føroyskum bókmentum”[saman við Bergljót
          Joensen]. Jostedalsrjupa: 35-42. Heiðursrit til Gudlaug Nedrelid á 40 ára
          degnum.
          Nordisk institutt. Bergen.
1992. "”Tað vit siga skal vitja bátarnar og húsini" Et historisk tilbakeblik og det
          sidste tiårs færøske lyrik belyst gennem omtale af fem digtere”. Samtiden nr. 5:
          22-34.
1990. "Skrift og digt vestfra". Syn & Segn 4: 295-306.
1990 "Hví eru føroyskar bókmentir neyðugar?" s. 51-58 í: Bókin undir          
          lesiglasið. Føroya landsbókasavn. Tórshavn.
1986. "Alexandra Kollontaj". Brá 8: 38-41.
1984. "Í uppgjöri við fortíðina, í leit að nútíðinni. Nokkur orð um færeyskar
          nútímabókmenntir”. Tímarit Máls og menningar 2: 136-162. Ritstj. Silja
          Aðalsteinsdóttir..
1983. "Øll mál eru kvinnumál". Samrøða við Kristín Ástgeirsd. Sosialurin  23.04.
1981. "Fosturtýning". Skeggin. Mars. 
1979. "Súrsokkur - nýggjur kvistur á gomlum runni".  Súrsokkur 1: 3-5. 

Sjónvarpssendingar

2012. Um tjóðsangin og søgu hansara.

Røður

  • 2012. "Malan 60". Listaskálin 21.januar

  • "Barna- og ungdómsbøkur", framløga á Bókadegnum 25.november

Stjórnað pallborði

Stjórnað pallborði um Jens Paula Heinesen á 80 ára hátíðarhaldi fyri honum í Norðurlandahúsinum, saman við Bergi D. Hansen, Maluni Marnersdóttur, Martini Næs og Heðini M. Klein. 12.11.2012.

Skeið

  • 2004-2012. Fyrireikað og staðið fyri Faroese Summer Institute

     

    • 01.-23. august 2012