Zakaris Svabo Hansen
útbúgvingarleiðari, námslektari í føroyskum
Føroyamálsdeildin
Telefon +298 292533
  • Um
  • Undirvísing
  • Gransking
  • Útgávur
  • CV
  • Annað virksemi
Undirvísing

Málvísindi og setningafrøði á BA og málnýtsla, setningafrøði og máltøka á MA.

Granskingar áhugamál
  • Orðabókafrøði

  • Setningafrøði

  • Málnýtslufrøði

  • Dagføring av Føroyskari-danskari orðabók

  • Ph.d.-verkætlan: Søgulig og samtíðarlig lýsing av setningafrøðiligum og morfologiskum broytingum í føroyskum

Seinastu útgávur

\"Acquisition in Variation (and Vice Versa): V-to-T in Faroese Children\". 2013. Heycock, C., Sorace, A., Hansen, Z.S. og Wilson, F. Í: Language Acquisition. 20, 1, 2013:5-22.

Overva og overvan. Í: Frá Sturlungu til West Venture. Heiðursrit til Anfinn Johansen á 60 ára degnum. Ritstjórn: Z. S. Hansen, J. í L. Jacobsen, T. K. Jakobsen, K. Magnussen og T. Sigurðardóttir. Fróðskapur. 2013:117-119.

\"Detecting the late stages of syntactic change: The loss of V-to-T in Faroese\". Heycock, C. Sorace, A. Hansen, Z.S., Wilson, F. og Vikner, S.. Í: Language. 88, 3. 2012: 558-600.

Lýsing av gransking

Hevur mest arbeitt við orðabókafrøði og var við í ritstjórnini á Føroyskari orðabók 1998. Høvuðsritstjóri á Føroyskari-danskari orðabók, sum kom út í 2010. Árini 2006-2009 granskari í granskingarverkætlan um føroyska setningafrøði við universitetið í Edinburgh. Í tí sambandi eru kanningar gjørdar og vísindaligar greinir skrivaðar.

Aktuellar verkætlanir

Ph.d verkætlan
Arbeiðir í løtuni við ph.d.-verkætlan, ið søguliga og samtíðarliga skal lýsa setningafrøðiligar og morfologiskar broytingar í føroyskum.

Lærubók í málfrøði
Arbeiðir í løtuni saman við øðrum málfrøðingum við eini lærubók í málfrøði ætlað studentum og øðrum áhugaðum. Hetta eru greinar um ymisk málfrøðilig evni (t.d. mállæru, ljóðfrøði, pragmatikk, merkingarfrøði, purismu, samfelagsmálvísindi).

Evolution of Semantic Systems
Við í niðurlendskari verkætlan, Evolution of Semantic Systems, sum granskar merkingarligan líkskap og mun millum nógv ymisk (leinki).

ISLEX
Hevur saman við Jógvani í Lon Jacobsen og Jonhardi Mikkelsen ábyrgdina av tí føroyska partinum av ISLEX-verkætlanini, sum er ein íslendsk-norðurlendsk netorðabókarverkætlan.

Lidnar verkætlanir

Føroysk-donsk orðabók - kom út 2010
Verkætlan um føroyska setningafrøði á The University of Edinburgh
Føroyskur markari. Verkætlan saman við Heina Justinussen, endað á vári 2005

Yvirlit

Bøkur

Føroysk-donsk orðabók. Høvuðsritstjóri: Zakaris Svabo Hansen. Hjálparritstjóri: Hans Joensen. Orðabókagrunnurin 2010. Tórshavn.

Faroese. An Overview and Reference Grammar. Höskuldur Þráinsson, Hjalmar P. Petersen, Jógvan í Lon Jacobsen, Zakaris Svabo Hansen. Føroya Fróðskaparfelag 2004. Tórshavn.

Føroysk orðabók. Ritstjórn: Jóhan Hendrik W. Poulsen, Marjun Simonsen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen, Zakaris Svabo Hansen. Føroya Fróðskaparfelag 1998. Tórshavn.

Ritstjórnað

Frá Sturlungu til West Venture. Heiðursrit til Anfinn Johansen á 60 ára degnum. Ritstjórnað saman við Jógvani í Lon Jacobsen, Tinu K. Jakobsen, Kristin Magnussen og Turið Sigurðardóttur. Fróðskapur 2013.

Nordiske studier i leksikografi 6. Rapport fra Konference om leksikografi i Norden, Tórshavn 21.-25. august 2001. 418 bls. Ritstjórnað hava Zakaris Svabo Hansen og Anfinnur Johansen. Tórshavn 2003.

Eivindarmál. Heiðursrit til Eivind Weyhe á seksti ára degi hansara 25. apríl 2002. 386 bls. Ritstjórnað hava Anfinnur Johansen, Zakaris Svabo Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen og Malan Marnersdóttir. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn 2002.

Sýnisstubbar. Heiðursrit við 25 stuttum greinum til Anfinn Johansen á 40 ára degnum 16. desember 1993. Ritstjórnað saman við øðrum. Útgivið 1994. Málting & Sprotin.

Greinir

2013. "Overva og overvan" Í: Frá Sturlungu til West Venture. Heiðursrit til Anfinn Johansen á 60 ára degnum. Hansen, Zakaris S., Jacobsen, Jógvan í Lon, Jakobsen, Tina K., Magnussen, Kristin og Sigurðardóttir, Turið (ritstj.). Fróðskapur: 177-119.

2013. "Acquisition in Variation (and Vice Versa): V-to-T in Faroese Children". Caroline Heycock, Antonella Sorace, Zakaris Svabo Hansen og Frances Wilson. Í: Language Acquisition. 20, 1, s. 5-22. 2013.

2012. "Detecting the late stages of syntactic change: The loss of V-to-T in Faroese". Grein eftir Caroline Heycock, Antonella Sorace, Zakaris Svabo Hansen, Frances Wilson og Sten Vikner. Í: Language. 88, 3, s. 558-600.

2011. "Residual V-to-I in Faroese and its lack in Danish: detecting the final stages of a syntactic change". Heycock, C. Sorace, A. Vikner, S., Wilson, F. og Hansen, Z.S. Í: Working Papers in Scandinavian Syntax 87: 137-165.

2010. "V-to-I and V2 in Subordinate Clauses: an Investigation of Faroese in Relation to Icelandic and Danish". Heycock, C., Sorace, A. og Hansen, Z.S. Í: Journal of Comparative Germanic Linguistics 13,1: 61-97.

2009. "(Re)discovering an auxiliary/main verb distinction in Scandinavian children". Heycock, C. Sorace, A., Hansen, Z.S. og Wilson, F. Í: J. Costa et al. (ritstj.): Language Acquisition and Development: Proceedings of GALA 2009.

2005. "Ny udgave af Færøsk-dansk ordbog". Joensen, H. og Hansen, Z.S. Í: Nordiske studier i leksikografi VII, Oslo 2005.

2003. ”Faroese Orthography”. Í: Útnorður. West Nordic Standardisation and Variation. Papers from a Symposium in Stockholm October 7th 2001. Edited by Kristján Árnason. University of Iceland Press. Reykjavík: 153-162.

2003. ”Faroese”. Grein saman við Jógvani í Lon Jacobsen og Eivindi Weyhe. Í: Germanic Standardizations. Past to Present. Edited by Ana Deumert and Wim Vandenbussche. John Benjamins Publishing Company, Amsterdam/Philadelphia: 157-191.

2002. ”Kicking and alive. Färöisch, eine nordische ”Kleinsprache””. Í: Sabine Gorsemann (útg.): Die Färöer im Fokus. Mülheim a.d. Ruhr. 

“Nøkur brigdi í Føroyskari orðabók”. Í: Eivindarmál. Heiðursrit til Eivind Weyhe á seksti ára degi hansara 25. apríl 2002. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.

2001. "Udredning om domænetab og sprogpolitiske initiativer i færøsk". Frágreiðing saman við Jógvani í Lon Jacobsen, Anfinni Johansen, Mariusi Staksberg og Hjalmari P. Petersen. Ikki útgivið, men tøkt á netinum.

2001. "Faroese – a diachronic and synchronic overview". Í: Thomas Stolz (ed.): Minor Languages of Europe. A Series of Lectures at the University of Bremen April-July 2000. Universitätsverlag Dr. N. Brockmeyer. Bochum: 123-141.

1996. Saman við øðrum evnað til Orðalista í Góðskustýring. Menningarstovan . Tórshavn.

1997. "Leksikografi i et lille sprogsamfund - fordele og ulemper". LexicoNordica 4. Tidsskrift for leksikografi i Norden. 

1997. "Orðabókaarbeiði í lítlum málsamfelag". Í: Málting 20: 2-10.

1997. "Um hvussu føroysk børn læra føroyskt - fyribils úrslit". Saman við Dianne Jonas og Jógvani í Lon Jacobsen. Í: Málting 19: 10-16.

1996. "Føroyskt nú og í framtíðini". Tíðarritið FOVU Dialog i nordisk folkbildning och vuxenundervisning, no. 1, Göteborg.

1996. "Redigeringssystemet RiSt - udviklet og anvendt i et færøsk ordbogsmiljø". Saman við Peturi Zachariassen. Nordiske studier i leksikografi III, Reykjavík.

1995. "Nýggja danska-føroyska orðabókin". Saman við Jógvani í Lon Jacobsen. Í: Málting 15: 14-21.

1995. "Merkingarlig viðurskifti í ávísum norrønum tíðareykasetningum". Í: Málting 13: 33-37.

1994. "Fyrr enn áður". Sýnisstubbar, Tórshavn.

1993. "Ein ferð inn í føroyskt". Bókarummæli. Í: Málting 8.

1991. "Um skriftmálið". Í: Málting 3: 2-7.

1991. "Eiðasørur - ein orðasøga". Í: Málting 2: 37-38.

Týðingar

Heimurin í hagtølum og evnum. 1999. Týtt saman við Heðini Hammer. 183 blaðsíður. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn.

Hans Henrik Huss: Góðskutrygging í fiskiídnaðinum. 1999. 106 blaðsíður. Menningarstovan. Tórshavn.

William Heinesen: Minningarorð um ein eiturkopp…; Góðan dag, máni - góðan dag, vinur mín; Í valdi stóra Ormsins. 2000. Í: William Heinesen – Stjørnuskaldið undir Varða. Føroya Skúlabókagrunnur.

Týtt tilfar um tilbúgving í oljuvinnuni úr norskum, umleið 60 blaðsíður. Óprentað.

Norðurlandamál við rótum og fótum. 2004. Týtt til føroyskt saman við Óla Jákup Niclasen. Norðurlendska ráðharraráðið. Keypmannahavn.

Týddar greinir

Haldur S. Johansen: Fremmandamál og móðurmál. Málting 10:39-46
Michael P. Barnes: Nýggjar hugsanir um fyrisetingina við í føroyskum (týtt saman við øðrum). Málting 10:23-36.
Endre Brunstad: Eitt sindur um stavseting av nýnorskum, frísiskum og føroyskum skriftmáli í 19. øld. Málting 14:8-19.
Kirstin Didriksen: Málið sum spegil (týtt saman við øðrum). Málting 18:2-8.
Michael P. Barnes: Málslig endurskipan – úr føroyskum sjónarhorni (týtt saman við Mariusi Staksberg). Málting 23:20-28
Birgit Jacobsen: Tvímæltur uppvøkstur í Føroyum. Málting 26:2-12.

Málsligur ráðgevi og rættlesari

Kirstin Didriksen: Glottar úr kvinnulívi; Ove; Tey vóru ung undir krígnum
Álit um útbúgvingarpolitikk. Undirvísingar- og mentamálastýrið 1999.
Janet Johannesen: Bók um innaneftirlit í fiskivinnuni. 1999.
William Heinesen – Stjørnuskaldið undir Varða. Ritstjórn: Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen. 2000.
Jóanes Nielsen: Undergroundting 2.
Carl Jóhan Jensen: Rúm; Mentir og mentaskapur; Ó – søgur um djevulskap + einstøk yrkingasøvn.
Palli Gregoriussen: Kirkjurnar í Føroyum 1-3.
Nakrar barna- og ungdómsbøkur hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags
Turið Kjølbro (ritstj.): Okkara millum

Persónsupplýsingar

Zakaris Svabo Hansen; føddur 09.05.1962

Útbúgving
  • 1995. Mag.art. í norðurlendskari filologi á universitetinum í Keypmannahavn. Serritgerð í norrønari setningafrøði

  • 1985. Exam.art.-prógv á Føroyamálsdeildini

  • 1982-1983. Lestrarár í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands

  • 1981. Nýmálsligt studentsprógv frá Føroya studentaskúla

Størv
  • 2006-2009. Í farloyvi og starvsettur sum granskari í granskingarverkætlan um føroyska setningafrøði við universitetið í Edinburgh, Skotlandi

  • Apríl 2008. Hildið skeið í føroyskum á Universität Zürich, Sveis.

  • Heystið 2005. Lærari á almennum skeiði í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya.

  • Summarið 2005. Stílað fyri og undirvíst á Altjóðaskeiði á Føroyamálsdeildini

  • Summarið 2004. Undirvíst í máli á Altjóðaskeiði í føroyskum á Føroyamálsdeildini

  • Várið 2004: Lærari á almennum skeiði í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya.

  • Sumrini 2003 & 2004. Undirvíst í máli á norðurlendskum summarskeiði á Føroyamálsdeildini

  • okt.-nov. 2003. Gestalærari í føroyskum á Växjö universiteti, Svøríki.

  • okt.-nov. 2001. Gestalærari í føroyskum á Växjö universiteti, Svøríki.

  • 10/2000-02/2001. Gestalærari í føroyskum og norðurlendskum á universitetinum í Bremen, Týsklandi.

  • 2000. Orðabókarritsjóri á Føroyamálsdeildini

  • 1999-2000. Lærari á almennum skeiði í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya

  • Summarið 1999. Undirvíst í føroyskum á norðurlendskum skeiði á universitetinum í Uppsala, Svøríki

  • 1998-2000. Ritstjóri í verkætlan við føroyskari tøkniorðabók

  • 1997-1998. Ársvikarur í føroyskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði

  • 1996-1997. Tímalærari í føroyskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði

  • 1994-1997. Ritstjóri á móðurmálsorðabókini

  • 1992-1994. Avloysari fyri skrivaran hjá Føroysku málnevndini

  • 1986-1991. Studentarhjálpari við Det arnamagnæanske Institut, Københavns universitet, m.a. við ábyrgd fyri deildarbókasavninum

Fyrilestrar
  • 2009. 26. mar. ”Syntactic change in Faroese: the view from Kindergarten”. Fyrilestur hildin í Linguistic Circle, University of Edinburgh

  • 2009. 22. mai. “Syntactic variation in Faroese”. Fyrilestur á LEL Postgraduate Conference, University of Edinburgh

  • 2009. 26. aug. ”Syntactic change in Faroese”. Fyrilestur á ScanDiaSyn-ráðstevnu í Älvdalen, Svøríki

  • 2009. 25. nov. ”Málpolitikkur í Norðurlondum og Føroyum”. Almennur fyrilestur í Norrøna felagnum hildin í Norðurlandahúsinum

  • 2008. 25.-28. apr. Fyrilestrar og skeið í føroyskum á Universität Zürich, Sveis

  • 2008. aug. "Faroese dialects". Fyrilestur á ScanDiaSyn-ráðstevnu í Tórshavn

  • 2007. 26. jan. "Investigating embedded V2 and/or V-to-I in Faroese”. Fyrilestur saman við Caroline Heycock og Antonellu Sorace á NORMS Workshop on Verb Placement, Reykjavík

  • 2007. mar. ”Faroese. An introduction”. Fyrilestur á The University of Edinburgh

  • 2007. ”Collecting and interpreting acceptability judgments using Magnitude Estimation”

  • 2007. mai. Fyrilestur saman við Caroline Heycock á US-Iceland NSF Workshop, Reykjavík

  • 2005. aug. ”Nordisk sprogdeklaration”. Fyrilestur á ráðstevnu um deyva- og teknmál. Tórshavn

  • 2003. mai. ”Færøsk-dansk ordbog”. Fyrilestur á norðurlendskari orðabókaráðstevnu í Volda/Ørsta, Noregi

  • 2003. nov. ”Færøsk før, nu og i fremtiden”. Fyrilestur hildin á Växjö universiteti 06.11.2003 og á Uppsala universiteti 11.11.2003

  • 2002. 10. apr. ”Føroysk rættskriving”. Gestafyrilestur á Háskóla Íslands, Reykjavík

  • 2001. jan. ”Faroese – an overview”. Gestafyrilestrar á universitetum í München og Zürich

  • 2001. feb. ”Lexicography in a small language community. Focus on Faroese”. Fyrilestur á universitetinum í Bremen

  • 2001. okt. ”Standardisering i færøsk”. Fyrilestur á útnorðursymposium í Stockholmi

  • 2000. 22. jun. ”Faroese in diachronic and synchronic perspective”. Fyrilestur í fyrilestrarøð um fáment mál á universitetinum í Bremen

  • 2000. 28. jun. Fyrilestur um føroyskt fyri norðurlendskar móðurmálslærarar á Hotel Føroyum, Tórshavn

  • 2000. 22. nov. ”Færøsk sprog i diakron og synkron belysning”. Gestafyrilestur á universitetinum i Greifswald, Týsklandi

  • 1996. 17. apr. "Føroyskt skriftmál". Fyrilestur á almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum

  • 1996. 19. og 20. okt. "Nýggjyrði í føroyskum". Fyrilestur saman við Jógvani í Lon Jacobsen á norðurlendskari ráðstevnu um nýggjyrði í Helsinki

  • 1996. 30. nov. og 01. des. "Leksikografi i et lille sprogsamfund - fordele og ulemper". Fyrilestur á norðurlendskari ráðstevnu um orðabókagerð í Keypmannahavn