University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
10 greinir um vísindalig evni á veg
31.01.2013
Søgu- og samfelagsdeildin

10 greinir um vísindalig evni á veg

Ein afturvendandi avbjóðing hjá vísindafólki er at greiða almenninginum frá arbeiði sínum. Tí skipar setrið fyri skriviskeiði fyri vísindastarvsfólk síni.


Mánadagin var annað umfar í ársins skriviskeiði, sum Bjørt Samuelsen skipar fyri. 10 fólk luttaka á skeiðnum, og tey skulu lata hvør sína grein inn, tá skeiðið er lokið. Til mánadagin høvdu øll lagt høvdið í blot fyri at finna røttu yvirskriftina og vinkulin upp á teirra granskingarevni. Hesi uppskot vórðu mett og vend henda og handa vegin, og luttakarnir kundu fara heim aftur við hópin av uppskotum um, hvørjir møguleikar lógu í teirra greinum.

Hósdagin er síðsta freist at lata alla greinina inn, og komandi mánadag fara skeiðsluttakararnir so at viðgera greinirnar. Við tí íblástrinum, sum tá fæst, í skjáttini, verður bara eftir at leggja síðstu hond á verkið. Úrslitini av skeiðnum verða prentað í Vikuskiftisblaðið hjá Sosialinum í vár.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast