University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 11 27 At 10 19 57 Landssjúkrahúsið Sjúkrahúsverkið
27.11.2025
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

1. desember er evstamark at søkja um lestrarpláss til sjúkrarøktarfrøði

Evstamark at søkja um upptøku til frálíku útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði er á midnátt 1. desember

Sum sjúkrarøktarfrøðingur kemur tú tætt at fólki í truplum støðum og lærir at fremja og menna sjúkrarøkt.

Tú fært førleika til at røkta sjúk fólk í øllum aldri og lívsstøðum, umframt at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu.

Útbúgvingin gevur tær førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnleika, sum samsvarar við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt.

Og so verður tú eisini partur av einum góðum lestrarumhvørvi á Setrinum og Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, har stutt er til leiðbeining og góð ráð.

Vit gleða okkum til, at fáa umsókn frá tær!

Les meira og søk her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving